Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Áhugin fyri máli førdi hann til Slovakia

Kelda: Dimmalætting
Rithøvundur: Rakul Napoleonsdóttir

Samrøða við 25-ára gamli Johan Petur Dam úr Funningi, sum fer at lesa evnafrøði í slovakiska høvuðsstaðnum Bratislava. Greinin stóð í Dimmalætting 30. juli 2007.
Tá 25-ára gamli Johan Petur Dam úr Funningi eitt kvøldið sat við sjónvarpsmúsini í hondini og fjarstýrdi frá einari rás til aðra, varð hann brádliga hugfangaður av einari útlendskari tíðindarás.

- Eg varð so hugtikin av málinum, ljóðinum, rútmuni og klanginum, ið runnu mær í oyruni og ikki minst skriftmálinum, teknunum og bókstavasamansetingini, ið eg sá á skíggjanum, greiðir Johan Petur Dam frá. Johan Petur Dam hevur altíð verið forvitin av lyndi, og hann setti sær tí fyri at kanna, hvaðan hesi sjónvarpstíðindi vóru varpað. Og tað vísti seg, at hesin tíðindastubbin stavaði úr Slovakia.

Johan Petur Dam hevði søkt um upptøku á eingilskum universiteti um hetta mundið, og hevði júst fingið bræv, ið segði, at hann ikki var upptikin. So hann hugsaði við sær sjálvum, at hann kundi eins væl kanna, um tað fanst okkurt áhugavert universitet í Slovakia, sum hevði pláss fyri einum føroyskum studenti.

Og so varð.
Johan Petur Dam kundi sleppa inn á lærda háskúla í Bratislava at lesa evnafrøði, men áðrenn hann kundi seta seg á slovakiskan skúlabonk at studera tað periodiska systemið, varð hann noyddur at fara á slovakiskan málskúla í eitt lítið ár.

1 ár seinni
Nú vit hitta Johan Petur Dam á máli, hevur hann búleikast í Bratislava í eitt ár, og hann sigur seg trívast stak væl. Hann hevur lært nógv á málskúlanum, og hann prátar slovakiskt sum brent.
- Slovakar eru eitt sera blítt fólkaslag. Teir flestu duga bara slovakiskt, og onkrir einstakir duga russiskt. So eg kann ikki tosa ensk ella týskt, tá ið mær vantar slovakisk orð. Tað var torført at byrja við, men hetta hevur gjørt, at eg var noyddur at læra meg slovakiskt fyri at gera mína áskoðan galdandi. Johan Petur Dam greiðir tó frá, at slovakar hava verið sera beinasamir og tolnir. Teir vilja fegnir hjálpa einum fremmandum, og við at brúka bæði handakeipur og hundakunst, so hevur samskiftið gingið upp á stás.

Univerzita Komenského v Bratislave
Johan Petur Dam sigur, at hóast tað búgva 450.000 menniskju í Bratislava, so er býurin soleiðis innrættaður, at man sum útlendskur lesandi ikki kennir á sær, at man hvørvir í mongdini.
Í september mánaða í ár fer Johan Petur Dam so undir at lesa evnafrøði á Universitetinum i Bratislava. Universitetið er stórt, har eru umleið 25.000 lesandi og 20000 undirvísarar. Johan Petur Dam greiðir frá, at nógvir útlendingar koma til Slovakia at lesa í hesum døgum. Teir flestu koma úr Eystureuropa, Miðeystri og Suðurafrika. Johan Petur Dam er einasti føroyingur. Hóast Johan Petur Dam ikki hevur sett seg so væl inn í, hvussu skúlaskipanin í Slovakia er hugsað og skipað, so hevur hann ta fatan, at tað er gott skil á, og at undirvísararnir eru strangir.

- Tann undirvísingin, sum eg fekk á málskúlanum, var skipað sum vanlig floksundirvísing. Undirvísingin var lærarastýrd - lærarin tosaði meðan næmingarnir sótu stillir og lýddu á. Vit høvdu skyldu at møta upp, og var tað onkur, sum hevði ilt við at koma upp um morgnarnar, so fekk tað avleiðingar við brestin, greiðir Johan Petur Dam frá.

Hvussu fíggjar man eina útbúgving í Slovakia?
Tá ið vit spyrja Johan Petur Dam, hvussu hann fíggjar sína útbúgving, sigur hann frá, at hann hevur ein útbúgvingarstuðul, ið er galdandi fyri tey, ið lesa uttanfyri norðanlond. Haraftrat hevur hann verið í bankanum og biðið um lán.
- Eg havi ikki nógvar pengar um hendi, men tað gongur, sigur Johan Petur Dam.
Hann hevur í fyrstu syftu sett sær fyri at lesa í 3 ár. Og so má tíðin vísa, um hann tekur yvirbygningin í Bratislava ella onkra aðrastaðnis. Tá ið vit fregnast eftir, um eitt slovakiskt universitetsprógv hevur eins stórt gildi og universitetsprógv aðrastaðnis frá, sigur Johan Petur Dam, at tað er eingin ivi um, at so er.
- Slovakia er ein partur av ES og útbúgvingin á universitetinum í Bratislava livir tí upp til ES-krøv og ES-standardir. Eg eri tí fullvísur í, at eg kann taka yvirbygningin har eg havi hug til. Eisini í Danmark, um so skuldi verði. Fyri Johan Petur Dam snýr tað seg ikki um, hvaðan prógvið stavar. Tað snýr seg fyrst og fremst um at bróta upp úr nýggjum og at royna nakað nýtt. At gera okkurt sum ongin hevur gjørt áður, samstundis sum man lærir, mennist og búnast.

Gott at fara longri burt
Johan Petur Dam sigur, at tað er gott fyri føroyingar og Føroyar, at ung lesandi fara út í víðu verð at taka eina útbúgving. Hagtølini vísa, at 85 prosent av teimum, ið taka eina útbúgving, eru í Danmark. Av teimum írestandi 15 prosentunum lesa 90 prosent í Onglandi og øðrum eingilskttalandi londum.
- Eg havi einki ímóti, at føroyingar fylkjast um donsku universitetini. Men eftir mínari fatan er okkara føroyska mentan í so nógv ávirkað av norðurlendskari og enskari mentan. Eg haldi, at tað er gott, at føroyingar fara í onnur lond at forvitnast og útbúgva seg. Hetta seinasta árið eri eg komin fram til, at slovakar og føroyingar líkjast í mongum brøgdum. Johan Petur Dam nevnir til dømis jólini. At halda jól í Slovakia minnir ikki sørt um jólahald í Føroyum. Haraftrat eru slovakar serstakliga gestablíðir og fryntligir.
- Vit hava ofta lyndi at siga, at eingin er so blíður sum føroyingar. Men eg eri farin at ivast í, um slovakar ikki eiga munin, sigur Johan Petur Dam og smílist.
Johan Petur Dam greiðir frá, at slovakar eru serstakliga nærverandi, tá ið tey tosa við fremmandafólk.
- Tey hyggja beint í eyguni á tær. Í fyrstuni kendist tað løgið, nærum pínligt. Ein hevur mestan hug at hyggja burtur. Men sum frá líður lærir man, at hetta er teirra máti at samskifta. Eg haldi, at føroyingar kundu lært eitthvørt av hesum, hugleiðir Johan Petur Dam.

Viðurskifti
Ofta setur føroyingurin eystureuropa í samband við kalda kríggið, kommunismu og lond, ið ikki standa mát við lond í vesturheiminum.
Men Johan Petur Dam sigur, at hetta fyri ein stóran part eru fordómar.
- Taka vit ein bý sum Bratislava sum dømi, so er talan um ein øðrvísi bý – men býurin líkist í nógvar mátar øðrum vestureuropeiskum býum.
Slovakia er tó eitt land, sum verður bólkað sum eitt av fátøku londunum í eystureuropa, og munurin á ríkum og fátækum er nakað væl størri enn í einum vælferðarsamfelag sum okkara. Johan Petur Dam sigur frá, at tað eru lutfalsliga nógv heimleys í Slovakia, og hesi fáa onga almenna hjálp, sum vit kenna tað um okkara leiðir.
Johan Petur Dam býr sjálvur í einum spildurnýggjum bygningi miðskeiðis í Bratislava. Í hesum bygninginum eru allir hentleikar. So umstøðurnar at djúpa seg í evnafrøðiligum spurdómum eru av teimum allerbestu.


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it