Sendistovurnar - ein íløga í føroyskt heilatilfeingi
Kelda: Dimmalætting
Rithøvundur: Pól E. Egholm
Lesarabræv, sum Pól E. Egholm skrivaði í Dimmalætting.
Tað er sera óheppið, at føroyingar ikki klára at troyta teir møguleikar, sum standa teimum í boði. Eg var í fjør starvslesandi á sendistovuni, men harmist umat ongir føroyskir lesandi vísa áhuga fyri hesum einastandandi møguleika at fáa sær altjóða royndir.
Løgmansskrivstovan søkir í hesum døgum eftir fólki at arbeiða eitt hálvt ár sum starvslesandi á føroysku sendistovuni í Brússel. Tá seinast var søkt eftir starvslesandi til Brússel var EINGIN føroyskur umsøkjari til starvið. Sjálvur var eg starvslesandi í Brússel frá 1. septembur 2006 til 31. januar 2007, og eg havi bara gott at bera tíðini á sendistovuni. Eg vil við hesi grein vísa á, hvussu einastandandi møguleiki hetta er hjá føroyskum lesandi at menna sínar altjóða førleikar og profil, og samstundis eisini vísa á, at tað er sera spell fyri Føroyar at hesin møguleikin ikki verður nýttur.
Bakgrundin fyri greinini
Starvið sum starvslesandi á sendistovu Føroya í Brússel varð upprættað í 2002 við tí endamálið at geva føroyskum lesandi møguleika at fáa lestrarviðkomandi og altjóða starvsroyndir. Aðaltankin við plássunum sum starvslesandi á sendistovunum er at menna profilin hjá tí lesandi, og geva honum íbástur í lesnaðinum, samstundis sum sendistovan fær lutfallsliga bíliga arbeiðsmegi. Harumframt er tað at meta sum ein góður síðuvinningur fyri føroyska fyrisiting og samfelagið sum heild, at ein íløga verður gjørd í føroyskt heilatilfeingi, tí tann starvslesandi fer vónandi eftir lidnan lesna at arbeiða í Føroyum.
Skipanin hevur víst seg at virka væl, og umfatar í dag sendistovurnar í Brússel, London og á fysta ári eisini umboðsstovurnar í Keypmannahavn og Reykjavík. Sendistovurnar hava notið gott av tí eyka arbeiðskraftini, tey starvslesandi hava verið glað fyri sínar royndir, og eru summi teirra eisini farin víðari í starv í fyrisitingini.
Sjálvur var eg starvslesandi í Brússel frá 1. septembur 2006 til 31. januar 2007. Eg var júst liðugur við fyrsta árið av míni cand.merc útbúgving á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, og eftir at hava verið á skúlabonki í fýra ár á rað, hevði eg hug at royna nakað nýtt og fáa nakrar spennandi starvsroyndir. Ein tílíkur møguleiki at fáa innlit í ES kervið stendur ikki mínum útlendsku flokkfeløgum í boði, og tá mín áhugi fyri føroyskum politikki og samfelagsviðurskiftum er vaksandi, valdi eg, at royna hesa spennandi avbjóðing.
In Her Majesty’s Service
Tað er kanska hátíðarligt at siga, at tá mann arbeiðir á sendistovuni, er mann á altjóða frontlinjuni hjá sínum landi, men tað er tó ein ávísur sannleiki í tí (hóast tað í fyrstu syftu ikki virkar so “sexy” at arbeiða á eini sendistovu). Føroyska sendistovan í Brússel liggur í tí sokallaða ES-økinum, t.e. beint við ES Tingið, ES Nevndina og Ráðið. Økið er merkt av at tær flestu sendistovurnar liggja nær við, og er arbeiðsøki burturav. Hóast hølini hjá føroysku sendistovuni ikki eru serliga glæsilig og plásstrot er, er arbeiðsumhvørvið bæði professionelt og hugnaligt í einum. Starvið er ólønt, men bústaðarískoyti á €380 (umleið 2800kr) verður latið. Um ein gongur á einum hægri lærustovni við møguleika at fáa góðskrivað uppihaldið ella uppgávuna, ið ein kann gera í samband við starvstíðina, so er eisini gjørligt at fáa SU, meðan ein arbeiðir. Men tað eru ikki allir lærustovnar, ið góðskriva starvslesna. Arbeiðstíðin er frá kl. 9:30 til kl. 17:00, og tann lesandi fær harumframt 12 frídagar, ið hann kann leggja til rættis í samráð við sendimannin.
Starvsplássið hevur eisini møguleika at geva eina hóskandi samsýning, men tað er ikki beinleiðis nógvir pengar, ein tjenar sum starvslesandi í Brússel. Men fyri at vera idealistiskur, so er tað onkursvegna lønandi at føla at tú arbeiðir fyri heimlandið. Og hóast Føroyar í altjóða høpi er lítlar, so er tað spennandi at vera vil til at betra um altjóða treytirnar hjá Føroyum - tí har liggur veruliga nógv á láni!
Arbeiðsuppgávurnar
Arbeiðsuppgávurnar eru sera fjøllbroyttar. Høvuðsuppgávurnar eru millum annað at fylgja við í teimum ymsu arbeiðsbólkunum í ES-Tinginum, har komandi ES lóggávurnar eru til viðgerðar. Tá lóggávurnar í arbeiðsbólkunum hava føroyskan áhuga, skal fundarfrágreiðing gerast, og saman við eini stuttari analysu av lóggávunum sendast til tey viðkomandi fólkini í føroysku fyrisitingini. Hetta arbeiðið gevur eina yvirordnaða fatan av, hvussu politiska skipanin hongur saman, eitt gott innlit í ES lóggávu og hvussu lógarsmíð fer fram í Brússel, umframt hvussu avgerðir vera tiknar í ES kervinum.
Sendistovan samskipar alt samband, sum føroyska fyrisitingin og vinnulívið hevur við ES kervið, og í samráð við føroysku fyrisitingina verða strategiir gjørdar fyri hvussu Føroyar kunnu royna at ávirka ES kervið til okkara egna fyrimuns. Eftir eini tíð sum starvslesandi sleppur ein eisini at taka lut í hesum arbeiðnum. Hetta kann kanska ljóða sum ein tung og háfloygd uppgáva fyri ein lesandi, men tað er tað ikki. Føroyski sendimaðurin, Hákun J. Djurhuus, hevur saman við ráðgevanum, Jonhard Eliasen, megnað at skapað eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvið, har ein sum starvslesandi gerst partur av einum lítlum teami, har ein fært hollan fakligan stuðul.
At skilja “the Big Picture”
Sjálvur hevði eg gingið á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og hevði ikki nakrar beinleiðis fyritreytir fyri at kunna analysera lóggávur ella stjórnarmál. Tí noyddist eg at brúka tað fyrstu tíðina í Brússel uppá at seta meg inn í føroyska og ES lóggávu og í tey ymisku málini, sendistovan hevur ábyrgd av. Men har fekk eg sera góðan stuðul frá hinum starvsfólkunum á sendistovuni, og tað tók ikki so langa tíð, áðrenn ein byrjar at skilja mannagongdir og síggja “the Big Picture”. Um ein lesur stjórnarfrøði, samfelagsfrøði, løgfrøði ella líknandi hevur ein nokk nakrar fyrimunir hesum viðvíkjandi.
At byrja við var eg eitt sindur bangin fyri at bara koma at taka telefonina, kopiera og gera kaffi. Og mann skal sjálvandi eisini røkja tær vanligu kontóruppgávur sum at booka fundur, finna framm upplýsningar á netinum ella arkivera.
Men av tí at tað jú ikki búgva serliga nógvir føroyingar í Belgia sum í Keypmannahavn ella London, fær sendistovan í Brússel ikki so nógvar áheitanir og fyrispurningar um t.d. uppihalds- og arbeiðsloyvi frá føroyingum. Heldur eru tað nakrir fyrispurningar frá føroyskum stovnum og fyritøkum um t.d. tollviðurskifti, ES lóggávu o.a.. Inn í millum koma spurningar frá útlendingum, ið ynskja at kunna seg um Føroyar. Men annars arbeiðir Brússel sendistovan burturav við at betra umstøðurnar hjá føroyingum í ES. Ein avgerandi partur av hesum er sjálvandi handilssáttmálin Føroyar og ES millum.
<Býurin
Tað er hvørki trupult ella dýrt at fáa bústað í Brússel, og fólkini á sendistovuni hjálpa einum við hesum. Brússel er ein spennandi altjóða stórbýur og hevur nógv at bjóða innan m.a. mentan, tónleik, býarlív. Listaskálarnir eru í heimsklassa, tey flestu heimsnøvnini innan tónleik steðga í Brússel á teirra Evropaferðum, og matstovurnar og barrir/dansistøð eru fjølbroytt og altjóðakend. Vegna nógva virksemi er í býnum, og at har er ein ørgrynna av starvslesandi, er nógv ferð á býarlívinum. Hóast Brússel liggur í tí flamska partinum av Belgia, so hevur meginparturin av íbúgvunum fransk sum fyrsta mál. Men av tí at býurin er so altjóðagjørdur, er als ikki neyðugt at duga franskt fyri at klára seg. Sjálvur dugdi eg ikki eitt orð á fronskum, men eg hevði ikki trupulleikar at samskifta við tey lokalu á enskum. Brússel er europeiskur miðstaður, og liggur væl fyri at ferðast frá. T.d. tekur tað bert hálvanannan tíma við toki til París, 2 tímar 15 min til London og knappar 3 tímar til Amsterdam.
Samfelagsspilla at ongin søkir
Av tí at eingin føroyskur umsøkjari var til starvið (ið enntá varðendurlýst og freistin at søkja longd) var ein dani settur sum starvslesandi á sendistovu Føroya í Brússel! Starvið skuldi hóast alt fyllast... Einki beinleiðis ilt um tað. Ein danskur lesandi kann uttan iva eisini røkja starvið. Tað er sjálvandi trupulari, tá ein ikki skilir føroyskt, ið jú er arbeiðsmál, ella ikki hevur bara eitt sindur av innliti í føroyska lóggávu, politikk ella samfelagsviðurskifti. Eg haldi tó, at tað er óheppið, at tað ikki hevur verið gjørlig at skapa størri áhuga fyri starvinum, tí at vit vita jú, at tað er nógv meira sannlíkt, at Føroyar seinni fáa ágóða av hesi íløguni í heilatilfeingi um tað er ein føroyskur lesandi, ið fær henda møguleikan. Flestu føroyingar flyta fyrr ella seinni aftur til Føroyar og taka tí royndirnar, teir hava ognað sær tað hálva árið í Brússel, við sær heim. Tað er nógv meira ivasamt um føroyska samfelagið á sama hátt fær ein avleiddan ágóða, um tann starvslesandi ikki er føroyingur. Tað er tílíkt sum búskaparfrøðingar kalla “samfelagsspillu” ella “skeiva allokatión av resursum”. Og hetta er avgjørt ikki í trá við Visjón 2015, har áherðsla verður løgd á at føroyingar útbúgva seg væl og nema sær altjóða starvsroyndir. Hetta skal eftir sigandi hjálpa okkum í eini globalari verð.
Ikki eitt hálvt ár aftrat!
Fyri tann einstaka føroyska lesandi er hetta ein einastandandi møguleiki at fáa altjóða royndir, innlit í ES kervið og uttanríkisviðurskifti og sjálvandi eisini at pynta sær cv-ið. Starvið er m.a. viðkomandi fyri fólk, ið lesa løgfrøði, búskap, samfelagsfrøði, altjóða politikk ella vinnu- og virkisbúskap. Starvslesnaðurin og uppgávurnar vera tengdar at fakligu bakgrundini hjá viðkomandi og kann, um útbúgvingarstovnurin góðtekur tað, eisini gerast partur av útbúgvingini.
Vit hava umleiða 1300 føroyingar sum lesa uttanlands (uml. 1000 í Danmark, sambært Altjóða Skrivstovuni), men seinast kom bara ein føroysk umsøkn til tey bæði arbeiðini í Brússel og London! Tað áttu at verið fleiri millum føroyska ungdómin, sum kundi hugsað sær at fingið altjóða royndir – tað er spennandi, og er gott at kunna vísa á, um mann seinni skal søkja arbeiði.
Taki tí av møguleikunum, ið longu standa okkum í boði. So fáa vit kanska fleiri.