Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Snigevi í Milano og Keypmannahavn

Kelda: Pisan 2008
Rithøvundur:

Frida E.E. Poulsen, 26 ár, Milano, Italia
Elin Christiansen, 27 ár, Keypmannahavn, Danmark
Frida E.E. Poulsen, 26 ár, Milano, Italia

Hví hesa útbúgvingina?
Eg havi altíð havt áhuga fyri list og handarbeiði. Tó, kann tað til tíðir tykist sum, at listin væntar innan móta, men við hesari útbúgvingini havi eg møguleika at samanseta bæði.
Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli?
Skúlin, ið eg gangi á, er ein privatskúli (Istituto Marangoni), sum merkir, at fígging má til. Tó, so er skúlin er SU góðkendur og tískil fái eg SU hvønn mánað og ÚSUN frá Stuðulsstovninum til skúlagjaldið. Harumframt, fái eg eisini ferðas-tuðul frá Stuðulsstovninum, ið røkkir til eina ferð heim og aftur hvørt ar. Fyri at sleppa inn á skúlan skal ein hava studentsprógv, søkja í góðari tíð og fígging. Tað er ikki torført at sleppa inn, men harafturímóti torført at gjøgnumføra útbúgvingina, tí at ein noyðist at vera 100 % aktivur og gera nógv heimaarbeiði.

Eg vil leggja afturat, at um ein fer til eitt ikki enskt-talandi land, eru góðir møguleikar at faa fíggjarligan stuðul úr Føroyum til málsskúla og studning. Eftir mínum tykki er hetta nakað heilt serstakt, og ein og hvør átti at roynt hetta. Tað er ein stór avbjóðing, at vit hava so góðar møgu-leikar til at fáa ein privatskula goldnan og eisini læra eitt nýtt og spennandi mál! Um einum stendur í boði slíkar møguleikar, sum vit hava, so haldi eg, at ein skal taka av og royna tað, uttan at hugsa um at tað er ov langt vekk osfr.

Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær?
Hmm innihaldið.. Tekning og tekning, mynstur læru, grafi skt arbeiði, so sum photoshop og illus trator, lista søga, klædna søga, marknaðarføring og alt innan sniðgeving. Ein vanlig vika; skúlagongd mánadag til hósdag (onkuntíð fríggjadag). 6 skúlatímar um vikuna, hvor tími varðar 2,5 tíma. Eg havi eisini altíð skúla arbeiði at gera heima. Tað er líkasum, at ein fer i skúla fyri at vísa fram tað, ið ein ger heima. So tað er upp til hvønn einstakan hvussu nógv lagt verður í skúlan. Men, um tú forsømir tímar og ikki gert títt besta hvørja ferð, er kjansur fyri, at tú ikki fært loyvi at halda áframm. Hetta kemst av, at tað er ein privatskúli, og tað er upp til skúlan hvussu hann stýrir útbúgvingini.

Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið?
Lestrarumhvørvið er fantastiskt. Um tú skalt vera internationalur sniðgevi haldi eg, at tað er týdningarmikið, at tú fert til ein bý, har mótin er i hásæti. Til dømis eru Milano, London, Paris, Tokyo og New York dømi um hetta. Alt snýr seg um móta her. Og tú fært beinanvegin innlit i ‘bransjuna’.

Hvussu sær tú framtíðina?
Eg veit ikki hvussu verður við framtíðini. Um tú vilt hava fótin innum á onkrum stórum mótahúsi her í Milano, mást tú bjóða seg framm til at ar-beida uttan løn í fyrstu syftu. Tað er ikki nakað ið liggur mær fremst í huganum aftaná 4 ár við SU. So í næmastu framtið vænti eg at arbeiða í onkrari fyritøku og fáa arbeiðsroyndir og pengar! So tá verður alt arbeiði við sniðgeving og list gjørt við síðunarav arbeiðnum. Annars, so hugsi eg um at byggja upp á útbúgvingina við at fara til Tokoyo, men enn er onki fastlagt. Alt ber til. www.marangonischool.com

-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Elin Christiansen, 27 ár, Keypmannahavn, Danmark

Hví hesa útbúgvingina?
Tað var einamest av tilvild, at eg valdi at fara undir júst hesa útbúgving. Ein vinkona, sum var í holt við útbúgvingina, fortaldi mær um hana. Eg helt beinanvegin, at tað ljóðaði sum ein sera áhugaverd útbúgving, og gjørdi tí av at søkja.

Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli?
Søkt verður gjøgnum KOT (Den Koordinerede Tilmelding). Øll ið søkja, fáa eina upptøku roynd, ið skal standast, fyri at sleppa inn. Henda royndin fevnir um eina uppgávu, ið skal loysast á Netinum, umframt eina tekniuppgávu, ið skal sendast skúlanum. Útbúgvingin er ókeypis og gevur rætt til SU.

Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær?
Lesi til designteknolog á BEC Design.Útbúgvingin tekur 2 ár og er býtt upp í 4 semestur. 1. semes tur er ein inngangur til restina av útbúgvingini. Her verður ein kunnaður um tær tríggjar høvuðslinjunar, útbúgvingin hevur at bjóða, nevniliga Design, Handel og Produktion. Eg valdi Design linjuna. Tað eru uml. 20 til 25 tímar við skúlagongd um vikuna. Vit verða undirvíst í øllum frá lit- og tilfarslæru til trendspotting, design, konstruktión og teldutøkni. Meginparturin av undirvísingini fer fram á vanligan hátt, við at lærarin greiðir frá; men vit arbeiða eisini nógv bæði í bólkum og sjálvstøðugt við ymiskum projektum.

Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið?
Mær dámar sera væl lestrarumhvørvið. Seinasta summar fl utti skúlin í nýggj høli á Østerbro, og hetta hevur havt við sær, at karmarnir eru vorðnir nógv betri, enn teir vóru frammanundan. Lærararnir á skúlanum eru sera góðir, og samanhaldið á skúlanum - bæði millum næmingar sínamillum og næmingar og lærarar - er eisini sera gott.

Hvussu sær tú framtíðina?
Í Danmark eru starvsmøguleikarnir nógvir við eini útbúgving sum hesari. Ein kann eitt nú fáa starv sum designassistentur ella klædnakon-struktørur. Heima í Føroyum eru møguleikarnir meira avmarkaðir, av tí at klædnavinnan ikki er eins stór og aðrastaðni. Men útbúgvingin setur sum so ikki mørk fyri, hvat ein kann starvast in-nan, so leingi talan er um eitthvørt skapandi. Mínar framtíðarætlanir eru ikki fastlagdar enn; men dreymurin er at stovna egna fyritøku heima í Føroyum og framleiða klæðir. www.bec-design.dk


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it