Íslendskt universitet bjóðar føroyingum ókeypis uppihald
Kelda: Dimmalætting
Rithøvundur: Terji Nielsen
Lærdi Háskúlin á Bifróst í Íslandi hevur gjørt av bjóða tveimum føroyskum lesandi ókeypis skúlagongd komandi skúlaár sum eitt slag av tøkk fyri tann stuðul, ið føroyingar hava veitt íslendingum í sambandi við fíggjarkreppuna í Íslandi
Lærdi Háskúlin á Bifróst í Íslandi hevur gjørt av bjóða tveimum føroyskum lesandi ókeypis skúlagongd komandi skúlaár sum eitt slag av tøkk fyri tann stuðul, ið føroyingar hava veitt íslendingum í sambandi við fíggjarkreppuna í Íslandi.
At Føroya Landsstýri hevur gjørt av at læna Íslandi 300 milliónir krónur, nú Ísland er í svárari fíggjarkreppu, hevur vakt miklan ans í grannalandi okkara fyri vestan. Hundraðtals íslendingar hava sent teldupost til redaktiónina her á blaðnum og takka fyri stuðulin, og nú fáa føroysk lesandi eisini nyttu av føroyska stuðlinum.
Vísa góðum grannum takksemi
Lærdi Háskúlin á Bifrósti, ið liggur nakað norðan fyri Reykjavík, hevur gjørt av at bjóða tveimum føroyskum lesandi ókeypis skúlagongd komandi skúlaár. Á heimasíðuni hjá Lærda Háskúlanum verður sagt: - Sæð í ljósinum av teirri stóru vælvild, sum føroyingar hava sýnt íslendsku tjóðini, hevur Háskúlin á Bifróst gjørt av at bjóða tveimum føroyskum lesandi ókeypis skúlagongd komandi skúlaár. Skúlin fer at boða mentamálaráðharra Føroya frá hesum sum skjótast. Vit eru øll vitandi um, at hetta ikki er fyrstu ferð, at føroyingar veita íslendingum stuðul í truplum tíðum. Millum annað vóru umfatandi innsavningar gjørdar í Føroyum eftir skalvalopið í Súðavík og eftir eldgosið í Vestmannaoyggjum. Hetta er mátin hjá Lærda Háskúlanum á Bifróst at sýna hesi okkara kæru grannatjóð takksemi.
Tað eru tríggir lærustovnar á Lærda Háskúlanum á Bifróst. Á enskum verða hesir tríggir lærustovnar róptir ávíkavíst Faculty of Business, Faculty of Law og Faculty of Social Science.