Maigun Solmunde greiðir frá hvussu Ferðamálskúlin í Kópavági Reykjavík í Íslandi er skipaður
Á ferðamálaskúla í Íslandi
Eins og í Íslandi er ferðavinnan her á landi ein skjótt vaksandi vinnugrein. Starvsfólk hjá flogfeløgum, ferðamanna- og cruiseskipum, ferðaskrivstovum, hotellum, kunningarstovum og fyritøkum, sum skipa fyri ymiskum tiltøkum, koma í tætt samband við ferðamannin.
Tað er tí umráðandi at vanda um útbúgvingina á ferðamannaøkinum og eggja til vitan og miðvísa tænastuveiting. Í Menntaskólanum í Kópavogi eru tveir starvsriknir skúlar, sum útbúgva fólk í hesum vinnugreinum: Ferðamálaskólinn og Leiðsøguskólinn. Ferðamálaskúlin í Kópavogi hevur síðani 1987 útbúgvið næmingar til øll vanlig størv innan ferðavinnuna. Lestrarmøguleikarnir eru fjølbroyttir og er áherðsla løgd á at bjóða eina praktiska útbúgving.,Ferðamálaskúlin er í góðum samstarvi við vinnulívið og fyritøkur leita í vaksandi mun til skúlan eftir møguligari starvsmegi. Tann umfatandi starvsvenjingartíðin er eyðkenni skúlans og fara næmingar skúlans í ferðamálafrøði í starvsvenjing hjá fyritøkum innan ferðavinnuna, har tey koma at arbeiða undir leiðbeinandi leiðslu.
Útbúgvingarbreytir Ferðamálaskúlans eru tvær:
• Starvstengd ferðafrøði
• Flogtænasta – útbúgving fyri flogternur og flogtænara.
Upptøkukrøv til Starvstengdu ferðafrøðiútbúgvingina er miðnámsprógv ella líknandi útbúgving og starvsroyndir, 20 ára aldursmark og góðar íslendskar og enskar málførleikar, royndir hava víst at føroyingar megna at skilja, tosa og lesa íslendskt eftir stutta tíð. Í útbúgvingini verður dentur lagdur á, at næmingar koma at kenna bygnaðin og starvssemið hjá fyritøkum innan ferðavinnuna í Íslandi, sum vit kunnu tillaga í vissan mun til okkara ferðavinnu. Undirvísingin er samansett av fyrilestrum og at vitja fyritøkur, áherðsla verður løgd á fakgreinir innan ferðavinnuna s.s.: ferðalandafrøði, rakstrarfrøði, samskifti í tænastu, marknaðar- og sølumál og tungumál. Møguleiki er eisini fyri at taka útbúgvingina sum fjarlestur, tilboðið er nógv eftirspurt. Ferðamálaútbúgvingin tekur tvey bóklig ár og fyri at lúka útbúgvingina er skylda at fara í tríggja mánaða starvsvenjing hjá fyritøku innan ferðavinnuna. Møguleiki er at fáa ferðamálaútbúgvingina virðismetta upp í háskúlastig (universitet) um ein ætlar at lesa víðari á lærdum háskúla. Valfakini eru ferðagjaldsútrokningar og flogbókingarkervið Amadeus.
Upptøkukrøv til flogternu- og flogtænara útbúgvingina er miðnámsprógv ella í minsta lagi tvey ára útbúgving á málsligari deild framhaldsskúlans, prógv innan tænaraøkið ella aðra líknandi útbúgving og 21 ára aldursmark. Eisini krevjast góðir málsligir førleikar ella at viðkomandi hevur búð uttanlands. Endamálið við ferðaleiðara útbúgvingini er at útbúgva næmingar undir at fylgja ferðafólki um landið. Umsøkjarar skulu hava fylt 21 ár, skulu hava miðnámsprógv ella líknandi, hava góðar málførleikar og duga íslendskt. Næmingar taka munnligt inntøkuprógv á einum tungumáli eftir teirra egna ynski fyri skúlabyrjan. Ferðaleiðaraútbúgvingin tekur eitt skúlaár. Næmingar vitja søvn og fara á venjingarferðir og enda við eini seks daga ringferð um landið við royndum ferðaleiðarum, eisini verður farið í fimm daga gonguferð við staðkendum ferðaleiðara. Ferðaleiðara útbúgvingin er deild upp í trý ólík valøki:
• Ferðaleiðari fyri bólkar á stuttleikaferð/virkisferð
• Almenn frásøgn
• Gongufrásøgn
Skúlin fylgir nýggju frálæruskránni útgivin av menntamálaráðinum 2004. Ísland er eitt vælferðarsamfelag, sum koyrir í høgum giri og ein skal gera sær greitt, at tað er dýrt at búgva í Íslandi, til ber at fáa SU stuðul í útbúgvingartíðini og ferðastuðul til lesandi frá Stuðulstovninum
www.studul.fo Tað er kunnugt, at í dag verður einki starv sett innan ferðavinnuna í Íslandi, uttan at hesi hava eina ferðavinnuútbúgving. Størsti vøksturin í íslendska vinnulívinum er ferðavinnan og er hon nú næststørsta gjaldoyraskapandi vinnan aftaná fiskivinnuna.
Møguleiki skuldi verið fyri at Føroyar og Ísland samstarvaðu á ferðavinnuútbúgvingarøkinum, eins og vit samstarva á øðrum økjum, t.d. Vestnorden Travel Mart innan ferða- og marknaðar sølufremjandi endamál, Vestnordenfonden, sum stuðlar undir samstarv og nýskapan á vinnulívsøkinum, NORA á vinnu- og menningarøkinum, FITUR har vit samskifta og samstarva innan ferðamál, og ikki at gloyma Útnorðurráðið, har Føroya Løgting, Íslendska Altingið og Grønlendska Landstingið eru umboðað við 6 umboðum hvør. (Grønland er eisini ein samstarvspartnari á omanfyri nevndu økjum) Hetta kundi verið ein virðilig uppgáva hjá teim føroysku myndugleikunum at framt eina tílíka samstarvsverkætlan fyri londini bæði og at hjálpa føroyingum at menna og útbúgva seg í Íslandi, tí at íslendingar eru sera frammarlaga á ferðavinnuøkinum. Allir upplýsingar kunnu fáast við at vitja heimasíðu skúlans
www.mk.is og síðani fara inn á deildarsíður og so klikkja á ferðamálanám. Eisini ber til at seta seg í samband við meg á telduposti um fleiri upplýsingar ynskjast:
maigunsol@simnet.is , skrivar Maigun Solmunde.
Greinin stóði í Vikublaðnum 28. august 2006