Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Lýs tín lestrarbý - Lund

Kelda: Pisan 2008
Rithøvundur:

Kristina Christiansen, 28 ár, Lund, Svøríki.
Lýs tín lestrarbý
Universitetið hevur deildir spreiddar út um allan býin. Her eru umleið 35.000 skrásettir næmingar, so Lund kann sigast at verða ein studentabýur. Sum lesandi í Lund skal ein verða limur í einum av teimum 12 studentaráðunum ella teimum sokallaðu natiónunum. Tær ymisku natiónirnar hava ymisk tiltøk studentarnir kunnu verða vid til. Tað er eisini her náttarlívið fyri studentarnar gongur fyri seg. Her sleppa bert studentar inn og øl er sera bíligt. Eg havi lisið socialantropologi (mannfrøði) í Lund síðan septembur 2003. Nú er bara hetta semestrið eftir og so skal eg skriva høvuðsuppgávuna. Eg havi búð í Lund alla tíðina og havi trivist øll árini her.

Bústaðarviðurskifti
Her er ringt at fáa bústað, men um ein skrivar seg upp í góðari tíd fær ein ofta nokkso skjótt bústað, eftirsum tey sum eru nýggj verða tikin fram um. Akademiska Föreningens Bostäder (www.afb.se) tekur sær av íbúum og kømrum til lesandi. Tá eg flutti yvir til Lund flutti eg inn á ein sokallaðan korridor. Tað vil siga eg hevði mítt egna kamar men deildi køk vid 15 øðrum lesandi. Tað haldi eg verða eina góða byrjan til studentalívið í Lund. Ein lærur fólk at kenna og nýtist ongantíð at kenna seg einsamallan. Eg búði á korridor í heili 3 ár til eg flutti inn í mína egnu lítlu íbúð.
Studentalívið er ringt at sleppa undan og um ein ikki er áhugaður í at liva í einum studentabýi, so er ein møguleiki at flyta til Malmø. Tað eru eisini nógv lesandi sum búgva í Keypmannahavn og koyra ímillum. Tað tekur bert ein tíma at koyra, og eitt mánaðarkort vid tokinum kostar uml. 1000dkk vid SU avsláttri. Flestu føroyingarnir sum lesa her yviri búgva hinumegin sundið.

Hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í býnum/skúlanum og hvussu er við mál tillaging?
Eg veit ikki rættuliga hvussu nógvir føroyingar lesa í Lund. Men um eg skuldi givið eitt skot vildi eg sagt umleið 10. Men eg havi lagt merki til at fleiri og fleiri føroyingar koma hendan vegin.

Hvussu langt røkka pengarnir?
Sum lesandi í Lund fær ein SU úr Danmark.

Heilsa til pisuna, ið ætlar at koma sama veg
Útbúgvingarskipanin er heilt ørðvísi enn í Danmark. Her meldar ein seg til eitt skeið hvørt semestur, og so byggir ein sína útbúgving upp sum einum lystir. Tað ber til dømis til at lesa eitt skeið í antropologi í eitt semestur, og um ein ikki heldur at tað er akkurát tað, kann ein velja at lesa eitt skeið í til dømis sociologi. Um tað kennist sum tað rætta so kann byggjast víðari upp á tað við fleiri skeiðum. Fyri at fáa eina bachelor útbúgving skal ein lesa 3 skeið í einum faki. Tað vil siga 3 ferðir 30 ETCS stig. Til dømis havi eg lisið 90 ETCS mannfrøði, 60 ETCS mannarættindi og 30 ETCS frið- og konfliktfrøði. Nú lesi eg so masterprogrammið í mannfrøði sum tekur 2 ár. Eftir sum útbúgvinarskipanin er uppbygd soleiðis, er Lund tað rætta staðið at byrjað um ein er í iva um, hvat farast skal í holt við at lesa. Meira info er at fáa á www.lu.se.


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it