Læknavísundi í Arkansas og Keypmannahavn
Kelda: Pisan 2008
Rithøvundur:
Maria Meinhardsdóttir, 22 ár , Siloam Springs, Arkansas, USA.
Ásla Joensen, 24 ár, Keypmannahavn, Danmark.
Maria Meinhardsdóttir, 22 ár , Siloam Springs, Arkansas, USA
Hví hesa útbúgvingina?
Áhugurin byrjaði tá eg tók lívfrøði i miðnámsskúla og líka síðani, havi eg ynskt at lisið til lækna. Veruleikin er tó at eg hevði ikki farið undir hesa útbugvinga hevði eg ikki verði komið saman við Sámali, sum longu var undir somu útbugving.
Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli?
At sleppa inn var eingin trupulleiki, og tey settu ikki hægri krav enn eitt miðal gott prógv. Viðvík jandi stuðli fái eg bert stuðul frá ÚSUN síðan John Brown University er ein kristin skúli og SU ikki góðtekur religiøsar skúlar. Tó røkka pengar nir til alt tað neyðuga. Harafturat hevur skúlin just játta at gjalda eina ferð um árið til Føroyar fyri okkum føroyingar, so tad lattur sjalvsagt um.
Hvat er innihaldið í útbúgvingini?
Eg taki bachelor í lívfrøði (kallast pre medisin, sum er við tí fyri eyga at fara á læknaskúla), og tað tekur 4 ár. Síðani fari eg víðari á lækna skúla eftir hetta, sum eisini tekur fýra ár. Hesi fyrstu fýra árini taki eg eina eitt sindur breiða bach-elor, ið kallast Liberal Arts Education. Høvuðs fakið, ið eg taki er lívfrøði, men so taki eg eisini heilt ymiskar klassar, sum ikki hava við lívfrøði at gera, eitt nú søgu, enskt, og theologi. Nakað, sum mær dá-mar væl við hesi skúlaskipanini er at tað er ikki bara endaliga royndin sum telur. Ígjøgnum eitt semestur hava vit vanliga 4 royndir og endaliga útslitið er tí eitt miðaltal av hesum royndum, endaligu royndini og ymsum uppgávum.
Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið?
Býurin sum eg búgvi í er lítil, umleið á stødd við Havnina, og frítíðar møguleikarnir eru tískil nakað teir somu. Tá vit fara út í vikuskiftunum plaga vit tó vanliga at fara til ein størri bý sum liggur eini 45 minuttir herfrá har nógv fl eiri frítíðarmøguleikar eru. Og so sjálvandi tá vit hava veruliga frí, ella ferðiu, eru møguleikarnir óteljandi stórir. Tað er so nógv at uppliva og at síggja her í USA og bíligt at ferðast í mun til hvat vit eru von við í Føroyum. Bústaðarviðurskifi ni kundu ikki verið betur. Eg búgvi einsamøll í eini rúmligari íbúð við tveimum kømurum, ið liggur 10 min til gongu frá skúlanum, og tað kostar na-kað tað sama sum at leiga eitt kamar í Havnini. Eg vil eisini nevna at skúlin er serliga tilroknaður trúgvandi næmingum. Ert tú trúgvandi vil eg fyri vist ráa tær at søkja, tí allir læraranir eru trúgvandi og tí læra teir ikki bert tað sum lærubøkurnar læra, men eisini hvussu vit kunnu hava ein kristnan hugsanarhátt um ymisk viður-skifti. Hetta hevur serliga verið ein fyrimunur fyri meg sum lesi náttúruvísundi.
Hvussu sær tú framtíðina?
Sum nu er gongur leidin moguliga til Karibiska havid at lesa vidari a laknalestrinum og sidani voni eg at koma til Foroyar at arbeida, umframt moguliga at gera okkurt valgerdandi arbeidi i tilafturskomnum londum.
--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Ásla Joensen, 24 ár, Keypmannahavn, Danmark.
Hví hesa útbúgvingina?
Mær hevur altíð dámt væl biologi og kemi og eg visti leingi, at eg skuldi lesa til okkurt innan heilsuøkið . Eg valdi medisin, tí eg haldi at læknaarbeiði er sera spennandi. Tað er samstundis ein sera breið útbúgving, sum eisini gevur mær góðar møguleikar at fara út í verðina at arbeiða, og hetta var eisini týdningarmikið fyri meg.
Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli?
Fyri at koma søkja inn til medisin krevst ein miðnámsútbúgving + specifi kk krøv. Upptøkan fyrigongur gjøgnum tvær kvotir, Kvotu 1 og kvotu 2. Upptøkan gjøgnum Kvotu 1 er bert grundað á miðaltalið frá prótøkunum í miðnámsskúlanum, meðan upptøkan gjøgnum kvotu 2 eisini er grundað á, hvat ein hevur tykist við eftir miðnámsútbúgvingina. Við SU melur tað fíggjarliga væl runt, men um ein hevur hug at brúka eitt sindur meir, so eru tað framúr møguleikar hjá teimum læknalesandi at arbeiða við síðuna av við at taka vaktir á sjúkrahúsum.
Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær?
Útbúgvingin inniheldur frálæru í sera nógvum ymiskum lærugreinum, og studie er bæði teo-retiskt og praktiskt. T.d. fært tú eina stóra teo retiska vitan um menniskjakroppin og sjúkur. Ein lærir eisini, hvussu ein samskiftar við sjúklingar, og fær undirvísing í lærugreinum so sum sálar-frøði og etik. Ein vanlig vika/dagur hjá mær: Hvussu vikan hjá mær sær út velst um tað er prótøkutíð ella ikki, men ein heilt vanligur dagur byrjar við at lesa á bókasavninum til um midagsleitið tá farið verður til ein fyrilestur í mikrobiologi, og síðani undirvísing í farmakologi. Aftaná seti eg meg so aftur á bókasavnið til tíð er at fara heim til nátturða
Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið?
Eg haldi, at tað en sera dámligur stemningur á studie’num, og ein følir seg sum ein part av einum størri felagsskapi. Haraftrat er tað ein hópur av fakligum og ófakligum tilboðum, sum ein kann fara til í frítíðini. Fríggjadagsbar, fót bóltslið, ymiskir felagsskapir og fakligir fyrilestrar eru bert nøkur fá dømi.
Hvussu sær tú framtíðina?
Hvussu framtíðin hjá mær fer at síggja út, eftir at útbúgvingin er liðug, hugsi eg ikki so nógv um nú, tá tað liggur so langt frammi, men møgulei-karnir eru nógvir. Í løtuni hugsi eg meiri um at taka mær eitt ár frí frá studie’num og fara út at arbeiða við “læger uden grænser”.