Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
NordPlus
Nordplus Logo

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2008-2011 sett í gongd seks Nordplus skipanir. Tær eru ætlaðar at økja um samstarv og mobilitet innan útbúgvingarøkið 

Cirius – www.ciriusonline.dk - hevur ábyrgdina av kunning og vegleiðing í Danmark. Í Føroyum kunnar og vegleiðir Altjóða Skrivstovan - www.ask.fo um Nordplus.

Ætlanin við Nordplus skipanunum er at tey skulu styrkja norðurlendska-baltiska felagsskapin og samleikan, við støði í søguligu, mentannarligu demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum. Lesið meira um Nordplus skipanirnar.

Nær er umsóknarfreist?
Næsta vanliga umsóknarfreist til allar skipanirnar er 1. mars 2010.
Les meira á www.nordplusonline.org

Faldari um Nordplus

8 norðurlond + 3 baltalond
Skipanin er galdandi fyri øll fimm Norðanlondini Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt tey trý sjálvstýrandi økini, sum tað so vakurt eitur á norðurlendskum ráðharramáli, Grønland, Føroyar og Álandsoyggjarnar og sum nakað nýtt eru tey trý baltalondini, Estland, Letland og Litava eisini við.
Í Nordplus skipanini er vert at geva gætur at tey sjálvstýrandi økini vera roknaði sum lond og at tey tí luttaka á sama hátt sum hini londini í skipanini.

Tað merkir millum annað at ein dani, kann søkja um stuðul at sleppa til Grønland og Føroyar og at føroyingar kunnu søkja um stuðul um at sleppa til Grønlands og Danmarkar

Les meiri um stuðulskipanirnar:

Nordplus Junior er ætlað til lærarar og næmingar í fólkaskúlum, miðnámsskúlum og innan yrkisútbúgvingarnar.

Nordplus Hægri útbúgving er ætlað til at menna samstarv fyri lærarar og studentar innan hægri útbúgvingar í Norðurlondunum.

Nordplus Vaksin er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum.

Nordplus Horisontal er ein tvørgangandi skipan. Verkætlanir sum fara um vanligu bólkarnar og sektorarnar og verkætlanir, sum arbeiða við øðrum, nýggjum, breiðari og meiri kompleksum málum kunnu fáa stuðul.

Nordplus Mál og Mentan  er skipan, sum skal menna støðuna hjá teimum norðurlendsku málunum bæði millum norðanlondini og altjóða.

Russlands-skipanin skal menna samstarvi millum Norðurlond og Útnorðurrussland innan alt útbúgvingarøkið, heilt frá grundskúla til universitet. Samstarvið er galdandi bæði fyri skipaða útbúgvingarverkið og fyri sjálvbodna sektorin.

Lesið frágreiðing hjá 7. flokki í Hoyvíkarskúla, sum hevur verið í Uummannaq í Norðurgrønlandi við stuðuli frá Nordplus Junior. Tit hava eisini hendan møguleikan um tit søkja Nordplus Junior um stuðul.

Skúlaárið 2007/2008 hava 7 føroyskir skúlar fingið tilsamans 490.000 í stuðuli frá Nordplus Junior. Á hesi síðuni síggjast upphæddirnar og hvørjir skúlarnir vóru.
Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it