Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Til Póllands at lesa til lækna

Kelda: Dimmalætting
Rithøvundur: Eilen Anthoniussen

Lesið um Mary Højgaard av Toftum, sum lesur til lækna í Póllandi. Greinin stóð í Dimmalætting 2. juli 2007.


Útbúgving uttanlands: Toftagentan Mary Højgaard er farin allan vegin til Póllands at lesa til lækna. Líka sum so nógv onnur, hevði hon torført við at sleppa inn at lesa medisin í Danmark, tí kravt verður at næmingar hava so høgan miðalkarakter. Tí fór hon, saman við nógvum øðrum norðurlendingum, til Pólland at útbúgva seg, og tað hevur hon ikki angrað, eftir at hava verið í Póllandi í eitt ár.

22 ára gamla Mary Højgaard av Toftum var væl vitandi um, at hon ikki hevði nóg høgan miðalkarakter til at sleppa inn at lesa medisin í Danmark. Hon setti seg tí í samband við Altjóða Skrivstovuna í Havn, sum vísti á møguleikar at lesa medisin í øðrum londum. Ymisk lond vóru uppi og vendu, millum annað Ongland, Ungarn og Pólland, og endin var at Mary søkti inn á universitetið í Stettin í Póllandi, orsakað av at umsóknarfreistin passaði henni best.

- Eg var júst afturkomin úr Amerika, og skuldi til at søkja inn á onkran skúla. Eg hevði áhuga í at fara til Onglands, men visti at har er eisini torført at sleppa inn at lesa til lækna, og so skal ein eisini søkja eitt ár áðrenn man ætlar sær at byrja. Tí sendi eg bara míni pappír til Pólland, har ein kundi søkja inn alt summarið. So tað var kanska nakað tilvildarligt, greiðir Mary frá.

Og Pólland hevur ikki skuffað Mary á nakran hátt. Býurin sjálvur er kanska nakað gráur, heldur hon, og har er nakað fátæksligt, men annars er einki at finnast at. Har er bíligt at búgva, eitt nú tok og serliga taxabilar eru sera bíligir at brúka.

- Men skúlin er øgiliga konservativur. Tað er møtiskylda, og kanst tú ikki koma í skúla, skalt tú hava eina læknaváttan, og so sleppur tú at taka tímarnar tá tú kemur aftur í skúla. Møtir tú ikki upp, og hevur onga læknaváttan, skalt tú taka tímarnar inn aftur tríggjar ferðirnar. So eg havi slettis ikki ráð at vera sjúk, við øllum skúlatingunum eg havi, sigur Mary. Lærarnir hava eisini rætt til at stongja, um tú av eini ella aðrari orsøk verður ov sein til tíma.

Gamaldags og konservativt
Meginparturin av tíðini hjá Mary fer við at lesa og gera skúlating. Hon greiðir frá, at um hon til dømis er liðug í skúlanum klokkan 13-14.00, fer hon beinleiðis á bókasavnið, har hon situr til klokkan 19.00. Soleiðis er tað gjøgnum alla vikuna. Tað kemur tó fyri, at hon saman við vinfólki fer út at eta ella ein túr í biograf, men tað er bara fyri at taka ein steðg frá skúlatingunum.

Hon hevur samanborið sína útbúgvingarætlan við ta hjá teimum læknalesandi í Danmark, og sigur seg ikki síggja tann stóra munin. So vítt hon dugir at síggja, skulu tey ígjøgnum tað sama. Einasti stóri munurin, er at har í Póllandi eru tey 20 í hvørjum flokki, sum alla tíðina fylgjast og hava somu lærugreinar samstundis, meðan tey aðra staðni arbeiða í bólkum.

- So tað er kanska nakað konservativt og gamaldags, men tað virkar fínt, og samanhaldið í flokkinum er øgiliga gott, sigur hon. Útbúgvingin í Póllandi tekur í alt seks ár, og nú henni manglar fimm ár av útbúgvingini, kann hon siga, at hon er fallin væl til. Tankin hevur tó verið uppi og vent, at hon kanska skuldi roynt at sloppið inn í Keypmannahavn nú, so hon er tættari heimlandinum, men samstundis heldur hon tað vera spell at skifta skúla tá hon trívist so væl í Póllandi.

Hóast landið er fátæksligt og so nógv øðrvísi enn her hjá okkum, eru ting Póllandi, ið føroyingar ofta gleðast um í øðrum londum. Til dømis er summarið langt og heitt, har er bíligt at búgva og feriurnar eru langar. Summarferian er til dømis tríggjar mánaðir, og hóast Mary fær peningaligan stuðul úr Føroyum, er tað so mikið bíligt í Póllandi, at teir pengarnir strekkja longri enn hjá lesandi í øðrum londum.

- At byrja við búði eg á kollegie í útjaðaranum av býnum, men flutti síðani inn í miðbýin, har eg búgvi sera bíliga. Har búgvi eg saman við eini týskari gentu, og gjaldi tað sama sum tá eg búði á kollegiinum, greiðir Mary frá.

Fleiri føroyingar á veg
Á universitetinum í Stettin ganga nógvir norðmenn, nakrir sviar og týskarar, umframt póllendingar. Mary heldur, at tað skapar eitt gott samanhald millum norðurlendsku næmingarnar, at tey øll eru í somu støðu. Øll eru tey endaði í Póllandi, tí tey ikki eru sloppin inn í heimlandinum. Ella í Danmark. Higartil er hon einasti føroyski næmingurin á skúlanum, og hon hevur ikki hoyrt um at føroyingar hava lisið har fyrr. Men í seinastuni hevur hon frætt um nakrar aðrar føroyingar, ið hava kannað møguleikarnar fyri at fara til Póllands at lesa medisin. Hon heldur at tað hevði verið stuttligt at sæð fleiri føroyingar á skúlanum. Nógvir av læknunum, ið koma til Føroya at arbeiða, koma úr Póllandi, so tað kann ikki vera so heilt galið, heldur hon.

Skúlin tekur árliga inn 100 næmingar, ið ynskja at lesa til lækna og tannlækna. Tað var í 1990 árunum at skúlin fór undir ensku undirvísingina á skúlanum, og tá var skúlin normeraður til 100 næmingar, men tað er ikki fyrrenn nú at øll plássini eru upptikin.
- Allir lærarnir undirvísa á enskum. Tað er líka tað við dialektini, man líka skal venja seg við, líka sum so nógv onnur ting man skal venja seg til í Póllandi, sigur Mary.

Í løtuni er Mary heima á Toftum í summarfrí. Hóast ferian er tríggjar mánaðir, er kravt at næmingarnir fara í starv innan heilsuverkið í á leið 4-6 vikur í summarfrítíðini, og Mary hevur fingið starv á Runavíkar Ellis- og Røktarheimið í tveir mánaðir. Fyrst í oktobur byrjar skúlin hjá Mary aftur, og hon væntar at fara aftur til Póllands seinast í septembur. Men hvat hon ætlar sær eftir seks ár í Póllandi, veit hon ikki. Hon hevur í øllum førum altíð ætlað sær aftur til Føroya at arbeiða, men sum er, heldur hon bara øllum hurðum opnum.


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it