ASK nýtt 25. november 2009
eTwinning fyri føroyskar lærarar.
Nú eru føroyskir lærarar vælkomnir at skráseta seg á eTwinningportalinum:
www.etwinning.net
Sí niðanfyristandandi vegleiðing á EMU-portalinum, ið vísir hvussu skrásetingin fer fram:
http://www.emu.dk/gsk/internationalt/etwinning/index.html
eTwinning snýr seg um altjóða útbúgvingarsamstarv umvegis netið við lærarar / næmingar / skúlar í evropeiskum londum. eTwinning er partur av Comeniusskipanini, sum er partur av útbúgvingarskránni "The Lifelong Learning Programme" (LLP) hjá ES. Vegna verandi støðu Føroya mótvegis ES hava vit ikki beinleiðis atgongd til LLP, og tí heldur ikki til eTwinning. Men, sum einasta loysn í løtuni, ber til hjá áhugaðum lærarum at skráseta seg á danska eTwinningportalinum, har vit í heyst (2009) eru upprættaði sum región.
Eru spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við undirritaðu.
Vinarliga
Elisabeth Holm
Altjóða Skrivstovan
eh@ask.fo / tel. 592065