Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Sustainable Environmental Management í Aberdeen

Kelda: Pisan 2008
Rithøvundur:

Herborg N. Debess, Aberdeen.
SAC – Scottish Agricultural College

Av tilvild endaði eg á SAC í oktobur 2005 – haðani eg nú í summar væntandi “gradueri” við einari bachelor útbúgving.

Tilvild, ja! Tað var tað veruliga. Maðurin, eg, sonur uppá 16 og dóttir uppá 14 høvdu gjørt av at vera eitt ár í Skotlandi – uttan at vit høvdu gjørt av, hvat vit skuldu gera. Børnini vóru tó innskrivaði í Aberdeen Grammar School áðrenn (uha! – tað kundi eg skrivað eina aðra grein um!).

Eg spákaði á Union Street og fór inn í Career Scotland. Hugurin til at lesa eitthvørt í familju við lívfrøði var har, og ein fitt eldri kona beindi meg til SAC. Har var “open day” dagin eftir.
Eg varð væl móttikin og fekk eina grundiga innføring í útbúgvingina: Sustainable Environmental Management. Sum sagt, eri eg við at vera liðug og hesi 3 árini hava verið heilt fantastisk – bæði útbúgvingin sjálv og staðið.

SAC er eitt college við universitets-status (Edinburgh University).
3 deildir eru – Aberdeen, Edinburgh og Ayr (tætt við Glasgow).
Útbúgvingarnar á SAC eru allar umhvørvisrættaðar – innan landbúnað, umhvørvisvernd og urtagarðsbrúk.

Millum 10 og 15 greinar eru at velja ímillum og nýggj lesandi verða tikin inn á hvørjum ári.
SAC í Aberdeen er deiliga lítið (umleið 200 lesandi) og er drivið av einum ótrúliga dugnaligum leiðara – Collette Coll. Hon megnar at gera staðið til eitt gott stað at vera. Ikki bara fakliga. Menniskjaligi parturin fyllir eisini – her verður givið gætur, hvussu tú er fyri – og tey taka hond um teg.

Aftaná at hava verið her í skjótt 3 ár haldi eg, at hesin formurin fyri útbúgving er skræddaraseymaður til føroyingar – ella til onnur smá samfeløg. Útbúgvingarnar eru “breiðar” – ikki spesialisering – t.d. kann eg nú søkja starv hjá IRF, Jarðfeingi, Náttúrugripasavninum, Brennistøðini í Havn, Útoyggjafelagnum, Umhvørvisstovuni, sum umhvørvisráðgevi hjá kommunum og helst annað eisini.

So . . . . . .
Leitið hendavegin – tit sum eru umhvørvisáhugaðið – her eru góðar útbúgvingar at fáa.


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it