Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Hillhead - the place to be or not to be

Kelda: Pisan 2008
Rithøvundur:

Anfinn Dan Christiansen, 26 ár, lesur enskt og heimspeki, Aberdeen.
Áðrenn eg fór heimanifrá við kós ímóti Aberdeen, var eg heldur nervøsur um, hvat kundi væntast, tá ein kom fram til Hillhead. Orsøkin handan hendan óttan var, at eg hevði fingið heldur mótsigandi frásagnir um liviumstøðurnar á Hillhead. Summi vildu vera við, at Hillhead bara var ‘The place to be’ fyri ein nýsprotnan Undergraduate student, meðan onnur høvdu heldur nei-ligar meiningar um umstøðurnar, sum Universitetið bjóðar.

Minnist enn tann fyrsta tankan eg fekk, tá eg lat hurina upp til staðið, sum skuldi vera mítt heim tað næsta árið, “Huff, hetta líkist akkurát einum fongsli.” Um tú ímyndar tær eina smala gongd við trimum grønum hurðum á hvørjari síðu merktar við hvør sínum tali. Á endanum á gongdini eru tvær grønar hurðar, sum leiða inn til bæði vesini og til høgru og vinstru eru so baðiverilsi og køkur. Tað er lætt at síggja fyri sær, at plássið, sum tú skalt deila við fimm øðrum persónum ikki er ov rúgvumikið, men tá tú letur kamarið upp, sum er títt “personal space,” er lætt at fella í fullkomið vónloysi, tí tað einans er 2x3m. Sjálvandi aftaná hesa uppliving vantaði eg, at allar tær nei-ligu frágreiðinginar, sum vóru sagdar mær vóru sannar. Tó, hetta var einans í byrjani, tí at tær sosialu upplivinginar, sum tú fært við at búgva á Hillhead viga nógv meir á vektskálini enn sjálvar búðstaðarumstøðurnar.

Tað er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at býðarkultururin hjá skotum er heldur annaleiðis enn heima í Føroyum. Hillhead hevur sína egnu lítlu hugnaligu barr, sum hevur serliga lágar prísir fyri drykkivørur, og mong av dansistøðunum niðri í býnum hava serstøk tilboð til tey lesandi fleiri kvøld um vikuna. Mong av teimum, sum búgva uppi á Hillhead eru einans 17-18 ára gomul og júst flutt heimanifrá, so tey hava lætt við at taka henda kultur til sín. Tískil kann tað vera rættiliga nógvur larmur rundan um teg hvønn dag í vikuni. So um tú ynskir tær eitt stað at búgva, sum er friðarligt og tú hevur fullkomið kontroll á, hvat hendur rundan um teg, so er Hillhead nokk ikki tað allarbesta staðið at búgva.

Hóast tað eru nógv ung fólk á Hillhead, er ikki neyðugt at føla seg gamlan. Hillhead er rættiliga multi-kulturelt við fólkum úr øllum heimspørtum, sum mangan eru um sama aldur sum Føroyingarnir, sum koma til Aberdeen. Hetta ger, at tað er lætt at læra nógv ymisk fólk at kenna, bæði yngri, javnaldrar og eldri. Serstakliga tann fyrsta mánaðin, har fólk royna at økja um sín vinarskara. Í hesari tíðini er Hillhead, við sínum “sosialu tiltøkum”, eitt sera gott stað, har møguleikin er fyri at knýta nýggj og sterk vinarbond. Hetta resið, sum er tann fyrsta mánaðin, slækkar í ein stóran mun gjøgnum tað fyrsta semestrið, men tú kemur alla tíðina so líðandi at økja um vinarskaran, meðan tú byrt uppi á Hillhead. Hetta er samstundis tað mest tiltrekkjandi við Hillhead, tað at tú hevur møguleika at koma at kenna og liva saman við persónligheitum, sum eru rættiliga ymsik frá tær sjálvum.

Spurningurin, ein er noyddur at seta sær sjálvum er: “Ynski eg at búgva í einum friðarligum øki ella í einum staði, har spontanitetur er í hásæti?” Er tú til tað fyrra, so er Hillhead kanska ikki fyrsta valið, tú skalt hugsa um. Hevur tú betur hug at sita og nikka samdur við tí seinna, ja so er Hillhead ‘the place to be’. Umstøðurnar eru kanska ikki tær allar bestu, men hetta dragar seg um sjey mánaðir av lívinum, og persónliga eri eg sera fegin um, at eg tók avgerðina um at búgva á Hillhead tað fyrsta árið av mínum universitetslívi.


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it