Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Sniðgevaraútbúgvingar

Kelda: Sosialurin
Rithøvundur: Eydna Skaale

Fýra greinir um sniðgevaraskúlar. Greinirnar stóðu í Sosialinum
Navn: Beinta Poulsen,
Útbúgving: Sniðgevi
Skúli: Columbineskolen í Keypmannahavn
Ùtbúgvingartíð: 2 ár
Heimasíða: www.columbineskolen.dk


Beinta um skúlan...
Columbineskúlin er ein privatur skúli. T.v.s., at man rindar skúlagjaldið sjálvur. Tá eg gekk har, var prísurin 3500 kr um mánaðin. Man fær SU undir útbúgvingini, og man fær faktiskt eyka SU gjald. Eg haldi vit fingu einar 1500 kr eyka um mánaðin, av tí, at skúlin er privatur. Tað er ein lítil skúli, vit vóru ikki 100 næmingar. Tað vóru tveir byrjunarflokkar og ein framhaldsflokkur, tí tað eru nógv, sum fella frá eftir fyrsta árið. Tað kemst kanska serliga av, at skúlin er so dýrur.

... um útbúgvingina
Tað verður serliga lagdur dentur á handverkið sjálvt. Tað er snýr seg fyri tað mesta um at tekna mynstur, um seymingina sjálva og at rætta til, soleiðis, at passformurin verður perfektur. Tað snýr seg ikki nógv um at gera designupplegg, at gera mappir, um branding og framleiðslu í útlondunum.

... um upptøkuna
Tað eitur, at tey seta krøv. Man skal t.d. til samrøðu, har man skal siga hvat man hevur gjørt higartil, og man skal eisini hava okkurt við, sum man hevur seymað. Men tey allarflestu sleppa inn, tí í síðsta enda snýr tað seg jú eisini um pengar, eftirsum tað er ein privatur skúli.

...um fyrimunir og vansar við útbúgvingini
At eg dugi at velja góðan kvalitet og at fáa ein góðan passform er gull vert, nú vit hava egið merkið. (Beinta møtti samstarvspartnara sínum á Columbinuskúlanum, og tær byrjaðu merkið Soulmade beint eftir lokna skúlagongd, blaðkv.) Men mær manglaði eitt sindur av vitan um framleiðslu í útlondunum, branding o.s.v., tá man so kemur út í arbeiðslívið við sínum egna merki. Eg var noydd at læra alt tað tann harða vegin. So tað er gott at ganga á Columbineskúlanum og læra alt handverkið, men man skal kanska eisini taka onkran yvirbygna innan vinnu og handil, so er man væl fyri. Tað hevði eg bara ikki tol til, haha..

Navn: Gunn S. Muller
Skúli: Bec Design
Útbúgving: Design Teknolog
Ùtbúgvingartíð: 2 ár + møguleiki fyri 1 ½ ár yvirbygnað
Heimasíða:www.bec-design.dk


Gunn um skúlan:
Hetta er ein skúli, sum landið rindar. T.v.s. at tú rindar einki fyri at ganga har, og tú fært SU alla skúlatíðina. Tað er ein rættiliga stórur skúli. Tá eg gekk tóku tey 75 inn um árið, men tað er ein so nógv eftirspurd útbúgving, at tey nú hava hækkað tað til 150 næmingar um árið.

...um útbúgvingina
Hetta er ein rættiliga kommerciell og industriell útbúgving, so tað snýr seg nógv um handil. Tað er ikki ein serliga listarlig útbúgving. Men øll hava eitt basisár, har man hevur allar lærugreinarar, bæði tað handaliga og tað meiri vinnuliga. Næsta árið velur man seg so inn á eina linju, t.d. formgeving, framleiðslu ella handil. Síðsta ½ árið velur tú teg so aftur inn á eitt serøkið á tíni linju. Eg valdi formgeving og design, har mítt serøki er at gera kollektiónir. Tað er ein ógvuliga intensur skúli, tí hann tekur bara 2 ár, so tað er nógv at gera, eisini eftir skúlatíð. Síðani kann man so eisini taka hálvtannað ár afturat, har man av álvara spesialiserar seg innan sítt øki. Tann parturin kann eisini takast í útlondunum, t.d. Italia.

... um upptøkuna
Tað er ein verulig upptøkuroynd, sum varir einar 4 tímar, har tú skalt vísa tínar dygdir innan handil, marknaðarføring og design. Tú fært nógvar ymiskar uppgávur, sum tú so skalt loysa, m.a. tekning, mynsturproduktión og rokning. Og so fær man stig fyri loystu uppgávurnar. Tað eru nógv, sum verða sálda frá við upptøkuroyndina; tá eg gekk, søktu eini 150 og tað sluppu bert 75 inn. Eg møtti sjálv upp í Keypmannahavn til royndina, men eg veit um onkran føroying, sum hevur tikið royndina á netinum, og sum er sloppin inn.

...um fyrimunir og vansar
Tað er ein fyrimunur at tú ert væl rustaður at fara út í vinnulívið beint eftir skúlan, tí tað er so nógvur handil og marknaðarføring. Tú lærir alla heildina, líka frá hugskotinum og øll stigini á vegnum inntil vøran liggur úti í handlinum. Ein vansi er kanska, at tað er skjótt at missa tað listarliga. Tær nýtist næstan ikki at duga at seyma, fyri at koma ígjøgnum útbúgvingina. Men dugir tú at seyma áðrenn tú byrjar her, so ert tú ræðuliga væl fyri.

Navn: Inga Maria Vang Svínoy
Útbúgving: Master of arts – sniðgevi
Skúli: Accademia Italiana
Skúlatíð: 3 ár
Heimasíða: www.accademiaitaliana.it


Inga Maria um skúlan..
Hetta er stórur skúli, við fleiri linjum innan sniðgeving, t.d. innan møblar, at pynta vindeygu, klædnasniðgeving o.s.fr. Av tí, at hetta er ein internationalur skúli, har undirvísingin er á italienskum, er eisini ein málskúli ein partur av skúlanum, so har eru nógvir næmingar. Ein flokkur verður tikin inn ½ hvørt ár til hvørja linju, og tað eru uml. 20-24 næmingar í hvørjum flokki. Tað er ein privatur skúli, men av tí, at hann liggur í Italia, rindar ÙSUN fyri skúlagjaldið, so eg havi ikki goldið eina kr. sjálv. Harumframt fær man SU, og skúlin hjálpir til at finna íbúð, so tað er eingin trupulleiki. Man skuldi venja seg við tað italienska, men eg gekk á málskúlanum í 3 mánaðir, tá eg byrjaði, og tað hjálpti væl. Fráveran verður skrivað upp, so tað ræður um ikki at hava ov høgt prosent, júst sum í studentaskúlanum.

um útbúgvingina...
Tað snýr seg fyri tað mesta um at gera kollektiónir, so man teknar nógv øll trý árini. Men fyri at skilja hvussu tú skalt tekna, t.d. hvar innsnitt o.t. skulu vera, er neyðugt, at tú kennir alla heildina, og at tú eisini dugir at seyma. So tað verður tikið heilt frá grundini. Tað er strævið, og tú hevur nógv at gera, eisini í frítíðini. Tað er ikki ein serliga handilslig útbúgving, so um tú ætlar tær beint á marknaðin, so er best, at tú finnur tær ein makkara, sum hevur skil fyri tí. Sum t.d. Guðrun og Guðrun gera.

um upptøku...
Fyrsta árið er ikki upptøkuroynd. Eg haldi, at øll sleppa inn 1. árið. Men 2. og 3. árið skalt tú vísa onkra serliga uppgávu, eina bók við tekningum ella okkurt, tú hevur seymað. Tú skalt veruliga gera nakað fyri tað, um tú ætlar tær víðari. Men um tú gert ein innsats gjøgnum árið, so er einki problem. Og um lærararnir síggja, at tú gert nakað fyri tað, so eru teir eisini fúsir at hjálpa.

um fyrimunir og vansar...
Um tú ikki hevur lætt við at læra mál og ikki trívist í eini fremmandari mentan, so er tað nokk ein vansi. Annars dugi eg ikki at síggja nakran annan vansa. Tað er lítið av marknaðarføring o.t., men var ov nógv av tí, trúgvi eg, at tað hevði dripið mín skúlahug. Eg tími at seyma og tí valdi eg hendan skúlan. Ein fyrimunur fyri meg var, at eg fekk so ómetaliga nógv annað enn bert skúlan. Landið er so spennandi –serliga tá tú arbeiðir við móta, og havi fingið nógvar internationalar vinir. Hetta var júst tað, eg droymdi um, og tí havi eg so lítið ringt at siga.


Navn: Jóhanna av Steinum
Skúli: London College of Fashion og Central St. Martins
Ùtbúgving: Bacchelor í Fashion Knitwear
Útbúgvingartíð: 4 ár tilsamans, 2 ár á hvørjum skúla
Heimasíða: www.csm.arts.ac.uk


Jóhanna um skúlan...
Eg var fyrst tvey ár á London College of Fashion, fyri at fáa tað, sum eitur Foundation. Tað er grundin undir bacchelorútbúgvingni, sum eg tók á St. Martins. Hon tekur vanliga 3 ár, men eg hevði so nógvar royndir frammanundan, at eg slapp undan 1. árinum, og kom beint inn á 2. árið. St. Martins er ein stórur skúli, við nógvum linjum, t.d. innan smúkkur, keramikk og fine arts. Á fashion-linjuni eru eisini nógvar linjur, og eg valdi knitwear-linjuna. Tað er ein viðurkendur skúli, og hevur tú prógv hiðani, fært tú atgongd til nógv størv. Hann er dýrur, men ÚSUN rindar gjaldið.

...um útbúgvingina
Undirvísingin snýr seg nógv um verkætlanir. Ein lærari kemur inn, gevur tær evnið til verkætlanina, og so arbeiðir tú við tí. Tað eru fáir tímar, har tað fyri tað mesta er 1:1, soleiðis, at tú fært tosað um verkætlanina við læraran, og kann spyrja um ivamál við tekning, seyming ella sniði. So tað er nógv sjálvstøðugt arbeiði. Tey føra ikki protokoll, men man møtir upp hvørjaferð, tí annars verður tað tungt at koma ígjøgnum skúlan. Tá verkætlanin er liðug, er lærarin burtur, og so fært tú ein nýggjan lærara til næstu verkætlan. Hetta er ein listarlig útbúgving, sum hevur lítla og onga marknaðarliga undirvísing. Tú fært karakterir, men endaliga royndin er tað, sum avgerð alt. Tá skalt tú gera eina kollektión, sum telur 80% av samlaða karakterinum, og til eina skrivliga roynd, sum telur 20 %.

...um upptøku
Fyrst sendir tú eina skrivliga umsókn, har tú greiðir frá um teg sjálva og hví júst tú skal inn á skúlan. Tú skalt eisini senda viðmæli, t.d. frá arbeiðsgevarum ella øðrum skúlum. Tú mást eisini prógva førleika í enskum, t.d. við studentsprógvi. Fyri at verða upptikin, skalt tú hava tikið eina foundation. Eg tók hana á London College of Fashion, men tú kanst eisini taka hana á St. Martins. Nógv verða so sáldað frá, meðan nøkur verða biðin at koma til samrøðu. Har skalt tú vísa eina portfolio við tekningum, myndum, prøvar av onkrum, tú hevur bundið og kanska onkur pløgg eisini. Tú leggur tilfarið á borðið og fert so útaftur, meðan meta um arbeiðið. So skalt tú innaftur til eina samrøðu, og so frættir tú um tú ert sloppin inn ella ikki. Her verða eisini nógv sáldað frá.

...um fyrimunir og vansar
Eg helt tað vera keðiligt, at maskinaríið ikki altíð var í ordan. Har eru nógvir næmingar, sum skiftast um hølini og útgerðina, og tí kundi tað verið betri umstøður og fleiri maskinur. Tað kundi eisini verið meiri undirvísing, men hinvegin kann tað vera ein fyrimunur, um tú ert nóg búgvin til hetta slagið av skúlagongd. Men skúlin er ótrúliga góður, og hann liggur mitt í West End í London, so atmosferan kundi ikki verið betri. Undirvísingin er á høgum støði, og skúlin í sær sjálvum gevur stóra prestigu. Tað kundi kanska verið meiri marknaðarføring, men hevur man hug, kann man supplera við tí, júst sum eg gjørdi.



Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it