Sálarfrøði í Skotlandi og Avstralia
Kelda: Pisan 2008
Rithøvundur:
Gurið Simonsen, 26 ár, Aberdeen, Skotland.
Karin Háskor, 22 ár, Sydney, Avstralia.
Gurið Simonsen, 26 ár, Aberdeen, Skotland.
Hví hesa útbúgvingina?
Valdi at søkja inn á sálarfrøði, tí eg visti, at eg hevði hug at arbeida vid fólki, men vildi eisini hava eina útbúgving við avbjóðingum. Slapp ikki inn í DK, men fekk grønt ljós úr Aberdeen. Tað var ein stór avgerð at taka at fara undir útbúgving á enskum, men um ein hevur gingið á studentarskúla, hevur ein heilt sikkurt havt nóg mikið av enskum til at lesa her. Tað kann tyk jast tungt at byrja við, men eftir eina stutta tið hugsar ein ikki um tað.
Hvussu vid upptøku, krøvum og fíggjarligum stuði?
Tað er lættari at sleppa inn á útbúgvingarnar her í Bretlandi enn tad er í DK til dømis. Tað merkir tó ikki, at krøvini eru lægri, tá ein er komin inn. Istaðin hava vit royndir, sum avgerða, um vit sleppa at gera útbúgvingina lidna. Her fáa tey fl estu møguleika at royna seg, men ein ma gera sítt heimaarbeiði, um ein vil sleppa ígjøgnum nálareygað. Til dømis vóru vit 500 sum byrjaðu á fyrsta ári í sálarfrøði, men eru bert 90 nú á fjórða ári. Vit vera roknað sum EU lesandi og gjalda tí ikki skúlagjald sjálvi. Vit fáa sama SU stuðul sum tey, ið lesa í Danmørk. Vit gjalda ongan skatt av SU, um vit hava fulla skattskyldu í Føroyum, so vit hava eitt lítið sindur meira at liva fyri, og harafturat er tað bíligari at liva her. Vit fáa eisini pening til eina ferð heim um árið. Fyrsta ári hevur ein 3 fak og annað árið 2, hini árini hevur ein bert høvðusfakið. Hetta er fyri at hava møguleikan at royna ymisk fak, so ein ikki noyðist at byrja umaftur, um ein broytir meining. Hetta er ein sera góð skipan fyri tey, ið ikki enn eru heilt vís í, hvat tey vilja.
Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær?
I míni útbúgving er sera stórur dentur lagdur á gransking. Vit læra at nyta statistik teldupro gram øll árini, og skriva stórar rapportir. Vit hava umleið 4 fyrilestrar um vikuna. Harafturat hava vit tímar, har vit møtast í smærri bólkum at tosa um stílaevni.
Hvussu sært tú framtíðina?
Tá ein søkir inn til sálarfrøði her, søkir ein inn til 4 tey fyrstu árini. Tað vil siga, at ein er bert á bachelor støði, og sostatt ikki sálarfrøðingur eftir 4 ár, men má søkja inn á víðari lesnað (masters/phd). Ein kann til dømis søkja inn á kliniska, yrkis, kriminal, barna, skúla ella terapi sálarfrøðing. Eg eri í løtuni í ferð við at søkja inn á nakrar av hesum. Ein master tekur vanliga 1-2 ár.
--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Karin Háskor, 22 ár, Sydney, Avstralia.
Hví hesa útbúgvingina?
Fleiri, sum eg lesi saman við vita nágreiniliga, hvat fyri karrieru tey stremba eftir. Persónliga havi eg enn ikki eina ávísa leið ella starv, sum eg droymi um, men havi valt at lesa sálarfrøði út frá einum áhuga fyri, hvussu menniskjað er skrúvað saman sálarliga. Eg meti tað hava størri týdning at lesa tað, ið eg haldi vera áhugavert, enn hvat kann løna seg best penin-galiga.
Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli?
Upptøkukrøvini til sálarfrøði eru, sum nógva aðrastaðni, rímiliga høg. Einasta kravið, tá eg søkti inn var, at eg kundi prógva, at eg dugdi en skt. Av tí, at eg hevði enskt á A støði, og yvir eitt ávíst tal í miðal, var tað ikki neyðugt hjá mær at taka eina TOEFL ella aðra líknandi roynd. Fíggjarliga havi eg sum føroyingur nógvar fyri-munir. Umframt at skúlagjaldið verður goldið, fái eg SU mánaðarliga og ferðastuðul einaferð um árið. Hóast ferðastuðulin ikki er nóg høgur til eina ferð heim um árið, skal eg ikki klaga. Tá eg samanberi meg við onnur, sum eg lesi saman við, eri eg rættiliga forkelað.
Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær?
Stórur dentur verður lagdur á, at vit sum lesandi duga at brúka tey amboð, sum verða nýtt til at gera vísindaligar kanningar við, eitt nú hagfrøði. Harumframt havi eg havt fak so sum lívfrøði og arvalæru (genetik), sum leggja eitt gott grundarlag fyri at byggja víðari uppá. So havi eg sjálvandi eisini fl eiri fak innan sálarfrøðina. Gjøgnum eina vanliga viku havi eg á leið 12 undirvísingartímar, meðan restin av tíðini fer til uppgávur og lesnað.
Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið?
Mær dámar tað væl. Lestrarumhvørvið er nútí-mans og veitir mær sum lesandi nógvar góðar hentleikar.
Hvussu sær tú framtíðina?
Útbúgvingin gevur mær sera nógvar møguleikar. Tað gerst alsamt meir vanligt at fyritøkur seta í starv sálarfrøðingar til at menna trivnaðin, men eisini til at gera ymiskar kanningar. Enn veit eg ikki rættiliga, hvønn veg eg fari, men havi nøkur øki, ið eg haldi vera meir áhugaverd enn onnur, eitt nú persónsmenning.