Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
OSS [Ofta Settir Spurningar]
23: Hvat er Foundation courses?
Foundation Courses ella Acces Courses, sum tað eisini kann eita er í veruleikanum tað sama. Tað er ein liður í fyrireiking frá eini útbúgving til aðra. Skeiðini eru oftani sera fleksibul og varða oftani eitt ár. Undirvísingin er merkt av nógvari lærarakontakt og at tað oftani er nógv bólaarbeiðið.

Málbólkurin eru fólk, sum ikki hava neyðuga førleikan til útbúgvingina. Endamálið við skeiðinum er at vita um útbúgvingin er nakað fyri teg. Førleikin innan teld og serliga enskt verður munandi mentur, umframt at tú fært góðar lestrarvanar beinanvegin.

Tað eru serliga tær listarligu útbúgvingarnar, sum td. listahandverk, sniðgeving, sum hava foundation courses, men tey eru eisini innan løgfrøði, náttúrufrøði og onnur fakøkið. Á heimasíðuna hjá UCAS - www.ucas.com/access - sæst eina rúgva av slíkum skeiðum um alt Stóra Bretland.

Stuðulsstovnurin kann veita stuðul til eitt slíkt foundation course. Tó er kravið, at tú hevur eina miðnámsútbúgving ella líknandi, men at útbúgvingin, sum tú ætlar tær krevur nakrar heilt serligar førleikar, sum tú fært ment á skeiðinum. Spyr um hetta hjá Stuðulsstovninum - www.studul.fo



Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it