At lesa í London
Kelda: ung@eik.fo
Rithøvundur:
Vangamynd: Marta Káradóttir
Navn: Marta Káradóttir
Búðstaður: London
Hvat lesur tú?
BA (Hons) International Business við Sponskum
á European Business School London
Hví valdi tú júst London?
Valið sjálvt at fara at lesa í London var ikki lætt. Eg sendi umsóknir bæði til Australia, Barcelona, Svøríki, London og Kbh, hetta var fyri at hava so breiðar møguleikar sum gjørligt, og um eg bert slapp inn á eina skúlan, ja so mátti eg so fara har. Tað var helst hetta, ið gjørdi tað spennandi. Eg slapp sum so inn á nógvar og har merkti eg at avgerðin bleiv eitt sindur torfør, fleiri endar hálaðu í meg at fara her og har. Men tá ið alt kom til alt, so var London tann mest eggjandi býurin. Tað var heilt sikkurt tað rætta staðið fyri meg. Býurin er internationalur, dynamiskur og hevur alt at bjóða uppá.
Hvussu megnaði tú at samla tær neyðuga kunning um skúlan, býin, bústað o.s.fr.?
Tað fyrsta eg tók stig til, var at kanna hvør skúli var tann rætti fyri meg, síðani fór eg í gongd við at skriva eina umsókn, tí tey eru alsamt meira krevjandi í Onglandi enn t.d Keypmannahavn. Neyðugt var m.a. at hava minst tvey ummæli, eina persónliga fráboðan, prógv, arbeiðsroyndir og helst skal man hava tikið eina TOEFL roynd fyri at vísa sín førleika í enska málinum. Alt hetta virkaði sera óyvirkomiligt í byrjanini, men heimasíðan ucas.com var ein góð hjálp. Tað er størsti almenni universitetsmiðilin í Onglandi og sjálvt staðið har tú skrivar eina umsókn og sendir hana til 5 ymiskar skúlar. Ein góð hjálp var eisini at tosa við lestrarvegleiðarnar á ASK skrivstovuni um m.a. at søkja um ÙSUN, SU og SU-góðkenning av skúlan, tey vita akkurát hvussu ein skal bera seg at. Ein góð loysn fyri at finna bústað kann verða "flatshare", har tú býrt saman við fleiri, vegna tað er bíligari og lættari um tú ongan kennur. Tvær heimasíður, sum eg nýtti nógv vóru: intolondon.co.uk og spareroom.co.uk.
Hvussu var so at flyta og at byrja tað nýggja kapittulið í tínum lívi?
Tað var nakað so spennandi, óvitandi og rokaligt alt í senn. Eg kendi sum um eg bara hevði kastað meg út í hetta, so nú stóð eg her á berum og hevði ongantíð følt meg so malplaceraðan í lívinum. London er ein máttmikil býur og ein kemur heilt sikkurt til at uppliva mangt og hvat. Skúlan sjálvan dámdi mær væl. Hann var ikki ov stórur, og av tí hann var internationalur, stóðu øll meir ella minni í somu støðu, so vinarbond vórðu skapt av sær sjálvum. Ein má hava í huga at fyrstu mánaðirnir eru heilt sikkurt ringast, tí so nógv ting mugu koma í rættlag viðvíkjandi íbúð, skúlagjald, bankkontu, SU o.s.fr.
Hetta havi eg megnað at fingið í rættlag eftir næstan eitt hálvt ár, so tað var ikki lætt. Eg eri yvirraskað av mær sjálvari, at eg havi tikið tingini lutfalsliga nokkso lætt. Fyrst bleiv alt stolið, pengar, kort, lyklar og telefon, síðani var einki ljós í íbúðini fyrstu vikuna og eingin hiti heilt til decembur mánað og brádliga fór so eisini at leka út takinum. Alt hetta hevur bara gjørt meg meira vísan í at avgerðin var røtt, tí eg standi her enn hóast alt.
Hvørji ráð kanst tú geva føroyingum, ið hugsa um at fara undir hægri lestur uttanfyri Føroyar?
Spar so nógv, sum tú megnar, tí ein kann væntað at skula av við nógvar pengar í byrjanini, so ikki verður neyðugt at ørkymla teg meir enn neyðugt er. Ein skal jú eisini venja seg við nýggj fólk, nýtt umhvørvi og skúlin krevur eisini nógva orku.
Eitt tað týdningarmiklasta er at tosa við tín kundarágeva og fáa skil á fíggjarstøðuna og øll neyðug útgjøld áðrenn farið verður. Søk um SU og ÚSUN í góðari tíð, tí annars kemur tað at fylla so nógv beint áðrenn tú skal flyta og so kann man hvørki gleða seg ella njóta tað.
Til síðst kasta allir fordómar út og ikki altíð velja tað lættasta og tryggasta.
Minst til at njóta tað, tí áðrenn tú veitst av, so er alt yvirstaðið og tú hevur einki fingið við.