Læknalesandi í Póllandi
Kelda: Sosialurin
Rithøvundur:
Vangamynd: Rói Knudsen
Hvagani ert tú?
Eg eri úr Saltangará.
Hvat lesur tú?
Medisin (til lækna)
Hvar lesur tú?
Eg lesi í Stettin (Szczecin) í Póllandi. Tað er ein býur við umleið 400-500.000 fólkum. Býurin liggur tætt uppat týska markinum, og tað tekur umleið tveir tímar at koyra til Berlin
Hvussu kanst tú lýsa skúlan?
Skúlin eitur Pomeraninan Medical University. Tú kanst lesa medisin og til tannlækna her. Tað eru tvey ymisk program, eitt polskt program, har undirvísingin gongur fyri seg á polskum, og eitt enskt program, har undirvíst verður á enskum. Vit útlendsku eru sjávsagt í tí enska programminum.
Á tí enska programminum eru fólk frá mestsum allari verðini. Tó eru flest normenn og sviar.
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið?
Hesin skúlin er ógvuliga gamaldags tá hugsað verður um úndivísingarhátt. Tað er skúlagongd hvønn dag, og tað er møtiskylda. Um tú hevur verið sjúkur og hevur læknaváttan, skalt tú taka tímarnar, tú hevur mist inn aftur eina ferð. Um tú ikki hevur læknaváttan, mást tú taka allar tímarnar inn aftur tríggjar ferðir, so her er einki við at ganga og skulka.
Vit eru býtt upp í flokkar á umleið 25 næmingar. Vit vera verandi í hesum somu flokkunum øll seks árini. Í teimum stóru fakunum verða flokkarnir aftur býttir upp í fýra bólkar, soleiðis at vit eru seks næmingar til hvønn lærara.
Tað er ikki soleiðis, at vit eru á skúlanum allan dagin. Vit hava higartil bara tveir tímar um vikuna á skúlanum. Tímarnir í teimum flestu fakunum ganga fyri seg á ymiskum deildum á størsta sjúkrahúsinum her í býnum. Eg gangi enn bara á fyrsta ári, so mítt høvuðsfak er anatomi. Tímarnir í anatomi ganga fyri seg í smáum líkrúmum, so vit hava altíð lík og kropspartar liggjandi á líkborðum, tá vit hava tíma. Hetta, haldi eg, ger at tað er nógv skjótari at læra alt um hvønn kropspart, og út frá hesum sært tú eisini, at tað er ikki alt akkurát, sum tað stendur í bókunum.
Av tí at tað bert eru seks næmingar til hvønn lærara í høvuðsfagunum, so er tað ógjørligt at koma ófyrireikaður til tíma og sleppa lætt. Tað verða settir spurningar alla tíðina, og um tú ikki klárar at svara, so verður tú ikki væl viðfarin. Lærararnir kunnu gerðast ógvuliga persónligir viðhvørt, men sum alt annað her, so haldi eg, at tað bara er fyri at venja okkum við mótstøðu.
Tað eru við jøvnum millumbilum royndir í hvørjum faki sum skulu klárast. Hetta ger, at tú ongan møguleika hevur at koma langt afturúr í nøkrum, so tað er bara gott.
Hendan gamaldags skipanin var eitt sindur ræðandi í byrjanini, men tað vandu vit okkum ógvuliga skjótt við. Eg haldi, at hetta er ein perfekt skipan fyri meg, tí eg havi ongantíð verið serliga disiplineraður.
Tað er tó ikki soleiðis, at tú mást sita og lesa alla tíðina - tí betur. Tá vit hava eina fríløtu, so er nógv gott, sum vit kunnu finna uppá her í býnum.
Fyrimunir og vansar av at lesa har tú ert?
Fyrst og fremst vil eg siga at tað er ein stórur fyrimunur við tí enska programminum. Tá vit eru liðug at lesa kunnu vit arbeiða allastaðni í verðini uttan í USA. Fyri at kunna tað skulu vit taka eina próvtøku afturat. Tann gamaldags skipanin er fyri meg ein stórur fyrimunur. Eisini er tað ógvuliga bíligt at liva her, so tú noyðist ikki at ganga og spara alla tíðina.
Málið er ofta ein vansi. Tey flestu polsku duga mestsum einki enskt, so tað kann vera ringt at samskifta við hvørt. Men polskt er eitt kravt fak her, so vit fáa brongla okkum nøkulunda fram á polskum.
Umframt málinum eru tað bara smáir vansar við at vera her, sum tildømis, at tú ikki mást drekka kranavatnið og at mjólkin smakkar illa.
Citat: “vit hava altíð lík og kropspartar liggjandi á líkborðum, tá vit hava tíma”