Á hesari síðuni er ætlanin at tú skal fáa hjálp til at fylla út on-line tilmelding hjá UCAS. Tað er í allarflestu førum einfalt. Tú fært vegleiðing um tær ymisku yvirskriftirnar við at trýsta á tær. Myndin skuldi verið tann sama, sum tú sært á UCAS síðuni.
Altjóða skrivstovan er altíð til reiðar at hjálpa við tilmeldingini. Um tað er okkurt sum tú ikki skilir í tekstinum ella okkurt er komið skeift fyri sig so Altjóða skrivstovuni frá á ask@ask.fo