Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Lýs tín lestrarbý - Chicago

Kelda: Pisan 2008
Rithøvundur:

Bjarni í Liða, 23 ár, Chicago, U.S.A.
Lýs tín lestrarbý
Myndin av USA er næstan fullkomiliga broytt, síðan eg byrjaði at ganga í skúla her í august mánaði í 2005. Eftir eitt ár á einum lítlum uni-versiteti í einum evarska lítlum býi í suðurstati-num Arkansas, fl utti eg til Wheaton College, hálvan tíma uttanfyri miðbýin í Chicago. Fólkatalið er túsundfaldað í mun til Siloam Springs í Arkansas, og størsti munurin á hesum býnum og øðrum støðum, eg fyrr havi búð, er støddin. Støddin á øllum. M. a. liggur fyrrve-randi heimsins hægsti bygningur, Sears Tower, í býnum. Men Chicago er sjálvandi nógv meir enn tað. Eg elski Chicago. Býurin hevur alt. Mær dámar væl stórbýir, og toksamband er frá skúlanum inn til eitt háhús mitt í miðbýnum. Á gøtunum har hyggi eg ofta meir uppeftir enn frameftir. Í ar ketektonist undurfullu miðbýarparkunum verða óteljandi tónleikafestivalar hildnir við útsýni til ‘skýlinjuna’ einumeðin og vakra Lake Mich icgan hinumeðin. Listarliga er býurin ómetaliga ríkur, og umframt øll hugsandi tónleikanøvn (m.a. Teitur), sum koma hendavegin, eru nógv listasøvn við bæði klassiskari og nútímans list. Men uttanfyri miðbýin er tann veuligi Chicago. Fjølbroyttu býarpartarnir Belmont og Wicker Park eru á tremur við barrum og kafé’um, har tey ungu og kulu hittast, lítlum sølubúðum, har tú fært alt frá vatnpípum og brúktum bókum til vøkur og løgin heimagjørd klæði, og intimum og bíligum konsertstøðum, har alt frá etniskum tónleiki og jazzi til heavy metal og elektroniskan tónleik verður spælt.

Bústaðarviðurskifti
Bústaðarviðurskiftini á amerikonskum univer-sitetum laga seg sjálvi. Tað er nevnliga kravt, at skúlin fær búpláss til vega til allar næmingar, sum sleppa inn. Fyrsta ári noyðist ein oftast at búgva á einum ‘dormkamari,’ men aftaná tað stendur einum frítt at fi nna sær ein íbúð sjálvur uttanum skúlan. Leigan er eini kr. 3-4. 000 um mánaðin á skúlanum, og kann fara undir kr. 2. 000 um tú ikki leigar ígjøgnum skúlan.

Hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í býnum/ skúlanum, og hvussu er við mál tillaging?
Tað er ikki serliga sannlíkt, at tú fi nnur fl eiri føroyingar í tínum lestarbýi í USA, hvønn tú so velur. Í Chicago havi eg eina føroyska fastir, og kenni eina aðra familju. Men hetta haldi eg avgjørt vera positivt. Einum føroyingi nýtist ikki altíð at vera um føroyingar til tess at hava tað gott, Lesandi amerikanarar eru eitt deiliga opið og stuttligt fólkaslag, og universitetsmen-tanin her tryggjar, at tú sum næmingur kemur at kenna eina rúgvu av fólki beinanvegin, og eg kann garantera, at tú hevur fl eiri góðar vinir eftir eina viku á skúlanum. Máltillagingin er sjál-vandi als eingin trupulleiki. Sig bara alt tað, tú hevur hoyrt í sjónvarpinum og í fi lmum ella lært í enskum, og so kemur restin (slang og fakmál) av sær sjálvum.

Hvussu langt røkka pengarnar?
Tað eru allarhelst ikki nógv, ið ikki hava hoyrt um fallandi kursin á dollaranum seinastu langu tíðina. Hann er nú so lágur sum hann nakrantíð hevur verið, og útlitini fyri, at hann styrknar aftur eru ikki góð. Tí røkka pengarnir longri og longri her. Prísstøðið í USA er deiliga lágt, og ketur sum Wal-Mart og Target hava pressað prísin á øllum, tú nakrantíð fært brúk fyri, niður í botn, og tað fært tú notið ágóðan av. Um tú ikki keypir alt ov nógv óneyðugt, skuldi studningurin rokkið til mat og bústað. Men tað er sjálvandi gott at hava eina uppsparing ella lestrarlán at taka av tá tað kemur til at njóta tað, Chicago hevur at bjóða.

Heilsa til pisuna, ið ætlar at koma sama veg
Um USA á nakran hátt tiltalar teg, ráði eg tær royna títt nýfi ngna pisufl og her yviri! Tak av tilboðnum frá Stuðulsstovninum, hvørs penin-gur røkkur til fl estu amerikanskar skúlar. Her er hugnaligt, her er spennandi, og fakliga støðið er passaliga høgt. Tú upplivir sokallaða valdsmik lasta landið í heiminum innanífrá, og fordó-marnir fyri tí fella fullkomiliga burtur. Spyr Al tjóðaskrivstovuna ella meg (bjarni_i_l@hotmail. com) um tað praktiska. Tað er lættari, enn tú heldur. Tað er lættari, enn tú heldur. Kom!”


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it