Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
OSS [Ofta Settir Spurningar]
1: Hvussu finni eg eina útbúgving, tá ið eg ikki rættiliga veit hvat eg ætli mær at lesa?
Hygg eftir heimasíðuni www.ug.dk. Trýst á "anden søgemulighed". Í høgru síðu er eitt leinki, sum eitur "noget med..." har ber til at velja millum eini 20 ymisk áhugamál, vel eitt ella fleiri og trýst á VIS. Trýst á "Vis uddannelser" og vel tað støðið, sum tú hevur áhugað fyri. Tú kann eisini velja "vis erhverv" og hyggja eftir starvsmøguleikum.

www.find-dit-studie.dk á hesari síðuni hjálpa tey tær til at finna røttu útbúgvingarleiðina.

Skalt tú hava kunning um útlandið trýst so á www.udiverden.dk

Tú kann eisini fáa íblástur til útbúgvingarvalið við at svara nøkrum spurningum á hesum báðum ensku heimasíðunum: www.ukcoursefinder.co.uk og á www.ucas.com ´trýst á leinkið, sum eitur 'The Stamford Test'.

Á heimasíðuni www.vidar.dk er ein databasa við útbúgvingum í Danmark fyri vaksin, eisini hon er sett upp við evnum eftir áhuga.

Her er Heimasíðan um hægri útbúgvingar í Norðurlondum

Í Svøríki er hendan heimasíðan hent www.syoguiden.com. Trýst á ’studier i udlandet' og síðani á 'Yrken & ämnen A-Ö' har sært tú fleiri enn 100 tilvísingar til svenskar, evropeiskar og aðrar leinkjur til nógvar ymiskar útbúgvingar.

Heimasíðan hjá norska studentafelagnum www.ansa.no hevur kunning um nógv lond og tú kann leita eftir útbúgvingum um allan heim.

Á ensku heimasíðuni www.ucas.com ella á www.educationuk.org sært tú um tú trýstir á ’search courses’ allar útbúgvingarnar í Stóra Bretlandi ’undergraduated’ stigi, tvs tey fyrstu 3-4 árini á universitetinum ella øðrum hægri útbúgvingum.

Heimasíðan www.braintrack.com kunnar um universitet um allan heim.

Um tú ivast í onkrum, so spyr hjá lestrarvegleiðarunum á skúlanum, hjá LFÚ ráðgevingini, á ASK ella á útbúgvingarstovninum har sum tú ætlar tær at byrja.

Annars eru fleiri enn 100 leinki um lond og kunning um útbúgvingar í ávísum londum undir "lestur í útheiminum" www.ask.fo











Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it