Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
OSS [Ofta Settir Spurningar]
4: Hvussu fái eg lestrarstuðul til vanligar útreiðslur og skúlapengar (Tuition Fees)?
Úr Danmark ber at fáa SU (Statens Uddannelsesstøtte), sum í løtuni er uml. 4500 dkr. um mánaðin, upphæddin er skattskyldug og er inntøkujavnað. Men fleiri lond, t.d. hava dupultskattaavtalu við Danmark, sum merkir, at tú ikki skal gjalda skatt av SU úr Danmark, hetta er millum annað galdandi í Stóra Bretlandi. Um tú ert í iva, kann tú altíð venda tær til skattamyndugleikarnar í Danmark og biða um at sleppa undan at gjalda skatt. Tú skal varveita bústaðin í Føroyum, tvs. at tú skal hava íbúð/kamar tókt í Føroyum, tá ið tú kemur heimaftur. Beint áðrenn tú fert undir lestur skalt tú ikki hava búð í Danmark. Úr Føroyum ber til at fáa skúlapengarnar goldnar til útbúgvingar uttanfyri Norðanlond (gjøgnum ÚSUN-skipanina), men tó í mesta lagi 120.000 krónur um árið. Einasta treytin er at útbúgvingin er SU-góðkend. Kravið er at tú søkir um, at SU-styrelsen Danmark góðkennir útbúgvingina hjá tær. Søkjast skal um hetta á einum serligum oyðblaðið, sum eitur ”ANSØGNING om godkendelse af uddannelse i udlandet som SU-berettigende”, tú kann fáa umsóknarblaðið á www.su.dk, www.ask.fo undir oyðubløð ella á www.studul.fo.
Tað er sera umráðandi at geva neyvar upplýsingar um útbúgvingina tú ætlar skal góðkennast.

Tað kann gerast drúgt, heilt upp til 7-8 vikur, so enn einaferð: verð í góðari tíð. Tú skal eisini senda skjalprógvan um, at tú tey seinastu 10 árini samanhangandi hevur búð minst tvey ár í Føroyum. Hetta prógvið fæst frá Fólkayvirlitinum. Um tú ikki hevur danskt cpr-nummar, tvs ikki hevur búð í Danmark - skalt tú eisini leggja eitt kopi av passinum í umsóknina til SU-styrelsen og eitt eintak av "Tro og love erklæring" sum fæst her á síðuni undir oyðubløð. Tá ið tú hevur fingið hesi góðkenningina ber til at søkja SU í Danmark og ÚSUN í Føroyum um stuðul. Send avrit av SU-góðkenningini og møguliga eisini av brævinum um upptøku á stovninum. Hetta tekur ikki so langa tíð, kanska eina viku.

Umframt stuðul ber til at lána góðar 2000 krónur um mánaðin frá SU- hetta er til vanligar útreiðslur. Frá Stuðulsstovninum ber til at lána til skúlapengar um kostnaðurin er meiri enn 120.000 krónur um árið. Ivast tú í onkrum? – So ring ella skriva til ASK á tel. 32 20 65 ella send teldupost til ask@ask.fo




Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it