Starvsvenjing í Toronto
Kelda: Pisan 2008
Rithøvundur:
Tórhild Johannesen, Toronto.
Og hvat lesur tú so til, góða? Ja, øø…hvat lesi eg til?
Tann spurningurin kann onkuntíð vera ringur at svara, tá ein sum eg ikki lesur til lækna, lærara ella aðrar góðar gamlar kendar útbúgvingar. Men tá eg nú so nógvar ferðir hevði staðið sum eitt líka stórt spurnartekin sum tann, ið spurdi meg spurningin, helt eg, tað var upp á tíðina at gera nakað við tað. Eg skuldi finna útav hvat eg lesi til!
Eg lesi cand.ling.merc, ein kandidatútbúgving í ”erhvervssprog og international erhvervskommunikation” á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Ein útbúgving sum mín er sera breið og arbeiðsmøguleikarnir tilsvarandi ymiskir. Fyri at finna ta røttu leiðina fyri meg valdi eg at søkja um at sleppa í starvsvenjing á tí Danska Handilskontórinum í Toronto, Kanada.
Donsku Handilskontórini eru at finna kring allan heimin og umboða Danmarks Eksportråd, sum er ein partur av Uttanríkismálaráðnum. Donsku handilskontórini bjóða seg fram til at hjálpa donskum fyritøkum, sum gjarna vilja veksa út a heimamarknaðin.
Danska Uttanríkismálaráðið bjóðar lesandi frá nógvum ymiskum útbúgvingum møguleikan at
arbeiða á sendistovum sinum kring heimin í seks mánaðar ella eitt ár. Sendistovurnar eru millum annað ambassadur og handilskontór. Men tá ein hevur øll heimsins lond at vejla í, hvat velur ein so?
Kanada er næststørsta land í heiminum í geografiskari stødd, strekkir seg frá Atlantshavinum til Stillahavið og hevur seks ymiskar tíðarsonur. Toronto er størsti býur í Kanada við 5 milliónum íbúgvum og er samstundis mest etniskt blandaði býur í heiminum. Tá tú ringir 112 í Toronto kunnu tey svara tær á 150 ymsikum málum. Kanada er veruliga eitt sindur av øllum heimsins londum og Toronto er miðpunktið í øllum. Tí var Toronto eitt eyðsæð val fyri meg.
Eitt er tó at hugsa um at fara, men fyri veruliga at fara, er tað neyðugt at fáa alt tað praktiska upp á pláss. Tað praktiska kann vera so nógv ymiskt alt eftir hvar leiðin gongur, men eitt sum er felags fyri øll, er spurningurin um, hvussu ein skal fáa tað økonomiska at hanga saman. Uttanríkismálaráðið bjóðar starvsnæmingunum hjá sær 3.000 krónur um mánaðan í stuðli til húsaleigu. Samstundis er tað møguligt at fáa SU um útbúgvingarstaðið gevur merit fyri starvsvenjingina. Harafturat eru tað nógv legat, ein kann søkja, og møguleikarnir fyri at fáa pengartann vegin eru góðir. Eg søkti til dømis fimm legatir og fekk positivt svar frá tveimum. Stuðulsstovnurin bjóðar harumframt verkætlanarstuðul, sum er stuðul til ein ferðaseðil aftur og fram til praktikstaðið. Sjálvt um eg ikki hevði nakran posa av gulli liggjandi á loftinum, bar tað soleiðis væl til hjá mær at fáa endarnar at røkka saman.
At byrja starvsvenjingina var sera spennandi. Eitt nýtt stað, nýggj fólk og nógv at læra. Sum starvsnæmingur á Handilskontórinum arbeiði eg mest sum á jøvnum føti við hini, fái ábyrgd og sleppi at taka allar tær uppgávur, eg vil. Tað eru sjálvandi eisini uppgávur, sum ikki eru so áhugaverdar, men tær skulu eisini avgreiðast. Millum tær uppgávur eg havi loyst, kann nevnast ein kaning og longri rapport um skatta-, arbeiðsmarknaðarviðurskiftið, orku- og umhvørvispolitik í Kanada. Marknaðarkanningar og marknaðarrapportir av ymiskum á marknaðinum í Kanada, leitingar eftir lokalum distributørum og partnarum fáist eg eisini nógv við. Av og á eru messur, mótasýningar og móttøkur eisini ein partur av arbeiðinum á handilskontórinum, og tað er sera stuttligt at vera boðin við til tílík tiltøk.
Nú havi eg verið í Toronto í eitt hálvt ár og havi tíbetur fleiri mánaðar eftir, tí eg eri als ikki klár at fara heim enn. Hetta hálva árið hevur verið sera læruríkt fyri meg. Eg havi havt møguleika at royna, hvussu tað ”ordiliga lívið” er. Tað besta av øllum er, at eg havi kunnað brúkt alt tað, ið eg havi lært í skúlanum. Ja, eg vildi enntá sagt, at eg havi funnið útav, hvat eg lesi til!