Lýs tín lestrarbý - Brighton
Kelda: Pisan 2008
Rithøvundur:
Jórun Høgnesen, 25 ár, Brighton, U.K.
Lýs tín lestrarbý
Eg búgvi í Brighton, sum er í Suðuronglandiog er ein sera vakur býur. Hann er sera væl umtøktur her í Onglandi og nógv ferðafólk koma her, tí hetta er ein serligur býur, sera “arty” ella kunstnarasligur, við annarleiðis fólki, harav nógv eru listafólk. Ein er fríur at uppføra seg sum man vil. Her er nógv at nýta frítíðina til, serliga um ein hugsar um býarlív og náttarlív. Tað er altíð okkurt á skránni: Filmfestivalar, konsertir við stórum nøvnum, og nógv annað, so man nýtist ongantíð at keða seg her. Veðurlagið er eisini sera gott her, serliga um summarið. Pluss Brighton er bert 40 min frá London við toki!
Bústaðarviðurskifti
Búðstaðarviðurskiftini eru góð. Tó er tað sera torført at finna íbúð og eisini sera dýrt at leiga her.
Hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í býnum/skúlanum og hvussu er við mál tillaging?
Skúlin er uppdeildur í pørtum, har ein partur er í einum býi tætt við Brighton. Har eru 2 føroyingar. Í Brighton sjálvum er tað bara eg, sum eri føroyingur - so vítt, eg veit. Í øllum førum á skúlanum. Tað at vera einsamallur føroyingur gevur einum møguleika at læra málið nógv betur og skjótari tí man tosar tað allatíðina. Tað er torført at byrja við, men eftir eina tíð er onki problem! Tá ið man er fremmandur lærir man eisini nógv meira um aðrar mentanir og ymisk fólk enn man er vanur við heima í Føroyum.
Hvussu langt røkka pengarnar?
Burtursæð frá leigu, so er tað bíligt at liva, samanborið við Danmark og Føroyar, hóast Brighton verður sagdur at vera ein sera dýrur býur, samanborin við aðrar býir í Englandi. Pengarnir kunnu røkka langt, um ein vil, her hugsi eg bert um at liva fyri. Tað ber væl til at klára seg við studninginum her, hóast tað krevur at ein vendir hvørjari krónu.
Heilsa til pisuna, ið ætlar at koma sama veg
Fólk halda ofta at tað er lættari at fara til Danmarkar at lesa, tí tað er har øll onnur fara. Tað er akkurát líka lætt at fara til England. Tað tykist sum fólk halda at ein skal tora væl, um ein fer til England ella okkurt annað land, sum ikki er Danmark - tað tykist so langt vekk frá Føroyum. Tad er líka tað fyrstu tíðina at tað kann tykjast torført, ti man skal venja seg við tað enska málið og finna sær vinfólk, yvirhøvur at koma at trívast. Men tað kemur av sær sjálvum aftaná eina stutta tíð. Eg vil bara siga at um ein bert hugsar tankan at koma til England, so er at fara. Ikki fylgja við streyminum tí tað er lættari. Fylg dreyminum, ikki streyminum!