ASK nýtt 11. desember 2009
Les um eTwinning tiltakið 6.januar í samkomuhøllini í Hoydølum.
Vælkomin á seminar um eTwinning í samkomuhøllini á Føroya Studentaskúla í Hoydølum mikudagin 6. januar 2010 frá kl. 13 -16. Sí viðfestu
innbjóðing!
Tilmelding fer fram á
eh@ask.fo. Freistin at melda til er týsdagin
5/1-2010 kl. 12. Viðmerk navn, starvstað, t-post og tel.nr.
Málbólkur: lærarar og leiðslur í fólka- og miðnámsskúlum.
eTwinning snýr seg um altjóða útbúgvingarsamstarv umvegis netið við lærarar / næmingar / skúlar í evropeiskum londum, og letur dyr upp fyri hugkveikjandi samstarvsmøguleikum. eTwinning er partur av Comeniusskipanini, sum er partur av útbúgvingarskránni "The Lifelong Learning Programme" (LLP) hjá ES. Vegna verandi støðu Føroya mótvegis ES hava vit ikki beinleiðis atgongd til LLP, og tí heldur ikki til eTwinning. Men, sum einasta praktiska loysn í løtuni, ber til hjá áhugaðum lærarum at skráseta seg á danska eTwinningportalinum, har vit nýliga eru upprættaði sum región.
Øll eru vælkomin!