Master in Aquaculture í Ås
Kelda: Pisan 2008
Rithøvundur:
Regin Arge
Eg havi altíð havt áhuga í fiskivinnu og serliga aling av fiski.
Noreg stóð fyri mær sum eitt land við møguleikum fyri víðari lestri. Hevði hoyrt um aðrar føroyingar, sum høvdu verið har og prát við fólk við skili fyri fiski gjørdi, at eg fór at kanna hetta nærri.
Kundi valt, at lisið biologi t.d. í Keypmannahavn, men fann líkasum ikki koblingina til fiskaaling ella fiskivinnu/alivinnu har. Lestrarvegleiðarar í Føroyum vistu ikki nógv um lesnað í Noregi, men fór eg til Danmarkar, kundi eg fáa ”pakkan” við allari vegleiðing um, hvussu farast skuldi fram, stuðul osv. Fór sjálvur á netið og sá, at eg kundi fáa júst somu útbúgvingar í Noregi sum í Danmark ella aðrastaðni. Noreg hevur eins og Føroyar langar tradisjónir innan fiski- og alivinnu, og eru tí nógvar útbúgvingar rættaðar júst at hesum. Norsk marin-gransking er altjóða á høgum støði. Ein kann velja at fara norður til Tromsø, suður til Oslo ella mitt í millum - til býin flestu føroyingar helst kenna best, Bergen. Tað finnast sjey universitet í Noregi spjadd um alt landið
Búgvi nú við konu og tveimum børnum og lesi nú á øðrum ári Master in Aquaculture á UMB (Universitetet for Miljø og Biovitenskap ) í Ås, 30 km. sunnan fyri Oslo, og er tað ein útbúgving innan føðslu/fóður, kynbótararbeiði av laksi og øðrum sjófiskasløgum. Útbúgvingin er mær sera áhugaverd og viðkomandi. Lestrarumhvørvið er frálíkt og fer stór gransking fram her innan fleiri vinnugreinar so sum djóra- og fiskaaling, matvørur, matematikk, fysikk, biologi, genetikk, geologi og botanikk.
Hvat kanst tú lesa í Noregi?
Allar umsóknir til lesnað fara ígjøgnum Samordna Opptak. Fert tú inn á heimasíđuna www.samordnaopptak.no fært tú hópin av upplýsingum. Eisini kanst tú fáa tilsent pappírsútgávuna Søkerhandboka. Freistin at søkja er 15. apríl.
Vert er at leggja til merkis, at Noreg hevur annan bygnað enn Danmark, tá talan er um karakterskala. Men á áðurnevndu heimasíđu er ein umroknari til danskan standard. Vanliga verður krav sett til Generell Studiekompetanse. Hetta er rætt og slætt Handilsskúla, students- ella HF-prógv, HFX ella líknandi. Hevur tú tey fak, sum skulu til fyri at koma inn á hægri lærustovn í Danmark, so ert tú eisini kvalifiserað/ur til norskar lærustovnar.
Lestrarstuđul
Lesur tú í Noregi fært tú danskan SU. Á heimasíðuni hjá SU stendur at lesa um hetta undir lesnaði í útlandinum. Leggjast skal til merkis, at tú mást fáa útbúgvingina góðkenda av SU, um vilt hava studning. Hetta er ikki nakar trupulleiki, so leingi útbúgvingin svarar til danskar útbúgvingar. Eisini mást tú frítakast fyri skatt – vanliga í Frederiksberg Kommunu.
Tá tú ert í gongd við lesnaðin, mást við byrjan av hvørjari lestrarhálvu senda inn váttan um, at tú ert aktiv/ur í lesnaðinum. SU verður ikki sent til norskar peningastovnar, men føroyskir eru í lagi. Haðani kan stuðulin sendast til tína norsku konto.
Hvussu er í Noregi?
Eg haldi ikki, tað var nakað kultursjokk fyri okkum at flyta til Noregs. Málið er lætt at skilja, hóast tær nógvu dialektirnar. Tosar ein danskt uttan tað bleyta, ella ”gøtudanskt” og tvinnur nøkur norsk orð, sum ein kemur eftir, uppí – ja, so tosar tú norskt. Ein verur góðkendur sum eitt slag av systkinabarni til norðmenn og halda norðmenn, at tað er ógvuliga forkunnugt at møta einum føroyingi, eftirsum vit ikki eru so nógv í tali. Men norðmenn kenna til Føroyar, og havi eg møtt nógvum, sum kenna onkran føroying ella sjálvi hava verið har, ella kenna ein, ið hevur verið í Føroyum.
Noreg er eitt stórt og vakurt land og eru norðmenn ernir av tí. Her eru nógvir møguleikar at íðka ítrótt og annað. Kanska serliga eru úti-ítróttir væl dámdir. Fólk brúka nógv náttúruna – fara ”på tur”, antin til gongu ella ski og er ”hyttetur på fjellet” vanligt.
Vit trívast væl her og kann eg viðmæla, at kanna møguleikarnar fyri lesnaði í Noregi.