Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Grafisk design í USA

Kelda: Sosialurin
Rithøvundur:

Vangamynd: Armgarð Absalonsen
Navn: Armgarð Absalonsen

Hvagani ert tú:
Úr Klaksvík

Hvat lesur tú:
Illustratión og Graphic design

Hvar lesur tú:
Siloam Springs, ið er ein lítil býur í Arkansas, USA.

Hvussu kanst tú lýsa skúlan:
Lítil skúli við umleið 2000 næmingum, harav 20% eru útlendingar. Skúlin hevur nógvar ymiskar linjur, tí eru flokkarnir smáir umleið 30 næmingar í hvørjum flokki. Eisini er skúlin bygdur á eitt Kristið grundarlag. Hetta hevur við sær, at lærararnir eru persónliga trúgvandi, og skúlin hevur eina reglugerð, ið aðrir skúlar ikki hava.

Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið:
Strævið, men spennandi.

Fyrimunir og vansar av at lesa, har tú ert:
Mær dámar væl at skúlin er so lítil, tað ger tað lættari at fáa vinfólk og at lærararnir hava betri tíð til einstaka næmingin. Umhvørvið er deiligt, her er gott veður og bíligt at búgva. Ein vansi er, at vera so langt heimanífrá, men tað er tað vert, tí tað er spennandi at uppliva eina øðrvísi mentan. Ein annar vansi er, at skúlin krevur, at tú býrt á skúlanum, inntil tú ert 22 ár ella hevur sama tímatal sum ein 4. árs næmingur. Tú fært eitt kamar saman við einum øðrum næmingi, men tit hava ongan køk, so tú etur í matarhøll saman við øðrum næmingum og lærarum.


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it