Kynini kunnu ikki kroystast í kassar
Kelda: Sosialurin
Rithøvundur: Eydna Skaale
- Eg havi trupult við at taka pástandin um, at kvinnan nú er tað sterkara kynið, og at maðurin nú er veikur og identitetsleysur, í álvara. Hetta er ein ógvuslig generalisering, sigur Lív Patursson, sum lesur kynsfrøði á Lunds Universiteti og dagliga fæst við munin ímillum kynini
Kynini kunnu ikki kroystast í kassar
- Eg havi trupult við at taka pástandin um, at kvinnan nú er tað sterkara kynið, og at maðurin nú er veikur og identitetsleysur, í álvara. Hetta er ein ógvuslig generalisering, sigur Lív Patursson, sum lesur kynsfrøði á Lunds Universiteti og dagliga fæst við munin ímillum kynini
Tað er ómøguligt at generalisera, hvussu menn og kvinnur eru. Ein lívfrøðiligur munur er á kynunum, men í høvuðsheitum snýr tað seg um persónar heldur enn kyn.
Tað heldur Lív Patursson, sum lesur kynsfrøði á lærda háskúlanum í Lund í Svøríki.
- Kynsfrøðin vil altíð halda uppá, at vit øll verða fødd sum menniskju, sum so verða uppald til at vera antin kvinnur ella menn. Tað er ikki lívfrøðin, sum avgerð hvussu kynini eru, men samfelagið og umhvørvið, sigur hon.
Leiklutirnir eru broyttir
Rithøvundurin Mads Christensen, sigur, at kvinnan seinastu árini er vorðin tað sterkara kynið, og at maðurin hevur mist sín samleika burtur, so hvørt sum kvinnan hevur vunnið fram á arbeiðsmarknaðinum.
Hetta heldur Lív Patursson vera eina sera løgna staðfesting.
- Tað er rætt, at leiklutirnir eru broyttir, síðani kvinnan kom út á arbeiðsmarknaðin, og at maðurin nú er noyddur at taka meiri ábyrgd heima. Men allar kanningar og tøl vísa, at menn hava bæði fíggjarliga, arbeiðsliga, politiska og sosiala yvirvág í samfelagnum, so eg veit ikki, hvat Christensen hevur sum grund fyri sínum útsagnum, vísir Lív á.
Hon heldur, at hann kanska meinar við, at kvinnan hevur sálarliga yvirvág, hevur sterkari samleika ella størri sjálvsálit enn maðurin, men hetta er jú vónleyst at kanna empiriskt.
- Hann sigur eisini, at kvinnurnar hava tikið ræðið, og at menninir ikki longur tora at siga nei. Hann hevur helst okkurt dømi í huga, tá hann sigur so, men eg haldi ikki, at tað ber til at skera allar menn yvir ein kamb. Tað er væl ein spurningur um persónar og sálarligt lyndi heldur enn um kyn, sigur Lív Patursson.
- Tað, sum Mads Christensen ger í hesi bókini, er ikki eitt óvanligt fyribrigdi. Vit fara altíð at býta fólk upp í tveir bólkar – tvey kyn – og síðani seta hesar bólkar upp ímóti hvørjum øðrum. Men spyrt tú meg, so er tað ikki so einfalt, sigur hon.
Eitt sindur av hvørjum
Lív Patursson heldur, at tað snýr seg meira um klischeir enn veruleika, tá ið kynini verða sett í básar.
- Typisku mannligu eginleikarnir verða sum heild sæddir sum positivir, meðan typisku kvinnuligu eginleikarnir ofta verða hildnir at vera minni góðir, vísir hon á.
- Maskulinu eginleikarnir eru at vera sterkur, sjálvstøðugur, fornuftigur og so framvegis. Kvinnuligu eginleikarnir eru til dømis at vera kensluborin, veik og bundin. Men tað sigur seg sjálvt, at eingin maður einans hevur maskulinu virðini, líka so væl sum eingin kvinna bert hevur tey typisku femininu virðini. Skulu vit generalisera, so haldi eg heldur, at vit kunnu siga, at flestu fólk ynskja sær ein partnara, sum hevur eina blanding bæði av teimum mannligu og teimum kvinnuligu eginleikunum. Tástani eru vit heil menniskju, sigur Lív Patursson.
Hon heldur, at orsøkin til, at metrosexuellu menninir ofta eru illa sæddir er, at tað kann tykjast, sum teir eru í ójavnvág, tí teir hava nógvar kvinnuligar eginleikar. Men hon vísir á, at retromaðurin eisini er í ójavnvág.
- Tað er menniskjansligt at hava bæði maskulinar og femininar eginleikar. So á tann hátt skilji eg trupulleikan, sum Mads Christensen hevur við metrosexuellu monnunum. Um fólk bara hava femininu síðuna, so manglar okkurt, júst sum tí reint maskulina manninum eisini manglar okkurt.
Hon er tó ikki samd við Mads Christensen í, at tað er ein ítøkilig orsøk til, at summir menn eru metrosexuellir.
- Tú kanst ikki siga, at maðurin er trokaður út í kuldan av kvinnuni, hevur mist sín samleika, og tí er hann vorðin metrosexuellur. Eg haldi heldur ikki, at tú kanst tosa um móta viðvíkjandi metro- og retromonnunum, tí tað snýr seg um persónligheit. Tí er tað eisini rættiliga vandamikið at siga, hvussu “rættir menn” bera seg at, og hvussu “rættir menn” ikki bera seg at sigur Lív.
Ynskja kvinnur sterkar menn?
Í bókini “Blærerøven vender tilbage” staðfestir Mads Christensen, at kvinnur ynskja sterkar menn. Lív Patursson heldur tað vera djarvt av honum at skriva um, hvat kvinnur vilja hava.
- Orðið “kvinnur” umboðar helvtina av øllum heimsborgarunum. Tað ber tí snøgt sagt ikki til at siga, hvat “kvinnur” vilja hava. Tað veldst um persónligheit, tørv og tráan, og tað er jú himmalvíður munur frá kvinnu til kvinnu, heldur Lív.
- Tað er harmiligt, at tað eru so nógv fólk, sum so fegin vilja hava kynini kroyst niður í hesar kassarnar við feminiteti og maskuliniteti. Feminisman hevur í áravís barst ímóti júst hesum -ikki fyri at kvinnan skal gerast sterkari enn maðurin, men fyri at kynini skulu hava eins møguleikar. Men Mads Christensen ger tað uppá ein “vit-ímóti-tykkum-hátt”, sum ikki er til gagns fyri javnstøðuna, sum hann annars sigur seg ynskja sær, staðfestir Lív Patursson.
Fakta
Navn: Lív Patursson
Aldur: 24 ár
Lesur Genusvetenskap, sum leysliga verður umsett til kynsfrøði, á Lunds Universiteti
Ættað úr Havn
Búsitandi í Keypmannahavn
Kynsfrøði: Genusvetenskap er ein kandidatútbúgving, har tey úr einum feministiskum, vísindaligum sjónarhorni granska heimin, bæði sosialt, filosofiskt og samfelagsligt.