Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Úr Føroyum til Aberdeen.

Kelda: Fjølnir
Rithøvundur: Torkil Ejdesgaard

Seinastu trý til fimm árini hava føroyingar leitað sær útum ríkisfelagsskapin fyri at nema sær hægri útbúgving. Fleiri eru farin so langt sum til Hawaii at lesa. Onnur runt um í Evropa, men eitt land, ið serliga hevur tikið nógvar ungar og optimistiskar føroyingar til sín, er Skotland. Ein av teimum er Torkil Ejdesgaard, sum skrivar um lestrarlívið í Aberdeen
Skotland hevur gott umdømið, tá tosað verður um hægri útbúgvingar. Tíðindabløð so sum The Guardian og The Times, ið eru millum mest lisnu tíðindabløð í Stóra Bretlandi, gera árliga ein lista yvir bestu universitetini í Stóra Bretlandi. Nógv skotsk universitet eru ovarliga á listanum, har dentur verður lagdur á, hvussu høgt útbúgvingarstøði er á skúlanum. Millum annað liggja Universitiy of Edinburgh, University of St. Andrews( har sum Prince William gekk) og University of Aberdeen millum topp 10. Tað er somuleiðis møguligt at síggja, hvussu einstøku deildirnar á universitetunum klára seg á listanum. Har liggja ma. Sosiologi og Djóralívsfrøði í Aberdeen millum topp 10. Viðmerkjast skal, at í Stóra Bretlandi eru langt yvir 100 hægri læristovnar.

Aberdeen liggur á norður-eysturstrondini í Skotlandi og er triðstørsti býur í Skotlandi. Aberdeen er partur av økinum, ið verður kallað “the Grampian”, ið er eitt rættiliga stórt økið. Eins og aðrastaðni í Bretlandi, nýta skotar orðið “shire” fyri “amt”, og Aberdeen verður av tí sama rópt fyri Aberdeenshire. Fólkatalið í Aberdeen er eitt sindur yvir 200.000 fólk, og tískil er tað ikki torført at finna runt í býnum. Býurin verður eisini kallaður “the Granite City” (Granit býurin), og tað kemst av, at stórur partur av húsunum eru gjørd úr granitti.

Lærdu háskúlarnir í Aberdeen
Í Aberdeen eru tað tveir lærdir háskúlar, ið kallast University of Aberdeen og Robert Gordon University. Ein triði, Aberdeen College, er ikki ein lærdur háskúli, men hevur mangt at bjóðað uppá, so sum kontórútbúgvingar, handverkaraútbúgvingar, kokkaútbúgving o.s.fr. Í summum førum kann verða torført at skilja í millum University og College. Í eitt nú amerikonskum filmum verða “universitet” kallaði “college”, og tað sama í Írlandi. Mær vitandi, er tann stóri munurin, at eitt universitet hevur fleiri útbúgvingar, og at staturin setur nakrar treytir fyri, at universitetið skal verða góðtikið sum eitt universitet.

Lat meg byrja við at greiða eitt sindur frá Robert Gordon University. Á universitetinum ganga umleið 8000 næmingar úr 113 ymiskum londum. Universitetið er kennt fyri sínari handilsútbúgvingar t.v.s alt innan fyri leiðslu, fyrisiting, handil, apoteks ídnað o.m.a. Robert Gordon University, ella betur kent sum RGU, hevur somuleiðis nógvar og góðar starvsvenjingarmøguleikar. Gjøgnum tey fýra árini ein gongur har, ber til at velja ella vraka, um ein hevur hug at fara í starvsvenjing ella bert ganga á skúlanum, meðan starvsvenjingartíðin er. Tíðin, ein brúkar til útbúgvingina verður hvørki styttri ella longri óansæð um tú velir starvsvenjing ella skúlatíð. Fyrimunurin við starvsvenjingarmøguleikunum er ma. at fólk, ið hava gingið á RGU, hava góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgving, og er hetta við til at Robert Gordon University er so væl dámt.

University of Aberdeen, ella AU, ið tað eisini verður nevnt, er tað størsta í Aberdeen. Á AU ganga ikki færri enn 13.000 næmingar, og fleiri enn 3000 doktarar og professarar virka sum lærarir. AU varð stovnað í ár 1495 av William Elphinstone biskoppi, og telist millum tey elstu í Bretlandi. University of Aberdeen liggur í tí gamla býrarpartinum av Aberdeen, Old Aberdeen, ið er sermerkt við sínum gomlu húsum og bygningum. Campus, universitetsøkið, er sermerkt við nøkrum heilt gomlum og vøkrum gotiskum bygningum so sum; Elpinstone Hall, Kings College, Kings Cathetral, Powis Gate og Town House. Bygningarnir geva campus ein serligan “studenta” dám, og umhvørvið verður somuleiðis merkt av øllum teim lesandi, ið hugna sær saman á økinum millum fyrilestrarnar. Jú- sanniliga geva hesir gomlu bygningarnir ein serligan dám á hugalagið á økinum.

Tað snýr seg tó seg ikki einans um hugna á universitetinum. AU er eisini kent fyri sítt fjøðlbroytta og høga akademiska støði. University of Aberdeen bjóðar alt frá gransking á medisinaløkinum, humanu fakini, náttúruvísindi og samfelagsvísindi. Tær lærugreinarnar, ið eru best dámdar millum føroyingar, eru heilt víst sálafrøði, sosiologi og jarðfrøði. Hesi hava eisini fingið sera góð ummælið frá tíðindabløðum. Eitt nú metti “The Times” at sosiologi á AU, átti at verið sett á eitt fjórða pláss á listanum yvir bestu Sosiologideildirnar í Stóra Bretlandi.

Býarlívið hjá teim lesandi í Aberdeen.
Pub mentanin í Skotlandi er ógvuliga sermerkt, og tað sigst, at Aberdeen er tann býurin við flest pubbum, samanborið við fólkatal í Stóra Bretlandi. Ein sleppur tískil altíð inn onkrastaðni um ein hevur hug at fara í býin ein túr. Býurin kann eisini bjóða góðar náttklubbar, og “Liquid” er møguliga tann størsti í býnum. Tað sermerkta við náttarlívinum hjá teimum lesandi í Aberdeen er, at tey fara í býin mánadagar og mikudagar. Hetta kemst av, at pubbar og náttklubbar geva góð tilboð til tey lesandi mitt í viku! Sum føroyingur kann hetta verða eitt sindur torført at takað til sín, tí vit eru jú von við at fara í býin í vikuskiftinum, men skjótt gerst ein vanur við hendan lívsstílin. Eitt er heilt víst, at vit lesandi hava ikki so “djúpar” lummar, og tískil fara nógv av okkum í býin mitt í viku. Til alla lukku fara skotar eins og føroyingar eitt sindur seint í býin, men eftir klokkan eitt, kann tað vísa seg at verða torført at sleppa inn í teir stóru klubbarnir. Ein kann standa í kø uttan fyri klubbarnar, ið røkkur heilt oman á vegin og rundan um hornið. Eftir at klubbarnir lata aftur, um trý tíðina, fara fólk út á gongugøtina at keypa sær okkurt at eta. Talan er serliga um “fast-food”, so sum pizza, chips og fyri ikki at gloyma indiska kebab. Eitt, sum skotum dáma ógvuliga væl er chips n’ cheese (chips við osti omaná). Møguliga, ljóðar hetta ikki so tiltalandi, men smakkar hetta rættiliga væl, og kemur væl við eftir ein túr í býnum. Eftir hetta verður ofta farið í taxa-køina, og gud náði tann, ið roynir at snúgva seg rundan um køina. Nú tosað verður um skotska kømentanina, so kunnu vit føroyingar læra nógv av skotum, ið standa í kø óansæð um tey eru til handils ella skulu hava ein taxa. Mong vilja vera við, at um ein stillar seg á gongubreytina í Skotlandi at bíða eftir ongum, so áðrenn tú veist av, er ein kø aftan fyri teg, uttan at vita, hvørjum tey bíða eftir. Hetta er einans ein av stuttligu dømunum um skotsku kø-mentanina.

Føroysk lesandi í Aberdeen
At verða føroyingur í Aberdeen, er als ikki so torført. Sum nú er, so eru umleið 40 lesandi føroyingar í Aberdeen, og ein stórur partur av hesum lesir á AU. Hetta merkir, at tað ofta kemur fyri, at ein møtir øðrum føroyingum á campus, og fær eitt lítið prát ella ein kaffimunn. Mangan verður tikið til, at føroyingar ikki hava stórar trupulleikar við enska málinum. Hetta kann á ein hátt verða satt, men tá ein kemur til fyrilestrarnir, koma aðrir bollar í suppuna. Enskt er eitt ógvuliga ríkt mál, og hevur mong orð sum eru synonym ella hava eitt tætt tilknýtið til hvørt annað. Hetta kann gera tað torført til tíðir, tó tekur ikki langa tíð, áðrenn fakmálið verður lættari at skilja.

Skotar eru tó eitt ógvuliga avslappað fólkaslag, so ert tú eitt sindur opin, er lætt at koma í samband við skotar. Hetta merkist serliga fyrsta árið, tá flestu næmingarnir búgva í “Halls of Rescidence”, sum er eitt slag av “kollegie”. Her kemur ein at kenna nógv fólk, um hugur er til tess.Tað sosiala umhvørvið millum føroyingar í Aberdeen er rættiliga gott. Býurin er ikki so stórur, og tí ber ofta til at samla fólk saman til eitt ball ella bara ein pub-túr. Busssamband er kring allan býin, og næstan allir bussar koma inn á Union Street, ið er høvuðshandilsgøtan í Aberdeen. Tó kann tað verða eitt sindur torført at venja seg til at nýta pundið sum gjaldoyra. Vørurnar kunnu ofta tykjast ógvuliga bíligar, men lat tað verða sagt: Aberdeen er ikki bíligasti býur í Skotlandi! Sum tíðin gongur, lærir tú teg at keypa inn á teim røttu støðunum, soleiðis, at pengapungurin strekkir til.

Fyri stuttum skipaði Sigmundur Ísfeld (føroyski umboðsmaðurin í Stóra Bretlandi) fyri einum væleydnaðum og hugnaligum fundi á einum hotelli í Aberdeen. Ætlanin við fundinum var ma, at Sigmund, ið dagliga er staddur á skrivstovuni í London, skuldi fáa størri vitan um okkum lesandi í Skotlandi. Sigmund borðreiddi við ymiskum til matna, og samstundis varð møguleiki at seta honum spurningar. Høvið varð somuleiðis at hitta tey “nýggju” lesandi í býum, og sum heild koma at kenna hvønn annan betri. Sum heild ein sera hugnaligur dagur! Sum lesandi í Stóra Bretlandi, fær tú teldupost sendandi frá umboðsmanninum í Stóra Bretlandi við tíðindum úr Føroyum, og sama teldupost adressan kann nýtast at koma í samband við hann, tørvar einum hjálp á ein ella annan hátt.

Alt í alt er Aberdeen ein deiligur býur at búgva í. Fólkini eru fitt og skúlarnir geva einum góðar avbjóðingar. Tað einasta, ið kann sigast er, at um tú tekur valið at flyta til Aberdeen, so er ringt at fara skeivur. Eg havi ikki tosað við ein føroying, ið ikki trívist Aberdeen, og eg kenni allar føroyingarnir í býnum.


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it