Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Góðar útbúgvingar í hjartanum á Evropa

Kelda: Vikublaðið
Rithøvundur: Hanna Jensen

Ferðafrásøgn hja lestrarvegleiðarafelagnum frá ferð í Mið- og Eysturevropa. Hanna Jensen, ið er lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum á Kambsdali, hevur skrivað frásøgnina, sum stóð í Vikublaðnum millum jólanna 2007.
Góðar útbúgvingar í hjartanum á Europa
Miðeuropa við sínum ymsu stórbýum er eitt hav av valmøguleikum fyri tann, sum skal undir útbúgving. Her eru gamlir og søguliga áhugaverdir býir við gomlum universitetum, men eisini nýggjari lærustovnum, sum hava gjørt seg galdandi innan útbúgving og gransking á altjóða pallinum.

At lesa er annað enn bert sjálv útbúgvingin, fyrilestrarnir, uppgávurnar og long pensum. Tá ið tú fert undir útbúgving, verður tú næstan altíð knýttur at einum nýggjum staði, har tú í flestu førum livir og býrt í fleiri ár. Tú lærir um eitt nýtt land, eina nýggja mentan, eitt mál, ein bý og tað, sum hetta stað annars hevur at bjóða.

Lestrarvegleiðarafelagið skipaði herfyri fyri námsferð fyri sínar limir við tí endamáli at kunna seg um nakrar av lestrarmøguleikunum fyri ungar føroyingar. Leiðin varð løgd til Mið- og Eysturevropa, til nøkur av teimum universitetunum, sum nýliga hava latið dyrnar á víðan vegg fyri altjóða lesandi og hava sett á stovn ensktmæltar útbúgvingar innan fleiri av teirra dygdargóðu útbúgvingum. Harvið fæst ein sterk samansjóðing av styrkini í ráðandi útbúgvingarmentani á staðnum og so tí dynamikki og nýmótansgerð, sum eitt altjóða samstarv leggur afturat.

Av limum felagsins eydnaðist tað 13 av lestrarvegleiðarunum kring landið at fara við á ferðina, og hugurin var góður, tí skráin var bæði áhugaverd og pakkað. Vit hittust í Kastrup Lufthavn týskvøldið, 20. novembur klokkan hálvgum seks, og eftir at vit høvdu skrivað viðførið inn, gekk leiðin fyrst til Berlin við flogfari. Fyrsta vitjanin skuldi vera á Universitetssjúkarhúsinum í Stettin í Póllandi, og so skjótt vit lendu í Berlin, gekk leiðin til bussin, Follow me, sum koyrdi okkum til Stettin. Her fingu vit kømur á einum studentabýli, Hotel Eskulap, tætt við Pomorzany Hospital. Vit lærdu eisini skjótt, at enskt ikki altíð er nóg mikið, tá tú vilt tosa við póllendingar. Roynt var við týskum, og at enda fingu vit við einum sindri av teknum og veipi bronglað okkum fram til at læna nakrar ketlar til komandi morgundrekkað. Tað vakti ans og var fjálgt, tá vit í gongini møttu Mary av Toftum, sum var á veg upp aftur á kamarið at lesa til royndina dagin eftir.

Stettin
Mikumorgun, 21. november, stóð norski læknalesandi, Per Kristian fyri okkum við dyrnar á studentabýlinum. Vit fóru yvir á anatomideildina á universitetssjúkrahúsinum, har vit møttu Doctor Grzegorz Slawinski. Hann vísti okkum runt á fleiri útvaldum deildum, so sum intensivu hjarta deildini, nýra/dialysudeildini, anatomideildini og deildini fyri ílegugransking, men eisini á tannlæknaskúlanum. Vit vitjaðu rektaran og fingu eina almenna framløgu um PAM (Pomorska Akademia Medzyna) English Program, t.e. tann ensktmælta lækna - og tannlæknaútbúgvingin, sum tey bjóða. Síðani vórðu vit boðin til ein góðan døgurða við góðum pólskum mati. Vit nutu alt hugsandi gestablídni í sambandi við okkara ørindi, júst at kunna okkum um møguleikan hjá føroyskum studentum at lesa t.d. læknavísindi í Póllandi.

Um býin Stettin kann í stuttum sigast, at søga hansara er sum heild merkt av landafrøðiligu støðuni. Hann liggur soleiðis fyri, at hann hevur verið undir skiftandi yvirvaldi gjøgnum tíðirnar - ja sjálvt donskum og seinast týskum. Býurin var hart raktur undir 2. Heimsbardaga. So at siga alt varð bumbað og eftir kríggið var lítið gjørt við at byggja hann upp aftur. Í Stettin búgva gott 400.000 fólk og er hann tískil sjeyndstørsti býur í Póllandi. Áin Odra rennur ígjøgnum býin, og Stettin hevur størstu havnina í Póllandi út til Eystursjógvin.

Kvøldið Í Stettin gjørdu tey føroysku og norsku lesandi sera hugnaligt fyri okkum, bíløgdu borð á eini sjamerandi matstovu undir jørð. Vit kundu enn einaferð smakka siðbundnan pólskan mat, so sum reyðrótasúpan og kókaðar piroggar. Og nógv varð tosað um viðurskiftini á pólskum lærustovnum, um livistøðið hjá lesandi í hesum landi, um lesturin og um heimlongsul. Klokkan gekk og tey ungu skuldu nú aftur hugsa um lesturin. Valborg skuldi t.d. heim at hyggja í bøkurnar eina seinastu ferð, áðrenn hon dagin eftir skuldi til eina av teimum mongu royndunum.

Krakow
Hósdagurin 22. november fór fyri ein stóran part til at ferðast í. Vit skuldu til Krakow, og flugu fyrst úr Stettin til Warshawa og síðani víðari til Krakow. Vit komu, hóast nakað seinkað, til hotellið mitt í býnum í øllum góðum, har ein ferðaleiðari bíðaði eftir at vísa okkum runt á fáum útvaldum støðum. Eitt gott døgn í Krakow er alt ov lítið, men vit sóu jødiska býarpartin, jødisku ghettuna, minnismerkið fyri jødatýningina á staðnum, verksmiðjuna hjá Schindler o.a. Ferð var á ferðaliðnum, men kvøldið fór til at royna at fóta sær á nýggja staðnum, hyggja at miðbýnum, torginum Sukiennice, sum tann gamla klædnahøllin setir dám á, og vøkru Mariu kirkjuni. Ein góð máltíð og prát við starvsfelagarnar um øll inntrykkini og allan íblásturin higartil gjørdist bert eitt av mongu, góðu minnunum, vit hava frá hesi námsferð.

Krakow er gamal høvuðsstaður í Póllandi, og her liggur kenda universitetið, Jagiellonian University, sum varð grundað í 1364. Tað var Kasimir III kongur, sum ynskti at seta á stovn hægri lærustovn til sítt fólk og kallaðist stovnurin Akademia Krakowska. Hann doyði tó nakað skjótt eftir, og tí kom steðgur í virksemið hjá universitetinum. Wladislaus Jagiello kongur og Jadwiga drotning endurreistu universitetið í 1400. Til dømis gav drotningin akademinum allar sínar smúkkur, so at møguleiki varð at taka móti yvir 200 lesandi. Seint í somu øld gekk ein Nicolaus Nicolausson á akademinum – hesin er seinni vorðin kendur undir navninum Nikolaus Copernicus. Akademia Krakowska fekk í 1817 navnið Uniwersytet Jagielloński ella Jagiellonian University, fyri at æra stovnararnar, sum hoyrdu til ta kendu jagiellonisku kongsættina.

Fríggjadagin 23.november var aftur nógv á skránni, og vit lestrarvegleiðarar fóru frá einum stovni til annan og fingu ein fyrilestur fyri og annan eftir um pólsku skúlaskipanina og ymisku lestrarmøguleikarnar í Krakow býi. Vit fingu rættiliga smakk fyri hesum áhugaverda lestrarbýi. Vit vitjaðu sjálvandi gamla universitetið og savnið í gamla bygninginum men eisini eitt tekniskt universitet, har vit t.d. sóu spennandi verkætlanir hjá arkitektlesandi. Vit endaðu við at vitja leiðandi professaran á læknalestrinum. Hann greiddi greidliga frá, hvussu tey hava ment eina altjóða linju innan læknavísindi í Krakow, og hann rósti samstarvinum millum undirvísarar og úlendskar næmingar, tosaði um málundirvísing og tey krøv, sum verða sett teimum læknalesandi. Ein ung norsk kvinnu, sum lesur har, greiddi eisini frá, hvussu tað er fyri ein norðurlending at koma inn í pólsku universitetsmentanina, um korinini hjá teimum lesandi, men eisini um býin sum heild.

Hugvekjandi var at fáa at vita, at umboð fyri Suðuroyar Sjúkrahús vóru í Póllandi júst um somu tíð sum vit. Tey leitaðu eftir pólskum læknum, sum vildu koma til Føroya at arbeiða - vit leitaðu eftir útbúgvingarmøguleikum til okkara komandi læknar.

Berlin
Um kvøldið fóru vit upp í nátt tokið, sum skuldi føra okkum aftur til Berlin og víðari í okkara ferðaætlan. At koyra við nátt toki gjørdist eisini mentanarliga læruríkt, og vit fingu keypt fyri okkara seinastu zloty Vit vórðu t.d. eisini vakt kl. 5 á morgni at vísa pass, tí Pólland ikki er við í Schengen samstarvinum.

Tíðliga leygarmorgun, 24. november komu vit til Berlin, høvuðsstaðin í sameinda Týsklandi. Vit lærdu okkum at nýta U-Bahn og skundaðu okkum á hotellið, sum skuldi vera okkara heim næstu tvey samdøgrini. Vit skrivaðu okkum inn og gjørdu okkum til reiðar till at leggja enn ein bý fyri okkara føtur. Vi fóru til Humboldt Universität, har vit høvdu fingið leiðandi professaran fyri altjóða skeiðini á universitetinum at greiða okkum frá teirra tilboðum. Við sær hevði hon vegleiðara, sum tekur sær av samskiftinum við lesandi úr øðrum londum, og nógvir viðkomandi spurningar vórðu umrøddir. Her høvdu vit ta fragd at møta Corolin, sum hevur verið í Føroyum í eitt ár við AFS. Tað var í 2002-2003. Hon og onnur, sum lesa norðurlendsk mál á Humboldt, vístu okkum runt í býnum, eftir at vit høvdu sæð sjálvt universitetið. Millum teirra var Ebbe, sum hevur verið í Føroyum á Altjóða summarskeiði á Fróðskaparsetri Føroya, og tað var ikki sørt, at verðin kendist lítil, nú vit stóðu har og tosaðu føroyskt og danskt mitt í Berlin.

Humboldt Universitet zu Berlin
Humboldt Universität varð stovnað í 1810 av brøðrum Humboldt. Willhelm var m.a. málfrøðingur og granskari, Alexander var rannsóknarfari. Hesar báðar tættir fjálgar stovnurin enn um. 29 av granskarunum, sum hava verið knýttir at Humboldt, hava vunnið Nobelheiðursløn fyri síni avrik. Ímillum hesar telist Albert Einstein. Og stovnurin leggur dent á at kunna taka ímóti lesandi úr øðrum londum og at senda síni lesandi út í heim. Á Humboldt hevur nógv institut og eitt fjølbroytt útbúgvingartilboð.

Berlin var ein stór uppliving. Humboldt liggur í fyrrverandi Eysturberlin, og vit fingu møguleikan at síggja týdningarmiklar partar av býnum – bæði eystur og vestur. Tað var sárt at vitja Checkpoint Charlie og savnið við sama navni og síggja, hvussu ein býur var sundurskildur í eystur og vestur ígjøgnum so mong ár. Vit sóu partin av Berlinmúrinum, sum enn stendur, gingu til holocaustmonumentið, sum var um somu tíð kalt og óhugnaligt, men eisini inspirerandi og genialt. Gamla býarportrið, Brandenburger Tor, sum øll hava hoyrt nevnt bæði í talu og sangi, og sum gjørdist eitt tekin um sameiningina, var eisini eitt, tú bara eigur at vitja. Men annars sóu vit eisini, at nýggja tíðin broytir Berlin og hevur gjørt hann til ein av teimum heilt eftirspurdu metropolunum í Europa. Stórslignir nýbygningar, sum tilsamans kundu minna um Manhattan, studentabýlingar við alternativum handlum , kaffistovum, tónleikastøðum og tílíkum, nýggj søvn og listasøvn o.s.fr. Nøkur valdu at fara í kirkju sunnumorgunin í Gedächtniskirche, ein kirkja, sum fór illa undir 2. Heimsbardaga, men sum er endurreist eftir modernaðum leisti.

Á veg heim
Mánamorgunin 26. november, fleyg ferðalagið til Keypmannahavnar, har seinasti partur av skrá okkara skuldi gerast veruleiki. Fyrst gekk leiðin til Amaliegade, har Danmarks Rederiforening hevði boðið okkum inn til frokost og kunning um útbúgvingar, teir umboða. Tað var hugtakandi at hoyra um teirra frambrot á sjóvinnuøkinum, har liggur parturin hjá føroyskum sjófólki ikki eftir. Síðani fóru vit út til Ørestad at vitja nýggja studentaskúlan, Ørestad Gymnasium. Tað var stuttligt at síggja teir framúr nútímans karmar, hesin skúli hevur fingið til sítt virksemi. Grundtankin í arkitekturinum verður lýstur við lyklaorðunum: “interaktion, kommunikation og synergi”, og sum rektarin greiddi frá, so er tað ein spennandi avbjóðing fyri bæði næmingar og lærarar at arbeiða í einum so innanhýsis opnum bygningi við so fáum vanligum skúlastovum. Nýggja danska studentaskúlaskipanin við toymisarbeiði og nógvum verkætlanum sleppur rættiliga at royna seg á hesum stað.

Av øllum upplivingum á eini slíkari ferð eru tað menniskjuni, sum standa sterkast í minninum. Søguligu persónarnir, vit hoyrdu um, øll tey, sum buðu okkum inn á sínar lærustovnar og kunnaðu okkum, føroysku og norsku læknalesandi í Pólandi, týsku studentarnir, sum lósu norðurlendsk mál, tey á Det Blå Danmark, sum stuðlaðu ferð okkara og kunnaðu um allar útbúgvingarmøguleikarnar innan teirra netverk og tey á Ørestad Gymnasium. Øll hesi eru talandi dømi um veruleikan millum lesandi í dag og teir møguleikar, tey ungu hava innan útbúgving. Mið- og Eystureuropa er ein lutfalsliga nýggjur marknaður fyri tey lesandi, og hetta er eitt øki í framgongd. Her eru nógvar ymiskar mentanir og mál, bókmentir, list, arkitekturur og tónleikur at leita upp. Millum fyrimunir fyri tey, sum lesa her, kann roknast lága skúlagjaldið samanborið við eitt nú England og USA. Lága kostnaðarstøðið í t.d. Póllandi ger eisini, at lestrarstuðulin, ið tey fáa við sær, røkkur væl longri enn í dýrari londum vestanfyri. Fleiri og fleiri norðurlendingar lesa her og hetta øki er eisini góður útbúgvingarmøguleiki fyri føroyingar.

Tey, sum hava hug at fáa meiri at vita um hesi støð og hesar lestrarmøguleikar ella aðrar lestrarmøguleikar, kunnu seta seg í samband við ein og hvønn lestrarvegleiðara á føroysku miðnámsskúlunum, við vegleiðaran á Sjúkrarøkarfrøðiskúla Føroya ella við Altjóða Skrivstovuna.

Hentar slóðir:
www.ask.fo
www.pam.szcecin.pl/
www.uj.edu.pl
www.hu-universitet.de
www.worldcareers.dk


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it