Hvat nú?
Kelda: MESS
Rithøvundur: Regin Berg
Grein um Altjóða Skrivstovuna tikin úr MESS, blað nummer 5, marts 2009.
„Skúlin er liðugur!“ ljómar allastaðni, gamalt heimaarbeiði verður brent á báli, glað ungfólk dansa aftur og fram, lívið bíðar eftir teimum, og merkiliga nógvar tómar ølfløskur liggja og sløðast. Kvøldini, veitslurnar, fólkini, og bara tað at vita, at ein hevur klárað skúlan ella fólkaskúlan, er ein heilt ótrúlig kensla. Men nakrar dagar seinni stendur tú brádliga og undrast á, hvar vinfólkini eru farin – onkur arbeiðir, onkur er farin at lesa, onkur at fjakka ... og ivast í, hvar tað er, ið lívið bíðar, og hvat ólukkan ein sjálvur skal gera.
Spyrt tú fólk, hvat tey halda, biður onkur teg fara til arbeiðis, tí at tú skalt hvíla teg. Onkur heldur, at tú skalt fara út í heim, og uppliva aðrar mentanir. Onkur heldur annars, at tú skalt skunda tær víðari á lærdómsins leið, og so eru tað tey, ið siga, at tað stendur til tín sjálvs. Hvussu er og ikki, so eru tað mong, ið enda úti hjá Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni at fáa hjálp, so tað gera vit eisini.
Lesa meira!
Eg fari inn á ask.fo at finna t-postadressuna hjá Holgari, og komi í tankar um herrópið hjá Tony Blair: útbúgving, útbúgving og útbúgving, tá ið eg síggi tey bretsku leinkini á heimasíðuni. Tískil er lætt at seta Holgari tann fyrsta spurningin:
„Tá ið tú ert liðug/ur við fólka- ella miðnámsskúlan, hvussu veitst tú so, hvørt tú ert búgvin til at fara beint víðari at útbúgva teg meira?“
„Tað eru ikki øll, sum vita, hvat tey ætla sær at gera. Men fyrst og fremst skalt tú sum næmingur vera motiveraður fyri, at tað skal ganga væl. Tú skalt eisini hava neyðugu karakterirnar, fakini og stigini, serliga um tú ætlar tær á universitet. Tað er ringt at siga, um karakterirnir eru nóg góðir, áðrenn tú hevur søkt, so tú mást bara søkja hagar, tú hevur bestan hugin at fara og so legga upp fyri við at søkja á fleiri lærustovnar í fleiri londum. Best er tó at finna útav, hvat tey almennu krøvini eru, til dømis týskt ella A-støði í rokning, og so møguliga, at tú hevur 8 í miðal. Krøvini kanst tú altíð finna útav vit at spyrja rætta viðkomandi. Kanna heimasíðuna hjá stovninum, send eitt teldubræv ella ring til vegleiðaran á stovninum. Telefonnummur og teldupost-bústaðurin eru sum oftast at finna á heimasíðuni hjá viðkomandi stovni. Vísir tað seg so, at tú hevur 1,5 minni í miðal, enn stovnurin, ið tú allarhelst vil á, krevur, so eru møguleikarnir ikki so stórir fyri at koma inn, men tú kanst altíð royna kortini. Tað er umráðandi at tryggja tær, at tú veitst, nær freistin er úti at søkja til ta og ta útbúgvingina, og at tú kannar tað í serstakliga góðari tíð, helst eitt ár áðrenn útbúgvingin byrjar.“
Eitt sabbatár
Men summi tíma ikki at fara beint víðari at lesa. Tú hevur sitið á skúlabonki í fleiri ár, tær leingist eftir at uppliva tað veruliga lívið og at síggja heimin. Spurningurin er so, um tú fært gjørt tað, uttan at tað nervar møguleikarnar hjá tær at fáa eina góða útbúgving aftaná: „Tað kann vera gott at halda fram at lesa beint aftaná, at tú hevur fingið prógvið. Serliga um tað snýr seg um tey natúrvísindaligu fakini, og tú hevur áræðið til at lesa. Men tað kann eisini vera skilagott at brúka eitt ár til eitt førleikamennandi ár, ella sabbatár, sum summi rópa tað. Hetta fyri at búnast, taka neyðug eyka fak, og fyri at royna okkurt nýtt, so sum arbeiði, háskúla ella fara uttanlands. Tað kann vera gott fyri at savna tær mátt, og tú kanst kanska fáa tær viðkomandi (vinnu)lívsroyndir og finna útav, hvat tú ætlar tær at lesa/arbeiða sum, áðrenn tú eitt ella tvey ár seinni kanska søkir inn á útbúgvingina/r, sum tú vilt hava. Tað er øgiliga fáastaðni, at tað verður hildið at vera negativt, at tú soleiðis verður eitt ella tvey ár eldri. Tvørturímóti. Í Bretlandi eitur eitt „Mature Student“, sum merkir, at tað kann vera lættari at sleppa inn á eina útbúgving, tá ið ein er blivin 21–23 ára gamal/gomul. Í Danmark ber tað hinvegin til at ganga miðaltalið við 1,08, um tú byrjar útbúgvingina innan tvey ár eftir ungdóms-/miðnámsútbúgvingina. So danska skipanin vil fegin hjálpa teimum, ið fara undir at taka eina hægri útbúgving innan tvey ár.“
Um tú ætlar at lesa
„Hvat kanst tú vænta, at tú skalt klára at gera, um tú ætlar tær at lesa á universiteti ella miðnámsskúla?“
„Fyrst og fremst krevst, at næmingar, ið nema sær útbúgving, eru áhugað, forvitin og spyrjandi fólk. Tey skulu taka lesnaðin í álvara og brúka minst 40 tímar um vikuna ella meira til at læra. Summastaðni er møtiskylda, og har mást tú ikki missa meira enn ein ávísan prosentpart av tíðini. Aðrastaðni, serliga á universiteti, er ikki møtiskylda, so har stendur tað til tann einstaka at raðfesta tíðina. Summi fáa mest burturúr við at lesa einsamøll, onnur fáa meira burturúr við at hitta aðrar næmingar og lærarar í lestrarørindum. Tú kanst saktans hava frítíðarítriv og arbeiði við síðuna av, og tú skalt eisini hava tíð til at hugna tær saman við vinfólki og stuttleika tær viðhvørt um vikuskiftið. Summi taka eina drúgva, hægri útbúgving til ásettu tíðina, hóast tey arbeiða hálva tíð umframt. Onnur verða ikki liðug at lesa, tó at tey bara lesa.“
At flyta heimanífrá
„At flyta heimanífrá er mangan ein av avleiðingunum, tá ið ein ætlar at fara undir eina útbúgving. Tað er ein stór broyting í lívinum. Nú er ein einsamallur við øllum teimum fyrimunum og vansum, sum tað hevur við sær. Men tað er jú ein vanlig búningargongd, ið gongur væl hjá teimum flestu ungu, tó at tað er ringt hjá summum at skula klára seg bara við SU’inum. Tú mást gera og halda eina fíggjarætlan, fyri at fáa alt at hanga saman, læra at gera mat, fáa nakrar fastar mannagongdir, eina samdøgursrytmu og fáa alt til at hanga saman.“
Niðurstøðan er greið: Fyrimunir og vansar standast av øllum tí, tú velur her í lívinum. Onkustaðni eru vansarnir størri, aðrastaðni fyrimunirnir, og onkustaðni veldst um, hvør tú ert. Tú kanst brúka nakað av tíð til at fjakka, arbeiða, lesa ella gera eitt sindur av hvørjum, meðan tú roynir at finna útav, hvat tú skalt gera í framtíðini. Fyrr ella seinni noyðist tú at velja ella vraka.
***************
Freistir at søkja:
Føroyar
Miðnámsútbúgvingar: 15. mars
Hægri lestur: Nakrar mánaðir áðrenn útbúgvingin byrjar.
Danmark
Hægri útbúgvingar:
Kvota 2: Freistin er 15. mars. Søkir tú um kvotu 2 er tað samstundis ein umsókn gjøgnum kvotu 1. Umsóknarbløðini eru tøk frá 1. Februar og kunnu útfyllast online á: www.optagelse.dk. Tað skal tó sendast við posti og vera frammi innan 15. mars klokkan 12.00
Kvota 1: Freistin er 5. juli. Umsóknin, um hon er send úr Danmark, skal vera stemplað í seinasta lagi 4. juli.
Bretland
Universitet: Tá ið søkt verður gjøgnum UCAS, er umsóknarfreistin fyri altjóða studentar í seinasta lagi 30. juni, men best er at søkja longu fyrst í kalendaraárinum. Harumframt eru umsóknarfreistirnar til Oxford, Cambridge, lækna, djóralækna og einstakar aðrar útbúgvingar 15. oktober árið fyri lesnaðarárið.
Søkja um upptøku:
Til ungdómsútbúgvingarnar í Føroyum og Danmark skal eitt felags umsóknarskema útfyllast. Vegleiðing fylgir við, og tú kanst altíð biðja ein vegleiðara um hjálp. Tað sama er galdandi fyri framhaldsútbúgvingar í Skandinavia. Nakað tað sama er eisini galdandi í øðrum londum, eitt nú í Bretlandi, hóast tey yvirhøvur eisini biðja um viðmæli frá lærarum og persónligar lýsingar av sær sjálvum.
Meira hjálp:
Tú kanst ráðføra teg hjá vegleiðunum í fólkaskúlanum, miðnámsskúlum og universitetum. Harafturat eru fleiri faldarar, og ein ørgrynna av góðum heimasíðum til taks:
www.lfu.fo
www.ask.fo
www.studievalg.dk
www.futura.fo – til føroysku ungdómsútbúgvingarnar/miðnám
www.ug.dk – portalur til donsku útbúgvingarskipanina.
www.utinorden.org – hægri útbúgving í Norðurlondum
www.musikuddannelser.dk – Tónleikaútbúgvingar í Danmark
www.ucas.co.uk – Til Bretlands, við leitimaskinu til allar útbúgvingar
www.braintrack.com – Til útbúgvingar um allan heim
Oftast ber til at leita á heimasíðunum, at senda teldubrøv, at ringja og – kanska serliga hjá Altjóða Skrivstovuni – at koma inn og tosa um tingini, tá ið tað liggur fyri.
Lesa uttanlands
„Hvørjir eru vansarnir við at fara uttanlands at lesa?“
Vansarnir kunnu eitt nú vera:
* Tað er dýrt og trupult, tó at tú fært góðan fíggjarligan stuðul.
* Ótryggleikin við tí fremmanda – eisini um tú fært brúkt tína útbúgving har, tú hevur hug at brúka hana.
* Tað kann vera trupult við máli, mentan og einsemi.
* Tú mást vera fyrireikað/ur til eitt sindur av hvørjum, men kanst tó ikki vera fyrireikað/ur til alt.
* Tað liggur ikki líka væl fyri at víðka netverkið við næmingastørvum í Føroyum. Tískil kann tað vera torførari at fáa eitt starv eftir lokna útbúgving uttanlands, enn hjá teimum, sum hava fingið sær útbúgving í Føroyum.
Men fyrimunirnir eru, um tú spyrt meg, so nógv størri:
* Tú mennir tín málførleika,
* Tú lærir um ymiskleikan millum mentanir,
* Tú styrkir tína persónligu menning,
* Tú setir eina fakliga menning í gongd,
* Tú fært roynt ævintýrhugan – kemur í samband við tín innara Indiana Jones.
* Nógvar útbúgvingar kunnu bara takast uttanlands,
* Tað sær gott út, tá ið tú søkir arbeiði.