Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Umsóknarfreistir

Umsóknarfreistirnar at søkja um upptøku á hægri útbúgving eru rættiliga ymiskar frá landi til land og viðhvørt eisini í landinum frá einum útbúgvingarstovni til ein annan. Her er nakað av kunning um tey mest vanligu londini. Men minst til at altíð kanna freistirnar í góðari tíð, tvs. eitt ár áðrenn lestrarbyrjan, og gloym ikki at kanna upptøkukrøvini samstundis!

Danmark: Kvote 2, freistin er 15. mars. Søkir tú um kvotu 2 er tað samstundis ein umsókn umvegis kvotu 1. Kvote 1, freistin er 5.juli. Umsóknarbløðini eru tøk einar 5-6 vikur undan umsóknarfreistini, tvs uml. 1. februar. Umsóknarblaðið kann útfyllast online á: www.optagelse.dk, men tað skal sendast við posti og skal vera frammi innan 15. mars klokkan 12.00
Fyri kvotu 1 er umsóknarfreistin 5. juli. Brøv, sum eru send úr Danmark skulu vera stemplaði í seinasta lagi 4.juli. Les meiri um nýggju reglurnar á www.ug.dk og leita eftir "kot optagelsesregler"

Noregi Vanliga er freistin 15. apríl. Les meira á: www.samordnaopptak.no

Svøriki. Vanliga er freistin 15. apríl. Les meira á: www.vhs.se

Ísland Tað er eingin felags upptøka til íslendskar lærustovnar. Freistirnar eru ymiskar frá stovni til stovn og umsóknarbløð fáast frá lærustovninum. Á Háskóla Íslands er freistin 5. juni fyri norðurlendskar studentar. Set teg í samband við teir einstøku lærustovnarnar og fá meiri at vita um freistir og umsóknarmannagongdir.

Finnland Umsóknarfreistirnar eru ymiskar frá stovni til stovn. Vanliga eru umsóknarfreistirnar til lægru útbúgvingarnar (kandidaatti/kandidat) millum januar og mai. Umsóknarbløð fáast á lærustovnunum.

Stóra Bretland. Føroyingar hava síðan 2007 verið roknaðir sum EU íbúgvar í Stórabretlandi.
Til ber at søkja gjøgnum www.ucas.com. Tað er møguligt at søkja frá 1. september árið áðrenn lestrarbyrjan og ein søkir sum einstakur lesandi og IKKI gjøgnum ein skúla.
Við leinkjuna "Apply" er møguligt at finna góða vegleiðing.
MINST TIL at umsóknarfreistirnar til Oxford og Cambridge umframt lækna, djóralækna og einstakar aðrar útbúgvingar eru 15.oktober árið fyri, sum tú ætlar tær at byrja. Lesið meira á www.ucas.com.
Harafturat krevja fleiri lestrastovnar innan læknavísindi í Stórabretlandi at nýggj lesandi hava meldað seg til eina eyka roynd (BMAT ella UKAT), ella at lesandi hava søkt og fingið dispensatión fyri eina tílíka roynd í seinasta lagi september árið áðrenn lestrarbyrjan. Vanliga umsóknarfreistin fyri hægri lesna í Stórabretlandi er 15. januar, men fleiri lestrastovnar velja at umhugsa umsóknir fram til 30. juni.

Onnur lond Ofta verður umsóknin send beinleiðis til útbúgvingarstovnin og oftani kann tað vera eitt hálvt ár áðrenn útbúgvingin byrjar, men tað kunnu vera tøk pláss heilt fram til lestrarbyrjan. Einstøk universitet, millum annað tey heilt kendu og virdu í USA hava umsóknarfreis eitt heilt ár fyri lestrarbyrjan Set teg í samband við lestrarvegleiðarar, International Office ella Admissions Service á staðnum, har sum tú ætlar at søkja. Ella set teg í samband við Altjóða skrivstovuna tlf. +298 322065 so kunnu vit hjálpa tær at fáa greiði umsóknarfreistum og upptøkukrøvum um tú ivast í onkrum

Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it