Samrøða við Snorra Danielsen
Kelda: 18-25.fo
Rithøvundur: Sigrun
Samrøða við Snorra Danielsen sum lestur BA í International Business og BA í History í USA
Heiti á útbúgving:
Eg taki tvær bachelorútbúgvingar í løtuni. Fari síðani í holt við eina Master, nokk M.A. Marketing Communication. Men í løtuni er heitið á útbúgvingini: B.A. International Business & B.A. History
Hví valdi tú USA?
USA er kent fyri sínar góðu útbúgvingar, tað hevði eg vitað leingi. Eg ætlaði mær allatíð niður til Odense at lesa Cand.Negot (ein blanding av búskapi og mentan), men tá eg var liðugur á Handilsskúlanum á Kambsdali, kendi eg tað, sum mær tørvaði eina avbjóðing í tí ókenda: eitt stað har sjónarhornið var øðrvísið, bæði í skúlahøpi, mentanarliga, og persónliga. Tá eg hoyrdi um John Brown University í Arkansas, helt eg, tað ljóðaði spennandi, so eg søkti.
Hvussu er at liva í USA?
Tað er ógvuliga annaleiðis at liva í USA í mun til í Føroyum. Eg búgvi í North West Arkansas, sum er sunnaliga, mitt í landinum. Her er einki hav og eingi fjøll, so tað saknar mann eitt sindur. Maturin er eisini ógvuliga annaleiðis, oftani feitur og ósunnur. Áðrenn eg kom til USA, hugsaði eg ongatíð um, hvat eg át, men nú (aftaná 15 kg) royni eg at ansa eftir mær, og tað ber væl til.
Eg eri "in the south" so fólk hava ein øgilliga vinarligan verumáta. Øll, mann møtir, kend sum ókend, heilsa, man letur dyrnar upp fyri hvørjum øðrum og annars kappast man um at verða blíður. Tað var løgið í byrjanini, men nú hugsi eg um at innføra tað, tá eg flyti heimaftur einaferð. USA er eisini øgiliga stórt, og tað er oftani langt at fara. Hugtøk sum "tað er beint við" hava broytt meining síðani eg kom heryvir. Dallas er "beint við" og tað er 6 tímar vekk við bili.
Annars er eisini øgiliga nógv spennandi at fara til. T.d. var eg til konsert hjá Snow Patrol fyri góðari viku síðani, og eg fari til konsert hjá Joshua Radin um ein viku:) Veðrið er super lekkurt. Tað er t.d. ikki óvanligt, at man liggur úti og sólar sær fyrst í januar mánaði, tá man akkurát er komin úr jólaferiu úr Føroyum. Í Føroyum eru 9 sóldagar um árið. Her eru 9 ikki sóldagar um árið - ella næstan ;)
Hvussu var at koma har?
Áðrenn eg fór avstað, spurdu fólk meg, um eg ikki helt tað var ov langt at fara allan teinin til USA. Eg segði altíð, at tað var ikki longri enn eina dagsferð burturi. Tað passar ikki. At koma til USA var sum at koma til eina aðra planet. Alt var øðrvísi. Mátin fólk tosaðu, lótu seg í uppá, mátin tey hugsaðu osv. Tað var ógvuliga løgið í byrjanini.
Hvussu er skúlin, lærarir og skúlaskipanin?
Amerikansa skúlaskipanin er væl øðrvísi enn tað, eg var vanur við. Fyri tað fyrsta tekur ein bachelor her fýra ár í staðin fyri trý. Eisini hevur man nógv "core" fak, s.s. samfelagsfak, heimspekið og biologi, afturat høvðusfakinum. At byrja við helt eg hetta var nakað tvætl, men nú eri eg ótrúliga glaður fyri hesi fakini. Grundin fyri at taka øll hesi "óneyðugu" fakini er, at ein Bachelor of Arts útbúgving roynir ikki bara at útbúgva teg í einum serøki, men eisini at geva eina "all-round" vitan um, hvussu heimurin og fólkini í honum virka. Eg haldi at hendan vitan hevur gjørt meg betri føran fyri at læra míni høvuðsfak, samstundis sum eg verði ein betri heimsborgari. Tey siga vitan gevur makt. Tað eri eg samdur í.
Lærarnir hjá mær eru eisini ógvuliga góðir, og teir flestu av teimum elska at undirvísa. (t.d. havi eg upplivað ein lærara koma inn nærmast hoppandi, tí hon var so spent at sleppa at undirvísa um rómverskar giftingarreglur. Spennandi, ikki so?) Eisini hava teir kontórtíðir, har mann kann fara inn og tosa um tað, man ikki skilir. Tað er super.
At byrja við helt eg, at skipanin var nokkso barnslig. Vit hava t.d. møtiskyldu og ofta quiz í byrjanini av tímanum at syrjga fyri, at man hevur lisið. Men mær dámar tað væl nú, tí próvtøkan dekkar ofta alt tilfarið, sum man er farin í gjøgnum (bæði úr bókini og frá talvuni), so um man ikki møtir upp til tímar, so kann man skjótt koma illa fyri. Harafturat skal sigast, at ferðin er høg og skúlatingini nógv. Í miðal vil eg nokk siga, at eg geri skúlating eini 5-6 tímar hvønn dag, 7 dagar um vikuna.
Hvussu við øllum teimum praktisku viðurskiftinum?
At fara til USA er stak innviklað. Eg byrjaði at søkja tey ymisku støðini uml. 8 mánaðir áðrenn eg fór, sum eg ikki haldi er for tíðiliga. Man skal søkja inn á skúlan, søkja um at fáa útbúgvingina góðkenda í Føroyum og Danmark, søkja um Ú.S., søkja um visum o.s.fr. Ein long prosess, men yvirkomulig. Eg fekk ótrúliga góða hjálp frá Altjóða Skrivstovuni, sum er eitt gullnám, tá man ætlar at lesa úti í verðini. Eisini fekk eg hjálp frá kenningum, sum hava verið í USA.
Tá man er í USA, eru HeimaGreiðslan og Skype gull vert!
Hvussu er fólkið har, og hvussu føldi tú teg í fyrstuni í mun til nú?
Í byrjanini, tá eg kom, var alt spennandi og nýtt, men sum fráleið og gerandisdagurin byrjaði, fekk eg eitt ordans kultursjokk. Tað var ein øgiliga strævin tíð. Eftir nakrar mánaðir byrjaði mær so at dáma betur og betur. Nú elski eg tað.
Eg havi eisini upplivað ótrúliga nógv, meðan eg havi verið her. M.a. havi eg ferðast til nógvar stórbýir, s.s. Chicago, Los Angeles, New York og Dallas, havi sovið í telti í Buffalo, verið á fundi hjá Georg Bush, forseta, verið í New Orleans og rudda upp eftir ódnina Katrinu, og eisini fekk eg høvðusleiklutin í einum sjónleiki, sum vit síðani ferðust runt við og har eg eisini vann eina virðisløn.