Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Ragnar jonglerar við russiskum milliardum

Kelda: Dimmalætting
Rithøvundur: Uni L. Hansen

Fyri 10 árum síðani jongleraði Ragnar Arnfinsson Johannesen við
McDonalds burgarum. Nú eru tað milliardaupphæddir í dollarum, 30 ára
gamli havnarmaðurin og løgfrøðingurin hjá heimskendu bretsku
advokatskrivstovuni Herbert Smith jonglerar við í Moskva
At síggja til líkist Ragnar Arnfinsson Johannesen tí, ið bretar vildu rópt ein »smooth operator«. Klædnastílurin er nærmast átalurvert reinur; svartur klædningur, hvít skjúrta og svart slips. Samantvinnað við skeiva brosinum, ið tíðum breiðir seg um varrarnar, so sær Ragnar út til at
hava tjekk upp á tilveruna, sum tað eitur á nýføroyskum. Og tað hevur hann eisini.

Hetta farna árið hevur Ragnar starvast sum løgfrøðingur fyri risastóru bretsku advokatskrivstovuni Herbert Smith í Moskva. Ragnar fæst við fígging, serstakliga lánsfígging í sambandi við olju- og gassverkætlanir, so sum stór bankalán og útgávu av lánsbrøvum. Við eitt sindur av vitan um støðuna í Russlandi, so merkir tað, at Ragnar handfer milliardir av dollarum.

- Herbert Smith hevur havt skrivstovu í Moskva síðan 1994, og nú eftirspurningurin og prísurin á olju og gassi og øðrum náttúrutilfeingi sláa øll met, verður roynt at styrkja um virksemi felagsins har. Eg varð sendur til Moskva bæði at arbeiða við fíggingarveitingum í sjálvum Russlandi, men eisini at skráseta russiskar fyritøkur á børsum í Evropa - fyrst og fremst í London. Vit hava úr at gera. Keldur okkara vita at siga, at 31 russiskar fyritøkur fara at koma á marknaðin í 2007 við einum samlaðum virði, sum verður umleið USD 18 milliardir. Størsti
sáttmálin, eg havi verið við til at greitt frá hondum higartil, var ímillum kinverska oljufelagið SINOPEC og ensk/russiska oljufelagið TNK-BP. Vit umboðaðu SINOPEC í sambandi við ognanina av Udmurtneft (ein russiskur oljuframleiðari) frá TNK-BP fyri USD 3.5 milliardir,
staðfestir ungi løgfrøðingurin uttan so mikið sum at blunka.

12 hamburgarar eftir tveimum minuttum
Men ein skal tó ikki sita serliga leingi saman við vælvaksna, reyðhærda havnarmanninum, fyri at kunna staðfesta, at handan tjekkaðu fasaduna býr ein skilagóður ungur maður, ið á ongan hátt er vorðin sjálvfeitur ella hevur mist áhuga fyri øðrum viðurskiftum, enn júst tí, ið hann sjálvur fæst við.

Ragnar er ein maður, ið elskar at samskifta, og sum er til reiðar at tosa um breitt og smalt, stórt og smátt. Fangar tú Ragnar eitt kvøld í vertskapi saman við barndómsvinum, so fært tú óivað alla søguna um onkran ivingarsaman, amerikanskan kultrokkbólk - sum kanska helst skuldi verið gloymdur - og so skal tú eisini vænta, at ein av mongu málsligu gátunum, ið tað føroyska málið er so ríkt uppá, verður blakað upp í luftina av Ragnari til onnur at lofta. Ragnar hevur nevniliga sera stóran tokka til mál.

Tá Ragnar upprunaliga valdi útbúgving, var tað eisini tokkin til mál, i bleiv avgerandi - í fyrstu atløgu. Men (ævintýra)ferðin hjá Ragnari móti hæddunum innan altjóða løgfrøði byrjaði altso á McDonalds. - Eg tók nýmálsligt studentsprógv í 1995. Eftir summarfrítíðina fór eg so smátt at keðast og troyttast av at hoyra mammu gremja seg um, at eg framvegis einki arbeiði hevði funnið. Loysnin var at stinga í sekkin og fara av landinum, greiðir Ragnar brosandi frá. Tey næstu árini búði og arbeiddi hann í London (seks mánaðir), í París (12 mánaðir) og í Berlin (seks mánaðir). - Eg arbeiddi á heimskendu snarmatsketuni McDonald's. Eg skal viðganga,
at hetta arbeiðið hvørki var tað mest spennandi ella áhugaverdasta arbeiðið, ein kann hugsa sær, men tá ið ein er tannáringur við ongum arbeiðsroyndum, og sum ongan kennir, má ein siga ja til tað, ið stendur einum í boði, staðfestir Ragnar turrusliga. Umframt at læra at gera 12 hamburgarar eftir tveimum minuttum, lærdi hann eisini ein hóp av fólki at kenna og fekk ein vissan kunnleika til´onnur mál og aðrar mentanir. Tá ið av tornar tvey sera góð og spennandi
ár, sambært Ragnari sjálvum.

Bókmentir og løgfrøði
Men ætlanin var alla tíðina at fara undir hægri lestur. - Í 1997 fór eg í holt við at lesa enskar bókmentir. Eg gjørdi av at lesa í Onglandi. At fara út um donsku eingjagarðarnar at lesa er altíð eitt gott hugskot fyri ein føroying, haldi eg, og ætlar ein at lesa enskt, er tað torført ikki at síggja tað skilagóða í at lesa har. Men nú er tað soleiðis, at eftir lokna lestrartíð skal ein út at arbeiða, og sjálvt um mær dámdi sera væl evnið, varð tað mær rættiliga skjótt greitt, at eg ikki hevði hug - og kanska heldur ikki intellektuellan kalibur - at virka í tí heimsfjara og überbókliga heimi, har professarar, ið undirvísa í máli og bókmentum, halda til. Eg vildi fáast
við okkurt, ið var eitt sindur meira praktiskt og kommersielt. Og hvagar´fara fólk, ið leggja lítið lag í vitan, men ikki vilja vera studentaskúlalærarar? Law school, greiðir Ragnar argandi frá.
Í Onglandi hava teir - eins og í USA - law school hugtakið. Í USA er tað soleiðis, at fyri at verða upptikin á einum law school, skal ein fyrst hava prógv á bachelorstigi (ella hægri) innan aðra lærugrein. Soleiðis er eisini í Onglandi, hóast tað ber til at lesa løgfrøði á bachelorstigi, men fyri at gerast solicitor ella barrister, má ein fara á law school. Ragnar kundi sostatt fara beina leið á law school við sínum bachelorprógvi í bókmentum, men mátti tó lesa longri tíðarskeið, tí hann hevði ikki lisið løgfrøði frammanundan.

Herbert Smith fríggjaði til Ragnar
Law school í Onglandi kostar nógvar pengar - fleiri hundrað túsund krónur um árið alt eftir, hvussu fínur skúlin er, og torført er at fáa studning, av tí at lesturin ikki er umfataður av vanligu
universitetsskipanini. Men fyri at fríggja til bestu kandidatarnar, er tað heilt vanligt at stóru advokatskrivstovurnar, fyrst og fremst tær í City - fíggjarmiðdeplinum í London - rinda skúlagjaldið hjá teimum kandidatum, tær ynskja at bjóða starv. - Tað var hesum, eg miðaði eftir, og í somu løtu eg fekk próvtøkuúrslitini frá bókmentalestrinum at vita, fór eg undir at søkja starv. Men fyri at bera í bøtuflaka fyri, at eg hevði lisið bókmentir og ikki løgfrøði, og samstundis vísa, at eg var bæði miðvísur og ágrýtin - eg hevði jú ongar arbeiðsroyndir enn at arbeiða í einum pylsuvogni! - fekk eg mær arbeiði á lítlari advokatskrivstovu í London. Tá ið stóru advokatskrivstovurnar í City so fóru at søkja eftir starvsfólki, meldaði eg meg til, og eftir starvsetanarsamrøðu við fólk frá Herbert Smith, góvu teir mær arbeiðs- og studningstilboð, sum eg alt fyri eitt tók av. Herbert Smith fíggjaði so lesturin og lummapengar, meðan eg las,
staðfestir Ragnar við størstu sjálvfylgju, men hetta var alt annað. Herbert Smith upptekur einans 90 kandidatar árliga millum 2000 til 3000 umsøkjarar, og starvssamrøðan endar ikki, tá ein fær tilboð um starv.

- Tað var krav, at vit skulu standa øll fakini á law school fyrstu ferð. Og í 2003, tá ið vit vóru liðug við law school og byrjaðu at starvast á sjálvari advokatskrivsstovuni sum »trainee solicitors«, vórðu vit virðismett triðja hvønn mánað. Einans 75 prosent av teimum, ið byrjaðu samstundis sum eg, fingu tilboð um framhaldandi starv sum advokatar eftir at tvey ára tíðarskeiðið sum »trainee« var av. So tað skilst, at ein má verða íðin bæði í lestrartíðini og í arbeiðnum fyri at vera við, ásannar Ragnar,
sum í 2005 var liðugt útlærdur og kundi kalla seg Solicitor of the Supreme Court of England and Wales.

Fyrimunur at hava lisið í Onglandi
Sambært Ragnari Johannesen var tað honum ein stórur fyrimunur at hava
lisið løgfrøði í Onglandi.
- Sum øllum kunnigt so var bretska heimsríkið tað størsta í heimssøguni, tann tíð tað var. Hetta hevði millum annað við sær, at ensk lógaskipan fekk altjóða dám og er í dag bæði nógv ment og sera álítandi, serstakliga tá ið ræður um millumtjóða handilsviðurskifti. Ensk lóg kann við øðrum orðum berast saman við enska heimsmálið: Hon verður nýtt um allan knøttin, sjálvt í teimum førum tá ið hvørgin parturin er enskur. Eg fáist við fígging, serstakliga lánsfígging í sambandi við olju- og gassverkætlanir, so sum stór bankalán og útgávu av lánsbrøvum, men eisini nútíðargjørd produkt m.a. sokallað »swaps« og »collateralised debt obligations«. Eg meti leysliga, at í um leið 75 prosent av sáttmálunum, sum eg arbeiði við, er annar ella báðir partar útlendskir. Av tí at marknaðurin fyri enskari lóg er heimsumfatandi, veita tær stóru ensku advokatskrivstovurnar ein rættiliga stóran part av tænastum sínum uttan fyri Ongland. Umframt City hava traditionellu løgfrøðisligu miðdeplarnir verið Hong Kong og Singapor, men sum ein avleiðing av alheimsgeringini, er virkisvíddin víðkað munandi.

Moskva størsti býur í Evropa
Alheimsgeringin er eisini beinleiðis orsøkin til, at Ragnar hetta farna árið hevur starvast á skrivstovuni hjá Herbert Smith í Russlandi. Ragnar ásannar, at tað hevur verið ein spennandi avbjóðing at arbeiða í Russlandi.
- Russland er framvegis heimsins størsta land við eini vídd, ið fatar um 17 milliónir ferkilometrar. Landið fevnir um 11 tíðarøki. Fleiri enn 140 milliónir fólk búgva her. Eingin veit við vissu, hvussu nógv fólk búgva í Moskva, men ein hampiliga álítandi meting er, at eini 12 milliónir fólk búgva her. Moskva er sostatt størsti býur í Evropa.

Hvussu er tað so at búgva í Moskva?
- Fólk vita, hugsi eg, rættiliga lítið um Moskva, og tað fyrsta, ið kemur fólki til hugs, er helst, at har man vera ræðuliga fátækt og kalt, og at nógv brotsverk fara fram har. Soleiðis hugsaði eg í øllum førum, men tað er ikki heilt reiðilig lýsing. Stórbýir - kanska serliga høvuðsstaðir - líkjast ofta hvør øðrum meira enn landinum, har teir eru. Í so máta er Moskva einki undantak. Tað kann væl vera, at Sankta Pætursborg kann breggja sær av at hava meginpartin av listarliga og byggilistarliga mentanararvi Russlands, men Moskva hevur allar hentleikar og øll tilboð, sum ein kann vænta sær av einum høvuðsstaði, og harafturat eisini nøkur av heimsins fremstu leikhúsum (ballett, operur og so framvegis.), listaskálum og gripasøvnum. Her eru eisini eitt ørgrynni av fínum og forvitnisligum handlum, matstovum og barrum. Tann tíðin, tá ið fólk stóðu í tímalongum bíðirøðum fyri at keypa eitt súrepli, er farin í søguna. Moskvabúgvar eru stórbýarfólk, og atburður teirra samsvarar, tað eg dugi at skyna á, við, hvussu fólk aðramáta hátta sær í øðrum høvuðsstøðum.

Býur við nógvum mótsetningum
Samstundis sum Moskva í mongum førum er á sama støði sum aðrir evropeiskir stórbýir, nýtist einum, sambært Ragnari, ikki at hava búð leingi í Moskva, fyrrenn tað verður einum greitt, at býnum framvegis vantar mangt, áðrenn til ber at siga, at hann stendur á jøvnum føti við evropeisku javnlíkar sínar.
- Moskva er heimsins dýrasti býur, og fleiri enn 80.000 dollaramillióningar búgva her. Samstundis ber til at vísa á, at moskvabúgvin í miðal forvinnur bara 200 dollarar um mánaðin. Vegirnir eru murrandi fullir av dýrum marglætisbilum, men hartil skal sigast, at fyri hvønn Mercedesbil eru í mista lagi 10 Ladabilar, greiðir Ragnar frá.

Borgarstjórin í Moskva eitur Juri Luzhkov, og hann er farin ágrýtin og eldhugaður undir at ríva gomul hús niður og at byggja nýggj íbúðahús í stórum tali. Byggikranar standa og peika móti luftini allastaðni, men hinvegin búgva nógv vanlig fólk framvegis í stak vánaligum íbúðahúsum,
sum harafturat eru illa umsitin.
- Her er við øðrum orðum ein ovurstór sosial ójavnvág. Hetta er sjálvandi ikki tespiligt, og tá ið hugsað verður um, at kommunisman ráddi treytaleys fyri bara fáum árum síðan, so er tað ikki sørt ironiskt, um ein kann siga tað soleiðis. Úrslitið av øllum hesum, eru risastórir mótsetningar millum nýtt og gamalt, ovurríkt og blóðfátækt og so framvegis. Spennandi at eygleiða, um ein ikki hugsar ov nógv um avleiðingarnar, hvussu strævið og fátæksligt tey veiku í samfelagnum hava tað, ásannar Ragnar.

Skuggasíðan
Tað er Ragnari greitt, at so skjótt ein byrjar at tosa um Russland og gass- og oljuídnaðin, sum Ragnar í høvuðsheitum arbeiðir innanfyri, so hugsa flest fólk um mafiu og mutur. Spurningurin er, um russiska vinnulívið veruliga er so rotið, sum vesturlendsku fjølmiðlarnir lýsa tað at vera?
- Viðurskiftini í Russlandi eru øðrvísi enn í gomlu og framkomnu ídnaðarlondunum í Vesturevropa. Hvønn dag hoyrir ein um muturgølur - bæði hjá tí almenna og í vinnulívinum. Russiska stjórnin - hóast hon sjálv ofta tykir virka á einum rættiliga ivasamum etiskum støði - tosar eisini nógv um hendan trupulleikan og roynir, sigur hon, at basa honum. Eg má tó siga, at í vanliga dagligdegi mínum merki eg ikki so nógv til hesa óhepnu síðuna av russiska samfelagnum, sjálvt um eg sjálvandi veit, at hon er har. Í sambandi við arbeiði mítt er støðan ein onnur. Vit eru sera varnir og hava ógvuliga strangar reglur fyri hvørjar kundar vit
kunnu og vilja arbeiða fyri og hvørji mál vit røkja. Tað er okkum greitt, at tað er bæði torført og strævið at fáa eitt gott, heimsumfatandi umdømi, og politikkur okkara er tessvegna altíð tann, at umdømi okkara er týdningarmiklari enn nakar kundi ella nakað mál, staðfestir Ragnar avgjørdur.

Russar minna um føroyingar
Privat kemur Ragnar fyrst og fremst saman við øðrum útlendingum í Moskva, og at hetta er sjálvandi eitt sindur spell. Men havnarmaðurin í Moskva hevur eisini fingið russisk vinfólk, og í fjør summar varð hann boðin í brúdleyp hjá vinmanninum Sergei. - Eg dugi ikki at siga, um brúdleypið, eg var í, er eitt vanligt russiskt brúdleyp, men hetta var rættiliga forvitnisligt og váttaði samstundis tað, sum eg frammanundan onkursvegna havi grunað: Russar minna nógv um føroyingar. Vit sungu, dansaðu og djollaðu okkum akkurát sum í Føroyum. Brúdleypið byrjaði annars rættiliga tíðliga - um trý tíðina. Hjúnini vórðu vígd á eini skrásetingarskrivstovu, tí hóast til ber at giftast i kirkju, so hava kirkjubrúdleyp ikki rættargildi í Russlandi. Sjálvt brúdleypshaldið fór fram á einum hotelli eitt sindur norðan fyri Moskva. Gestirnir vóru einir 50 í tali. Inni í veitsluhølinum kundu vit seta okkum har okkum lysti, men brúðarparið sat til háborðs saman við næstu kenningum. Á borðinum stóð kaldur matur og drekka og bíðaði eftir gestunum. Borðreitt var millum annað við ymsum sløgum av sild, kjøti, osti og frukt. Vit fingu vín, vodka, appilsindjús og vatn at drekka - russar drekka eitt glas av djúsi eftir hvørt vodkaglasið. Steðgur var í borðhaldinum av og á, soleiðis at fólk sluppu út at roykja, fáa fríska luft ella bara dansa. Nógvar røður vórðu hildnar, og brúdleypið vardi til tann ljósa morgun - rættiliga føroyskt, um tú spyrt meg, staðfestir Ragnar. Ragnar er nóg skilagóður til at gera vart við, at ein skal vera varin við at seta fram breiðar niðurstøður um russar.

- Men russiskur atburður og hugburður er, haldi eg, framvegis ektaður og sunnur. Í hesum sambandi haldi eg ikki, at tað er neyðugt hjá russum at kýta seg at koma uppá vesturlendskt støði. Tú kundu kanska spurt: Hevði eg viljað búsett meg her? Njet. Men hinvegin, mær dámar stak væl at vera her, staðfestir Ragnar, ið væntandi fer aftur til London at búgva og
arbeiða í summar.

Fakta.
30 ára gamli havnarmaðurin Ragnar Arnfinsson Johannesen hevur starvast
knappliga fýra ár sum løgfrøðingur á risastóru advokatskrivstovuni hjá
Herbert Smith í City, London. Farna árið hevur hann starvast og
búleikast í Moskva. Herbert Smith er stór ensk advokatskrivstova við
umleið 1100 advokatum (av teimum eru umleið 230 partnarar) sum starvast
á 12 skrivstovum í Evropa, Miðeystri og í Asia. Høvuðsdenturin verður
lagdur á millumtjóða keyps- og sølusáttmálar, fíggingarsáttmálar og
rættarmál. Felagið umboðaði herfyri West Ham United í sambandi við at
íslendingar við Eggerti Magnussyni á odda keyptu fótbóltsfelagið fyri
GBP 105 milliónir. Umsetningurin hjá Herbert Smith er umleið GBP 300
milliónir um árið.


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it