Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

410 ungdómar á flótandi upplýsingarferð

Kelda: Sosialurin
Rithøvundur: Róland Waag Dam

Grein um Markleysa útbúgving 2006/2007 umborð á Smyrli. Les um m.a. hvussu ein starvsfólkasamrøða eigur at vera, um sabbattár og nógv annað.
410 ungdómar á flótandi upplýsingarferð

Næmingarnir sum vera lidnir á miðnámsskúlunum í Føroyum, høvdu í gjár møguleikan at luttaka á eini flótandi upplýsingarferð á Smyrli. Markleys útbúgving eitur tiltakið, og uppgávan er at kunna og upplýsa ungdómar, um teir møguleikar, sum er nær og fjar.
Ikki færri enn 20 ymisk tiltøk vóru at fara til, og breiddu tilboðini millum víðari lesna í Føroyum, Stóra Bretlandi, Avstralia og nógva aðra staðni.

Bæði føroyskir og útlendskir vegleiðarar løgdu fram og greiddu frá, umframt at møguleiki eisini var at vitja á brúnni, í maskinrúminum og á køks- og tænstudeildini á Smyrli, og hoyra starvsfólk har greiða frá teirra útbúgving og starvi. Tað eru Mentamálaráðið, LV-felagið, MFS og Altjóða Skrivstovan, sum standa fyri Markleys útbúgving, sum var bæði umborð á Smyrli hósdagin og um kvøldið á Føroya Handilsskúla. Sosialurin var við umborð á Smyrli, har eisini 410 ungdómar vóru og lýddu á og fingu sær vitan og vegleiðing í samband við trupla útbúgvingarvalið.

Tvey høli vórðu nýtt til framløgurnar, og høvdu fyrilestrarhaldararnir hvør sítt korter at greiða frá teirra tilboðum og ráðum. Framløgurnar koyrdu parallelt, so har var gongd í alla tíðina, og næmingarnir máttu velja og velja frá, hvat teir best kundu hugsað sær at fari til. Smyril legði frá landi kl. 10, og tíggju minuttir seinni vóru fyrstu framløgurnar.

Danmark:
Broytingar eru ávegis
Umframt eina rúgva av fínum heitum, er Jakob Lange studiechef á Keypmannahavnar Universiteti, og hann kennir donsku útbúgvingarskipanina, og tað sum viðvíkur henni, út og inn.
- Sambært politikarunum í Danmark eru tvær stórar hóttanir móti vælferðarsamfelagnum Danmark. Tað eru islamskir terroristar, og so ung fólk sum ikki útbúgva seg, segði Jakob Lange skemtandi, fyri at vísa á, hvussu nógv arbeiði politiski myndugleikin ger, fyri at fáa ung í gongd við víðari lesna skjótast gjørligt. Hann greiddi eisini frá, hvussu reglurnar komandi árini verða broyttar soleiðis, at jú fyrr tú fert í gongd, tess størri møguleikar hevur tú fyri sleppa inn, tí eitt ávíst tal verður lagt aftrat vanliga miðaltalinum. Eisini fert tú at fáa ein fyrimun, um tú tekur eitt eyka hástig fak á miðnámsskúlanum. Annars greiddi Jakob Lange frá útbúgvingum í síni heild.
- Útbúgvingin er onki forelskilsi. Tað er ikki soleiðis, at tú brádliga vaknar ein morgun og hevur funnið tína dreymaútbúgving. Tað sum umræður er at koma í gongd, og so kanska matarlysturin veksur meðan tú etur, segði hann. Síðsta áminningin frá Jakob Lange var, at gevast við at søkja sama stað, tá tú hevur fingið avslag fleiri ferðir, tí har eru aðrir møguleikar at søkja til. - Og so er tað hart arbeiði at lesa, endaði hann.


Elin Mortensen, stjórnmálafrøðilesandi
Víðka skeið í avíslesing
Elin Mortensen er 26 ára gomul og lesur stjórnmálafrøði í Keypmannahavn. Gongst sum ætlað verður hon liðug í summar. Hon hevur ikki gjørt sum flest onnur lesandi, tí hóast hon las í Keypmannahavn, so tók hon eitt semestur í Lund í Svøríki og hevur annars verið í starvsvenjing í Grønlendsku miðfyrisitingini í eitt hálvt ár. Tað tekur fimm ár at lesa til stjórnmálafrøðing, og Elin Mortensen greiðir soleiðis frá fakinum:
- Onkur sigur skemtandi, at tað er eitt víðka skeið í avíslesing. Tað fevnir so øgiliga breitt og tað ger tað spennandi. Mær dámdi best samfelagsfrøði á studentaskúlanum, og hetta líkist øgiliga nógv, sigur hon. Elin Mortensen hevur tikið eitt semestur av lesnaðinum í Lund í Svøríki, og tað angrar hon á ongan hátt.
- Mær dámdi so væl í Svøríki, og hevði eg skula valt umaftur, so hevði eg lisið har. Men tað at skifta lestrarumhvørvið út, gav mær eina øðrvísi tilgongd til fakið og var eisini beinleiðis orsøkin til, at eg leitaði víðari út, tá vit skuldu í praktikk.
- Grønland var ógvuliga gevandi. Eg fekk innlit í arbeiðslívið og slapp at gera uppgávur sum høvdu týdning og áhuga millum manna. Sjálvandi vóru upplivingarnar eisini serstakar, og ætlanin er at fara aftur til Grønlands tá eg verið liðug, greiddi Elin Mortensen frá. Hon leggur annars stóra vekt á, at tað sum umræður er at hava tað stuttligt.
- Tað stendur ikki um lív, sigur hon skemtandi. Men tað krevur hart arbeiði, tað er longi og ivin uppstendur oftani at byrja við. Var tað rætt, tað eg valdi og dugi eg nóg væl, spurdi eg ofta meg sjálva, sigur Elin Mortensen

Sabbatár, hví ikki?
Georg Harmsen var ikki sum hinir fyrilestrarhaldararnir. Hann vildi ikki hava fólk at lesa í Svøríki ella Onglandi, men kunnaði hann um møguleikarnar, um tú ikki fert undir hægri lesna beinanvegin, og tekur eitt sokallað sabbatár. Sambært Georg Harmsen eru fyrimunirnir við einum sabbatári, at tú kanst læra eitt nýtt mál, tú gert búnari, fær størri yvirlit yvir tína støðu og hevur fingið ein steðg, sum ger at yvirskotið er størri. Hinvegin er vansin tann, at tú fert seinni til verka, verður seinni liðugur og møguliga broytast upptøkukrøvini til ymsu útbúgvingarnar, og kann tað órógva tínar ætlanir.
- Hevur tú ætlanir um at fara undir lesna í einum fremmandum landi, har tú ikki ert heilt so stinnur í málinum, so er tað eitt fínt hugskot at fara til landið at arbeiða áðrenn. Soleiðis lærir tú málið best og ger heldur tað, enn at fara á málskúla, tí tú fært munandi meiri burtur úr av at vera millum fólkið.
- Tað til dømis ógvuliga gevandi at vera Au-pair, tá tú fert til eitt land og fær pengar fyri at passa eitt barn, men samstundis lærir málið. Eisini dreingir kunnu fara Au-pair, og serliga í Frankaríki er tað vælumtókt við mannfólkum at ansa børnum.
- Veitst tú hinvegin júst hvat tú ætlar at gera, men ert so smæðin og tí ikki dugir at selja teg nóg væl, so er upplagt at vera ferðaleiðari, tí har fáa tey veruliga bilbukt við tann trupulleikan, greiddi Georg Harmsen frá. Hann nevndi eisini aðrar upplagdar starvsmøguleikar í útlondum, men endaði við at ráa teimum til, sum ætlaðu at ferðast í sabbatárinum, um at fara sum krabbagoggur, tí tað er besta ferðin.

Svøríki:
Altjóðagjørdur gerandisdagur
Sussi Thuré greiddi frá um Svøríki sum útbúgvingarland. Hon er útbúgvin vegleiðari og hevur drúgvar royndir á arbeiðsmarknaðinum sum vegleiðari, umframt altjóða royndir úr USA, Stórabretlandi og Fraklandi.
- Svøríki er sum øll onnur lond í Evropa, tá tað kemur til útbúgving. Vit hava statslig góðskukrøv til útbúgvingarnar, greiddi Sussi Thuré frá. Fyrimunurin við at fara til Svøríki at lesa, er, sambært Sussi Thuré, at tað ikki er tað sama sum Danmark, men atlíkavæl ikki heilt fremmant fyri føroyingar kortini. Svenskt skilja flestir føroyingar hampiliga væl, og hava fleiri universitetir eisini skeiðir á enskum. Orsøkin til tað er, at fleiri útlendskt lesandi eru í Svøríki.
- Tíggju prosent av teimum lesandi í Svøríki eru útlendsk, so tað er ein altjóðagjørdur dámur, sum merkir gerandisdagin hjá teim lesandi í Svøríki, segði Sussi Thuré millum annað. Svøríki hevur fleiri enn 40 universitetir og lærdar háskúlar, men tað er sjálvandi ongin sum sigur, at tú partú skalt undir eina longri útbúgving beinanvegin. Smærri skeiðir er eisini ein møguleiki tú kanst gera tær dælt av. Men ein trupulleiki við Svøríki sum lestrarland er at finna ein bústað.
- Tí fari eg at heita á tykkum, um at taka avgerð nú, hvørt tit ætla at lesa í Svøríki ella ikki, tí so kunnu tit sleppa upp í eina bústaðarkø beinanvegin, segði Sussi Thuré, sum samstundis vísti á, at bústaðartrupulleikin í høvuðsheitum er galdandi í stórbýunum, meðan bústaðarpláss ikki átti at verið ein trupulleiki á teimum minnu plássunum.

Umsóknin og samrøðan
Djóni Dalsgaard frá Føroya Tele var og greiddi frá, hvussu ein umsókn skal síggja út, og hvat ein skal leggja vekt á í eini setanarsamrøðu.
- Umsóknin má ikki vera merkt av vánaligum máli. Onki chatt-mál og ongin smileys. Heldur ikki má hon hava býttar feilir; til dømis síggja vit javnan eina fína umsókn, har viðkomandi gloymir at skriva hvar vit skulu venda okkum til, fyri at fáa fatur í viðkomandi, og tað er býtt, segði Djóni Dalsgaard millum annað um umsóknirnar. Síðani greiddi hann frá, hvussu tú skalt bera teg at, um tú verður kallaður inn til eina samrøðu.
- Sjálvandi vænta vit vanligan fólkasið, so tað er ikki smart við munninum fullum av tyggigummi og at fartelefonin ringir í meðan. Tú mást eisini hava í huganum, at tú er gestur og vit eru vertir.
- Erligheit er ógvuliga týdningarmikið. Sjálvandi skulu tit selja tykkum, men selji tykkum reelt, segði Djóni Dalsgaard, og vísti annars á hesi áhugaverdu tøl í samband við samrøður:
- Orðini telja 7%, málburðurin 37% og kropsburður 56%, so hugsi tit væl um tað, vóru síðstu orðini frá Djóna Dalsgaard.

Stórabretland
125 ymisk universitetir
Enska skipanin er viðurkend allastaðni. Universitetini eru 125 í tali og eru tey nýggj sum eldri. Eisini eru tey ymiskt skipaði. Onkra staðni er alt savnað á einum staðið, skúli, bústaður, bókasavn, handlar o.s.fr., meðan aðrastaðni býrt tú langt frá universitetinum, og ferðast nógv runt. Felags er tó, at tað er ein altjóða dámur, sum merkir universtitetini í Stórabretlandi. Sera nógvir føroyingar lesa í Stórabretlandi, og sambært tølunum hjá ÚSUN-skipanini, so eru 120 føroyingar undir útbúgving í Stórabretlandi.
- Bara á University of Aberdeen eru 20 føroyingar. Har lesa annars 14.000 fólk úr 120 ymsum londum á universitetinum, greiddi Rachel Sandison frá University of Aberdeen, millum annað frá.

Avstralia:
4500 møguleikar
Fleiri og fleiri, ið skulu lesa hægri lesna, velja at fara til Avstralia. Fremstu orsøkirnar eru, at Avstralia er so spennandi sum land, veðrið gott og umhvørvið tað sama. Fólkið er fitt og so tosa tey enskt.
Í løtuni eru fleiri føroyingar í Avstralia, og teir lesa millum annað KT, samskifti og sálarfrøði har. Avstralia hevur tilsamans 4500 møguleikar, og Palle Steen Jensen frá EDU, nevndi Petroengineering sum ein áhugaverdan útbúgvingarmøguleika í Avstralia, um føroyingar finna olju.
EDU er umboð fyri universitetir í Avstralia, New Zealandi og USA, og hjálpa við vegleiðing, upplýsing, umsøknum og praktiskum tingum.
Lestrarbyrjan í Avstralia er í februar og eisini í juli, og allar seinasta freist at søkja er fimm mánaðir áðrenn lestrarbyrjan.


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it