Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Lýs tín lestrarbý - Siloam Springs

Kelda: Pisan 2008
Rithøvundur:

Annika K. Høgnadóttir, 23 ár, Siloam Springs, Arkansas, U.S.A.
Lýs tín lestrarbý
Siloam Springs er ein sjarmerandi lítil býur í norðurvestur Arkansas í USA. Her búgva eini 14.000 fólk, so tað er eitt sindur bygdasligt á tann hátt. Tó ikki meir enn vit eru von við heimanífrá. Samfelagið er vaksandi og virkið, og fólk eru ómetaliga vinarlig og fyrikomandi. Býurin er eyðkendur fyri fjølbroytta hjálpararbeiðið, og vakra nærliggjandi fjallalendið “The Ozarks”.
Til dagligt, tá vit ikki gera skúlating, eru vit oftast og vitja vinfólk, á kafé, hyggja eftir klæðum, í biograf ella okkurt líknandi. Av fíggjarligum grundum ber ikki til at fara heim fleiri ferðir um árið. Heystfrítíðin og Páskafrítíðin verða tí nýttar her í statunum. Síðsta heyst vóru vit nøkur ið koyrdu til Florida, onkur annar fór til Kanada o.s.fr. Í páskafrítíðini fara nøkur til New York, og onkur annar til Las Vegas. So tað er nógv at síggja og taka sær til, um ein vil.

Bústaðarviðurskifti
Sum í nógvum universitetum í USA er her kravt, at næmingarnir búgva á skúlanum. Nakrar av treytunum fyri at flyta í egna íbúð eru, at tú skalt vera fyltur 22 ár, verða giftur ella hava gjøgnumført seks semestur á skúlanum. Mítt fyrsta semestur búði eg í eini íbúð á skúlanum við sjey øðrum gentum. Fyri mítt viðkomandi eri eg glað fyri, at eg hevði ta upplivingina, tí tað eru so ótrúliga nógvir munir, mentarliga, málsliga o.s.fr. at venja seg við. Nú búgvi eg saman við eini aðrari føroyskari gentu í egnari íbúð.
Tað er ikki so torført at finna eina íbúð at búgva í her, og um tú skuldi havt trupulleikar við tí, hevur skúlin eisini íbúðir at leiga út til næmingar, ið ynskja tað. Tær eru snøggar og í góðum standi. Samanborið við Norðurlond er ikki dýrt at leiga ella at liva her.

Hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í býnum/skúlanum og hvussu er við mál tillaging?
Á John Brown University (JBU) í Siloam Springs eru vit í skrivandi stund sjey føroyingar. Tveir verða lidnir á jólum, meðan ein væntandi byrjar eftir summarfrítíðina.
Tað er ein avbjóðing at skula tosa, lesa og hugsa á enskum. Vit nýta vanliga ikki enskt til dagligt í Føroyum og tað tekur ein ella tveir mánaðir at umstilla seg málsliga. Tað var mær ein stór hjálp, at eg hevði verið eitt ár í Sambia, áðrenn eg kom her. Umstillingin tyktist mær tí ikki so tung. Sum áður nevnt hjálpir tað best at liva í mentanini og at tosa málið til dagliga. Tað er gott at fáa sær amerikonsk vinfólk, so tú fært vant teg við broytingina, og fyri at hjálpa og rætta uppá teg málsliga.

Hvussu langt røkka pengarnir?
JBU er eitt kristið universitet. Tað vil siga, bygt á kristið grundarlag og fylgir nøkrum ásettum meginreglum, og av somu orsøk er skúlin ikki SU góðkendur. Vit fáa tí ikki SU fyri livikostnað, men ÚSUN, ið er væl minni enn SU, frá stuðulsstovninum.
Um ein býr á skúlanum, verður kostnaðurin hægri enn um ein flytur í egna íbúð saman við vinfólki. So tað loysir seg at flyta av skúlanum. Maturin er eisini væl bíligari enn har heima. Hinvegin, so er hetta ein mentan, ið als ikki kennir nakað til almennar ferðaskipanir, og ein sleppur ikki langt uttan bil. So sum hjá øllum lesandi so liva vit frá studningi til studningi.

Heilsa til pisuna, ið ætlar at koma sama veg
Skúlasystemið í USA er annarleiðis enn tað, vit kenna heimanífrá. Tað er nógv at seta seg inn í og venja seg við. Eftir míni meting, er tað er týdningarmikið at víðka sjónarringin, fáa nýggjar áskoðanir og gerast ríkari í vitan, so ein hevur okkurt at bjóða samfelagnum tá ein kemur heimaftur. Tað skal líka eisini nevnast, at JBU umboðar fólk frá 49 ymiskum londum, og eg havi lært ómetaliga nógv bæði bókliga og persónliga, sum eg ikki hevði viljað verið fyri uttan, ta tíðina eg havi verið her.


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it