Fjølmiðlalestur í Onglandi
Kelda: Sosialurin
Rithøvundur:
Annika B. Mortensen lesur The Bournemouth Media School í Onglandi.
Hagtøl vísa, at av teimum 992 føroysku lesandi uttanlands eru tað einans umleið 82 næmingar ella 9%, ið eru í hægri lesnaði uttanfyri Danmark. Ein av teimum er Annika B. Mortensen. Hon lesur í Onglandi, á The Bournemouth Media School. Í løtuni, í summarfrítíðini, starvast hon á Rás 2, sum tíðindakvinna. Varpið fekk eitt lítið prát við hana.
Áðrenn lesturin í Onglandi, las hon fólkalívsfrøði í Keypmannahavn, men hetta var ikki akkurát tað hon vildi hava. Nú er hon sera glað fyri skúlalívið í Bournemouth, ið annars liggur í syðra endanum á Onglandi.
-Eg las fólkalívsfrøði í Keypmannahavn. Men har fann eg líkasum ikki mína hill, eg kendi tað so, at eg ikki fór at fáa brúka fyri akkurát hesum lærdóminum, sum fyri ein ov stóran part var teori og gekk ov nógv uppí smálutir. So havi eisini familju, ið kemur frá Bournemouth økinum. Annika prátar við bæði áræði og einari týðuligari suðuroyar dialekt um, hví hon valdi hendan fjølmiðla-lesturin.
-Eg havi altíð havt áhuga í nógvum. Og fyri mær er tað tiltalandi, at mann gravar í einum máli, setir seg inní tað og avleverar og so fer mann víðari til tað næsta málið. Eg havi ein dreym um at gera dokumentarfilm. At arbeiða við myndum og ljóði samstundis er veruliga spennandi. Journaliststarvið er jú eisini eitt fjølbroytt starv - ikki tað sama hvønn dag, hetta tiltalar meg. Og tað er jú í Onglandi at tær størstu heimskendu fjølmiðlafyritøkurnar eru, t.d. BBC og Sky.
Býurin
-Bournemouth er ein hugnaligur býyr. Kanska eitt sindur løgin, tí har búgva fleiri ríkir enskir pensionistar og um summarið tvífaldast fólkatalið í býnum. Men býarlívið er sera gott og tey, sum ganga á skúlanum, koma nógv saman og mann kemur at kenna fleiri ny´ggj fólk, so trivnaðurin er góður. Viðvíkjandi íbúðarviðurskiftunum er tað hol í høvdið við prísunum. Men eg og tríggjar aðrar norskar gentur leiga eini hús, hetta gera fleiri lesandi, sum eru í somu støðu og tað riggar sera væl. The Bournemouth Media School
Hesin skúlin er ein partur av Bournemouth University, har eini 15.000 lesandi eru tilknýtt stovninum. Eftir heimasíðuni hjá The Bournemouth MediaSchool hevur skúlin tað lestrarligu meginreglu, sum liggur í hesum orðatakinum: "Ástøði uttan praksis er tómt, praksis uttan ástøði er blint." Annika er sera glað fyri skúlan og viðmælir hann øðrum, uttan at ivast. -Eg havi einki at seta fingurin á og eg kann avgjørt anbefalla hann til onnur.
Skúlin
Eg gangi á deildini, sum eitur Multi-Media Journalism. Her verður nomið við útvarp, sjónvarp, prent og al-netið. Eisini hava vit eitt spennandi fak, media-søgu, sum m.a. viðger útviklingin av fjølmiðlaheiminum. Undirvísingin er eitt sindur serlig. Annika fortelur eitt sindur um tær uppgávur ein kann fáa á hesum skúlanum.
-Har er eitt internt sjónvarp á skúlanum, sum øll tey 15.000 á Bournemouth University síggja. Tú fær eina uppgávu, ein myndamann, so fer tú út at gera hesa uppgávuna og síðan skal tú avlevera. Vit vera eitt sindur pressaði, sett á royndir og í truplar støður, sum vit skulu finna útav at takla. Og øll tól eru tøk til at brúka, sum sagt so er einki at seta fingurin. Á hvørjum árgangi eru um 100 næmingar, sum verða sett í klassar ella bólkar á 20 næmingum. Tey hava hava annaðhvørt eina strævna viku og so eina lættari, við færri tímum, umleið 10 tímar. Hin vikan er um 25 tímar. -Afturat hesum kemur so tað tú brúkar í arbeiðsrúmunum, við tí tú hevur gjørt. Tað skal jú helst vera so gott sum møguligt. Ætlanir hjá Anniku eru m.a. at sleppa inn á onkra av teimum stóru ensku fjølmiðlafyritøkunum. Her er kravt, at ein hevur ein fullkomnan enskan málburð. Vanligt er at ganga til talupedagog, ið skal hjálpa einum at fáa eina reina enska dialekt.
---
FAKTA:
Annika B. Mortensen er fødd 21/11-1975
Uppvaksin á Tvøroyri, á Tvørabakka
Hevur starvast á Rás 2 síðan 1. juli í ár, sum tíðindakvinna
Lestur: Hevur lisið eitt ár á "Multi-media Journalism" á The Bournemouth Media School