Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Lívslong Læring - Rammuskráin hjá ES

Lívslong Læring, ella “Lifelong Learning Programme” (LLP), er ein útbúgvingarskipan hjá ES, ið fevnir um tíðarskeiðið 2007 til 2013. Við hesi skipan hevur Evropa Kommissiónin megnað at savnað øll síni fjølbroyttu átøk innan útbúgving og upplæring í eina samlaða heild við heitinum: “The Lifelong Learning Programme”. Hendan útbúgvingarskipan vendir sær til allir útbúgvingarstovnar frá barnaskúla til vaksnamannaútbúgving.

Nýggja Lívslong Læring skipanin hevur til endamáls at altjóðagera útbúgvingarverkið. Við LLP kunnu einstaklingar og bólkar søkja stuðul til mennandi lærumøguleikar á øllum útbúgvingarstigum og í øllum lívsskeiðum. Samlaða fíggjarætlanin er 7 milliardur evrur, býtt sundur á árini 2007 til 2013. LLP er sett saman av eini rammuskrá, ið fevnir um fýra skipanir, sum venda sær til ymsar málbólkar:

  • Comenius – barnaskúli og miðnámsútbúgvingar.
  • Leonardo – vinnuskúlar / yrkisútbúgvingar
  • Erasmus – hægri útbúgving
  • Grundtvig – vaksnamannaútbúgving og fólkaupplýsing

Høvuðsendamálið við LLP-rammuskránni er:

  • At fremja europeiskt samstarv innan øll útbúgvingarøki við atliti at lívslangari læring
  • At fremja nýskapan, dygd og gjøgnumskygni í útbúgvingarskipanum í limalondum
  • At stuðla næmingum, lesandi og vaksnum í at nema sær neyðugar førleikar og útbúgving til frama fyri persónliga menning,
  • starvsmøguleikar og virkna luttøku í samfelags- og arbeiðslívi

Í hesi ætlan liggur harumframt tað mál, at Evropasamveldið skal mennast til ein framkomnan vitanardepil innan útbúgving, ið ger Evropa til eitt lokkandi stað at útbúgva seg og virka í. Tí eru m.a. stór mál sett fyri luttøku í øllum LLP-skipanum hvør sær. Í Comenius er málið minst tríggjar milliónir luttakarar í felags útbúgvingartiltøkum í rammutíðarskeiðnum 2007-2013; í Leonardo verður miðað ímóti, at talið á starvsvenjingum í fyritøkum økist til 80.000 árliga; í Erasmus er málið, at við árslok í 2012 skulu tríggjar milliónir skiftislesandi hava luttikið í skipanini; og í Grundtvig er ætlanin at stuðla 7.000 mobilitetum árliga innan vaksnamannalæring fram til 2013.

Serskráin Comenius hevur til endamáls at stuðla samstarvi millum skúlar (t.d. prosjektsamstarv um felags tema og umbýti av flokkum), eftirútbúgving av lærarum, leiðslu og øðrum starvsfólkum í skúlaverkinum, uppihald til útlendskar stuðulslærarar, menningarverkætlanir fyri lærarar (t.d. samstarv um menning av lesiætlanum og grundleggjandi lesi- og skriviførleikum hjá næmingum) og luttøku í evropeiskum netverkum.

Les meiri um Comenius: www.ciriusonline.dk/Default.aspx?ID=10.

Les meiri um eftirútbúgvingar til lærarar: www.ciriusonline.dk/Default.aspx?ID=415.

Skeiðsdatabasa: http://ec.europa.eu/education/trainingdatabase/.

Serskráin Leonardo vendir sær til vinnuskúlar, felagsskapir og til almennar og privatar fyritøkur, sum arbeiða við yrkisútbúgvingum á øllum útbúgvingarstigum. Leonardo stuðlar lesandi og lærlingum, ið fara í starvsvenjing í øðrum landi, og starvsfólki, ið samstarva í netverkum og verkætlanum á vinnuøkinum.

Serskráin Erasmus er flaggskipið hjá ES innan hægri útbúgving. Skipanin eggjar lesandi og starvsfólkum við hægri lærustovnar at taka part av útbúgving síni ella at arbeiða á universiteti í øðrum ES-landi í eitt tíðarskeið. Talan kann m.a. vera um lesnað sum skiftisnæmingur, málskeið, intensiv skeið, fyrireikandi fundir, verkætlanarsamstarv og umbýti av lærarum og øðrum starvsfólki.

Serskráin Grundtvig hevur til endamáls at stuðla vaksnamannaútbúgving, fólkaupplýsing og lívslanga læring. Grundtvig stuðlar m.a. eftirútbúgving av lærarum, ið undirvísa vaksnum, starvsvenjing fyri lærarar á hesum øki, skeið í útlondum fyri vaksnir skeiðsnæmingar, menningarverkætlanir, fyrireikandi vitjanir og skipan av tematiskum netverkum.

Harumframt er ein tvørgangandi skipan, ”Transversal Programme”, ið virkar fyri samstarvi tvørturum virksemið í einstøku LLP-skipanunum. Raðfest øki eru : taktisk ráðlegging (policy making), málsligt fjølbroytni, KT og spjaðing av úrslitum og góðum yrkisroyndum.

Jean Monnet – skipanin er eisini partur av LLP. Hendan skipan vendir sær serliga til serfrøðingar á hægri lærustovnum, sum arbeiða við evninum integrasjón í Evropa.

Luttakaralond í Lifelong Learning Programme eru tey 27 ES limalondini umframt Ísland, Noreg, Liechtenstein (EFTA lond við EBS avtalu) og Turkaland. Higartil hava Føroyar onga avtalu um LLP luttøku, men um neyðug fígging verður sett av til økið, ber til at luttaka sum sonevndur 'silent partner', t.e. ein ið ikki kann søkja stuðul úr ES, men sum ber allan kostnaðin sjálv/ur.

Á Altjóða Skrivstovuni (ASK)er ein fulltrúi, sum arbeiðir við LLP, og í Mentamálaráðnum er ein ES-samskipari settur, sum skal fáa greiðu á, hvussu Føroyar kunnu verða við í LLP-samstarvinum.

Les meira um LLP á heimasíðuni hjá ES: http://ec.europa.eu/education/programmes/llp/index_en.html

Ráðstevna um Altjóða Útbúgvingarsamstarv:

Skráin frá ráðstevnuni um Altjóða Útbúgvingarsamstarv:

Framløgur frá ráðstevnuni:

Claus Berg

Jeanine Hermans

Minna Sandberg

Ulf Melin

Urs Nufer

Magnus Perrson:
The Learning Teacher Network 27 Aug 2009
Why didn’t I do this before

Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it