Samrøða við Niels Paula Lamhauge
Kelda: 18-25.fo
Rithøvundur: Sigrun
Samrøða við Niels Paula Lamhauge. Samrøðan er tikin frá www.18-25.fo. Niels Pauli lesur Visual Communication í London
Niels Pauli er 25 ára gamal, kemur úr Syðrugøtu og er í gongd við útbúgvingina >Visual Communication< í London.
Hví valdi tú London?
Besta orsøkin eg kann finna fyri, at eg júst valdi London bý, er góða og spennandi umtalan býurin hevur. Og eg kann siga við vissu, at umtalan uttan iva livir upp til mínar vónir og dreymar. Harafturat hevði eg leingi ynskt mær at lisið grafisk design. Og av tí at London eigur tey bestu og nýskapandi designuniversitetini í verðini, helt eg tað næstan vera ein sjálvfylgja at velja London.
Mær dámar sera væl at ferðast, og í London havi eg alla verðina á einum stað. Fyri at uppliva eina nýggja mentan ella at møta nýggjum og áhugaverdum fólki úr øllum heimsins hornum, nýtist mær ikki eitt reisa út um London. At búgva her er eins og at ferðast.
Hví ikki Danmark ella okkurt annað stað?
Eg helt, at frálæruhátturin á skúlanum í London bjóðaði mær ta bestu loysnina innan grafiskt design.
Hvussu var at koma har?
Ehm…..tað var løgið. Tað fyrsta ein hugsar er, hvussu lítil ein sjálvur blívur í einum so stórum býi. Eg havi áður roynt at verið í størri býi enn London og aðrar næstan eins stórir, men hóast tað, kendist tað sera útlúgvandi at koma til London. Ein hevði ongan kendan og skuldi fáa alt upp á rætt kjøl, uttan hjálp frá øðrum. Sum ungur og naivur hugsar ein mangan, at alt skal nokk fara at laga seg skjótt og næstan av sær sjálvum. Hetta var ikki sum frammanundan væntað. Teir fyrstu mánaðirnar í London vóru tveir sera strævnir mánaðir, har alskins trupulleikar vóru gerandiskostur. Eftir hógvi stríð og nógvar sveittatúrar var alt at enda komið upp á rætt kjøl. Vit, sum høvdu íbúð saman, kundu nú nýta lívið sum rættiligir Londonarar.
Hvussu við øllum teimum praktisku viðurskiftinum?
Fyrst vil eg siga, at ferðasambandið er framúr gott í London. Fyri umleið seks hundrað krónur kann eg ferðast sum mær lystir aftur og fram í London frá klokkan hálvgum seks um morgunin til klokkan hálvgum eitt um náttina við undir-og yvirgrundstoki. Síðan havi eg møguleikan at nýta náttarbusssambandið, sum fevnir um stórt sagt alt London. Sum heild er tað sera trupult at fáa skil á teimum praktisku viðurskiftinum, av tí at tey eru so fjar frá okkara norðurlendsku framferðarhátti. Men aftaná stutta tíð hevur tú vant teg við tann eingilska mátan at gera tingini uppá.
Hvussu er at liva í London?
Mær dámar sera væl at liva í London. Her er altíð okkurt at fara til. Mær dámar sera væl at fara til konsertir, og her hevur London altíð okkurt spennandi at bjóða mær. Annars hýsir London einum tí fjølbroyttasta býar/lívinum í verðini, sama á hvønn hátt tær dámar at hugna tær eru óteljandi støð at velja í.
Hvussu er skúlin, lærarar, "skipanin"?
Universitetið, eg gangi á, er allarhelst eitt sindur ørvísi enn eingilskir skúlar flest. Hetta kemst av, at skúlin er ein amerikanskur privatskúli, ið gongur eftir tí amerikansku skúlaskipanini, heldur enn tí eingilsku. Hetta ávirkar meg einki, tí eg havi ikki roynt at verið í skúla undir eingilskari skipan frammanundan.
Læran er í fastløgdum vikutímum, har vit eru frá fimm til tjúgu næmingar í flokkinum í trimum ymiskum fakum pfyri hvørt semestur. Bert ein lærari er til hvørt fakið. Tað eru trý semestur í hvørjum ári, og hvørt semestur endi eg trý fak. Tað vil siga, at eg havi nýggju fak hvørt ár. Mín útbúgving er ein listarlig praktisk útbúgving, ið eitur "visual communication". Ferðin á frálæruni er høg, og eg havi næstan hvørja viku eitt projekt at framvísa, so ikki altíð er tíð til mín sjálvs har eg kann slappa av og hugna mær. Hetta síggi eg tó ikki sum ein trupulleika; eg eri jú so áhugaður í at læra og útvíða mína vitan innan design.
Hvussu er fólkið har, og hvussu føldi tú teg at byrja við - kanska í mun til nú?
Tá eg eg av fyrstan tíð kom á skúlan var alt sera fremmant fyri mær. Eg var kanska smæðin og lítilátin av tí sama. Men skjótt vísti tað seg, at næmingarnir á skúlanum vóru sera vinarligir. Eg havi verið her í eitt ár og fýra mánaðir, so eftir hondini kenni eg nógv fólk á skúlanum. Eisini lærarar og onnur fakfólk á skúlanum hava víst seg at vera sera vinarligt og hjálpsom, so mær bíður aldri ímóti at spyrja tey ella tosa um eitthvørt. Enn eri eg lítillátin, men eg havi fleiri vinir.