Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Starvsvenjing á Mauritius

Kelda: Pisan 2008
Rithøvundur:

Barbara Djurhuus, Mauritius.
Eg eiti Barbara Djurhuus og lesi til pedagog í Keypmannahavn, á Københavns Pædagogseminarium. Útbúgvingin, sum er ein bachelor útbúgving, tekur 3½ ár, har 1 ár og 3 mánaðir eru praktik. Tann fyrsta praktikkin (øvelsespraktikken) er 3 mánaðir, tann næsta (1. lønta praktik) er 6 mánaðir og tann síðsta, sum eg taki nú, er eisini 6 mánaðir (2. lønta praktik). Tað síðsta hálva árið er til at skriva bachelor og til eksamiu.

Útbúgvingin er sera spennandi og fevnir um ymisk evnir, sum t. d. kommunikatión, sálarfrøði, samfelagsfrøði, pedagogikk og menning. Vit hava eisini kreativa undirvísing sum tónleik, drama/teater, tekna og mála, leir-verkstað og træ/metal verkstað.

Júst nú eri eg í praktikk á Mauritius og skal vera her í eitt hálvt ár.
Mauritius er ein lítil oyggj í tí Indiska havinum uttan fyri Madagascar/ Suðurafrika. Síðani uml. ár 1700 hevur oyggin verið ein fronsk koloni, og sum so nógv onnur afrikonsk hjálond hevur Mauritius verið ein miðdepil fyri trælahandil og eitt paradís fyri sjórænarar. Ígjøgnum nógv ár við trælahandli og innflutningi av ymiskum fólkasløgum, er Mauritius ein stórur peruvellingur av fleiri religiónum og fólkasløgum. Uml. 60% av øllum fólkunum eru hinduar, ein triðingur romanskir katolikkar, og ein fimtipartur muslimar, og so eru aðrar religiónir eisini.

Hetta havi eg merkt nógv síðani eg kom til landið og byrjadi við mínari praktik. Praktikstaðið er á einum ”primery school”, við børnum í aldrinum 4 til 5 ár. Øll tosa franskt og duga sera illa at tosa enskt. Tað franska, sum tey tosa, er ein stórur blandingur av creol, sum er teirra høvuðsmál, og fronskum. Hetta er sera torført, tá ið ein skal arbeiða við fólki, men eg kann bara ugga meg við, at eg nokk gerist nógvar ferðir betri til at verda týðilig í mínum kropsmáli, tí her verði eg noydd at brúka tað.

Eitt annað, sum eg havi merkt nógv, eru allar heiligdagarnar ella ”public holidays”, sum tey ganga øgiliga høgt upp í her niðri. Nú ein dagin var tað ”indian holiday”, har allir indarar skulu ganga til eitt vatn og so heim aftur. Eg var á veg til Port Louis, høvuðstaðin á oynni, við tí almenna bussinum. At síggja øll hesi fólkini ganga skrúðgongu og sita í einum bussi í næstan 40 hitastigum, sum næstan ikki flytur seg úr stað, í næstan 3 tímar, var nú ikki tað mest hugnaliga ella stuttliga. Men at síggja øll fólkini samarbeiða við at bera altar og ymiskt, ið tey høvdu bygt, og síggja øll, ið luttóku, sjálvt um tey ikki sóu serliga religiøs út, var eitt upplivilsi fyri seg.

Praktikstaðið er sum at fara uml. 50 ár aftur í tíðina. Tað er heilt týðiligt at tað er pedagogurin ella lærarinnan, sum ræður í flokkinum. Her má sigast, at tað bert eru kvinnur sum undurvísa í hesi organisatiónini. Børnini hava stóra respekt fyri lærarinnuni og gera alt tað, sum hon sigur. Onkuntíð tykist tað sum um børnini eru bangin fyri lærarinnuni og onkuntíð tykist tað, sum um tey eru stolt og glað at gera tað, sum hon sigur. Ofta gráta børnini og vilja ikki í barnagarð/skúla og hava ilt við at tola kritikk frá lærarinnuni. Lærarinnan rópar nógv eftir børnunum og onkuntíð slær hon tey. Um børnini ikki gera heimaarbeiðið líka sum lærarinnan, verður pappírið skrætt sundur og barnið skal byrja umaftur.
Her er ein mynd, har ein drongur hevur teknað seg sjálvan. Tey hava havt undirvísing um fýrakantar, men hesuferð skuldu tey tekna seg sjálvan og eitt reytt súrepli. Hendan tekningin var ikki góðkend og drongurin skuldi tekna hana umaftur.

Børnini sita nógv niðri, og eru úti á spæliplássinum uml. 30 minuttir um vikuna, har lærarinnan stýrir spælinum. Ein vanligur dagur sær soleiðis út:
08.00 – 09.00: Børnini møta, og hava møguleika at spæla við puslispøl inni á stovuni
09.00 – 10.00: Á wc, drekka juice og keks, undirvísing
10.00 – 12.00: Undirvísing
12.00 – 12.30: Wc, døgurði
13.00 – 14.00: Stillitími, har tey flestu børnini skulu sita á stólinum ella á madrassu og sova. Nøkur børn skulu gera skúlating saman við lærarinnuni.
14.00 – 17.00: Sita børnini niðri, kanska spæla puslispøl, og síðani verða børnini heintaði.

Hví pedagog?
Tey flestu sum spyrja meg hvat eg lesi, hava altið eitt lítið smíl á andlitinum, tá ið eg sigi at eg lesi til pedagog. Eg kundi blivið eitt sindur fornermað, men eg haldi nú ikki at tað hjálpir ella er til nakra nyttu. Eg kundi eisini lisið til okkurt eitt sindur meir ”spennandi” sum kanska advokat ella lækna (sum eg havi stóra respekt fyri). Men eg havi fylgt mínum áhuga og tí, sum eg brenni fyri, og eg trúgvi ikki, at eg kundi verið meira nøgd við einari aðrari útbúgving, enn við mínari (vónandi) komandi pedagogútbúgving. Ein kann altið taka ein yvirbygnað, um ein hevur hug til tað. Og hví ikki taka av, tá ið møguleikin er til staðar?

Hví Mauritius?
Eg havi altið ætlað mær at farið uttanlanda at lesa, og tá meini eg ikki við Danmark og hetta var ein góður møguleiki. Ætlanin hjá mær var at fara til Cape Town í praktik, men aftaná einari framløgu um Mauritius frá eini gentu sum fyri einum ári siðani var í praktik her, fall eg púrasta fyri oynni og havi eg ikki angrað valið. Eg fari ein túr til Cape Town áðrenn eg fari aftur til Danmarkar, har eg vónandi sleppi at síggja praktikstaðið, sum eg í fyrstuni fegin vildi sleppa á.
Tað er so nógv, sum eg kundi greitt frá, men eg vil enda við at siga, at eg havi virkuliga funnið útav hvussu týdningarmikið tað er at fylgja sínum hjarta og dreymum. Eg havi altíð hugsað, at um eg bert klári at gera eitt av øllum teimum tingunum, sum eg fegin vil uppliva ella gera, so er tað gott nokk. Og uttan tann góða stuðulin sum eg havi fingið frá foreldrum og beiggja mínum, veit eg ikki hvussu eg skuldi havt klárað tær strævnu tíðirnar.

Og til øll tykkum við framtíðarplanum og dreymum: far avstað! Tú kanst altíð koma heim aftur :)

Kærar heilsur Barbara Djurhuus
(barbaradjurhuus@hotmail.com)


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it