Grein um sjey lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum eru farin til San Diego í USA at lesa.
Sjey føroyingar til San Diego at lesa
Sjey lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum byrja í dag á California State University í San Diego, har valmøguleikarnir eru nógvir
Tey eru farin langa leið at lesa, tey sjey lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum komandi lestrarhálvuna skulu hava sína dagligu gongd á California State University í San Diego. Gongst sum ætlað, koma tey ikki aftur til jóla.
Hesi sjey ætla fyrst og fremst at taka skeið, sum snúgva seg um amerikonsk viðurskifti.
Á einum so stórum universiteti sum hesum eru møguleikarnir at velja fak og skeið ómetaliga nógv størri enn á Fróðskaparsetrinum, upplýsir Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Eygleiða amerikanska valstríðið
Fakligi leiðarin fyri stjórnmálafrøðisdeildini kemur at vegleiða og hjálpa teimum føroysku lesandi at finna seg til rættis fakliga.
- Júst hesa lestrarhálvuna fáa tey eisini eitt sera gott høvi at eygleiða amerikanska valstríðið og tað orðaskiftið, sum fer fram millum studentar og universitetslærarar, sigur Jóan Pauli Joensen og leggur afturat, at hetta er fyrstu ferð, at stjórnmálafrøði- og søgulesandi í felag hava tikið seg saman at fara burtur eina heila lestrarhálvu.
Hetta er gjørt í umvegis "The American Language Institute", ið virkar sum ein forlongdur armur hjá amerikonskum universitetum. Stovnurin hevur til uppgávu at fáa lesandi uttanífrá at leita sær til USA at lesa.
Upplýsingar um universitetið eru at finna á
www.sdsu.edu
Gongur báðar vegir
Samstundis sum tað er politikkur hjá Fróðskaparsetrinum at fáa so nógvar studentar at lesa í Føroyum sum gjørligt, so er tað eisini sera týdningarmikið, at tey lesandi fara út um landoddarnar í eitt longri tíðarskeið at lesa í fremmandum umhvørvi, metir rektarin
Tað er júst í samanrenningini millum tað heimliga og tað fremmanda, at tey lesandi fáa ein íblástur, sum bæði kann koma teimum sjálvum og Fróðskaparsetrinum til góðar, leggur hann dent á.
Fakta:
Tey sjey, sum nú byrja á California State University í San Diego, eru: Maria Kristina Smith, Gunnhild Dahl Niclasen, Kristian Joensen, Jens Hákun G. Leo, Mortan Enni, Jan Lamhauge og Janus á Ryggi