ASK nýtt 9. februar 2010
Red Cross United World College Foundation bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi at taka altjóða studentsprógv í Noregi.
Umsóknarblað um upptøku á United World College í Noregi er at finna heimasíðu Mentamálaráðsins á adressuni:
http://www.mmr.fo
Seinasta freist at søkja um upptøku er 1. mars 2010. Umsóknarblaðið skal sendast Mentamálaráðnum umvegis teldupostin: mmr@mmr.fo
Red Cross United World College Foundation bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið er liðugur í 1.flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving á somri 2009, at taka IB (Internationale Baccalaureate) eftir 2 árum á einum altjóða studentaskúla í Dali í Noregi.
Meira fæst at vita um skúlan á
www.rcnuwc.no.
Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen. IB (International Baccalaureate) er eitt altjóða studentsprógv, ið gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.
Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 70 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum.
Stuðulsstovnurin rindar - eftir umsókn - skúlagjaldið, og næmingurin, ið fer á United World College, fær útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovninum eftir somu treytum sum miðnámsskúlanæmingar í Føroyum.
Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til Mentamálaráðið ella til lestrarvegleiðingina á skúlanum, har tú gongur.