Tromsø skúlar altjóða fiskivinnuna
Kelda: PRnewsMedia.com
Rithøvundur: Búi Tyril
Hans Jacob Kollslíð er ikki fyrsti føroyingur ið leitar til heimsins norðasta universitet at útbúgva seg við master of science í altjóða fiskivinnu leiðslu.
Tað sigst at Norges Fiskerihøgskole, ein partur av Universitetinum í Tromsø, liggur norðari enn nakar annar lærdur háskúli í heiminum. Hetta man tó neyvan vera orsøkin til at so nógvir føroyingar og íslendingar saman við norðmonnum og øðrum fólkum úr øllum heiminum á hvørjum ári innskriva seg til útbúgving har.
Sum Noregs leiðandi útbúgvingarstovnur innan fiskivinnu er hesin landsins nýggjasti lærdi háskúli eisini væl útgjørdur til gransking og undirvísing, og kann bjóða góðar útbúgvingar á bæði bachelor og master stigi, umframt at kunna útbyggja master útbúgvingarnar til Ph.d. stig.
Hans Jacob Kollslíð, sum fyri nøkrum árum síðani tók sína bachelor útbúgving í Bangkok, settist herfyri av nýggjum á skúlabonk fyri at nema sær eina fiskivinnu leiðslu útbúgving á master stigi. Komin skjótt í helvt við lesnaðinum, var hann ein túr í Føroyum á páskum og vitjaði familju sína. Hann virkaði væl nøgdur við lívið sum studentur í Tromsø.
»Umhvørvið er bæði spennandi og mennandi,« viðmerkti hann. »Útbúgvingin kennist fakliga og persónliga lærurík, og ein partur av frágreiðingini kann vera at skúlin er væl útgjørdur við starvsstovum og starvsfólki, og hevur ikki færri enn trý rannsóknarskip.«
Umframt tey trý rannsóknarskipini, hevur lærustovnurin eina havbúnaðarstøð, sum Norges Fiskerihøgskole eigur og rekur saman við sínum systirstovni í Tromsø, Norsk Institut for Fiskeri- og Havbruksforskning. Sum skilst er havbúnaðarstøðin Kårvika ein framkomin royndarstøð við bæði innandura anleggi og nattúrligum uttandura umhvarvum fyri studiur av akvatiskum organismum herundir fiskum og skeljadjórum; eisini verður her granskað í fiskaheilsu og fyribyrging av sjúku.
Saman við einum bólki av stundentum úr Russlandi, Indonesia, Kuba, Sri Lanka og øðrum londum hevur Hans Jacob Kollslíð verið við rannsóknarskipinum ‘Jan Mayen’ sum partur av útbúgvingini í Tromsø. Á túrinum vórðu millum annað kanningar gjørdar við Lofoten gjøgnum at taka royndir av botnfalli umframt við hjálp at brúka ‘echo integrator’ metoduna fyri at gera stovnsmetingar av pelagiskum fiski.
Mugu søkja skjótt
Sum skilst er tað rættiliga vanligt at føroyingar ið vilja útbúgva seg væl innan fiskivinnuna velja Tromsø.
Tromsø er við sínum 70.000 íbúgvum, av hvørjum umleið ein tíggjundapartur er studentar, rættiliga nógv av einum universitets býi. Tíggjundi hvør av teimum 7.000 lesandi í býnum er útlendingar, og hetta merkir at Hans Jacob Kollslíð saman við lesandi úr øllum heraðshornum er partur av tí eina prosenti av fólkinum ið verður roknað sum útlendskir studentar.
»Tíðin gongur ótrúliga skjótt her,« segði hann. »Eg fari longu nú undir síðsta part av mínum øðrum semestri; í august byrjar triðja semestur, og aftan á tað kemur fjórða og seinasta semestur, sum burturav er ætlað til høvuðs ritgerðina.«
»Eg veit at eg eri hvørki fyrsti ella síðsti føroyingur sum gongur her,« legði hann afturat. »Men eg veit eisini at deadline fyri at søkja er tann 15. apríl, so tey ið ætla sær at søkja í ár mugu gera tað skjótt.«
Bachelor programmini hjá Norges Fiskerihøgskole og Universitetinum í Tromsø umfata fiskivinnu, lívfrøði, aling, rakstrarleiðslu í sjóvinnu, virkisbúskap og logistikk, samfelagsbúskap, mál og búskap. Master programmini í fiskivinnu, herundir ‘International Fisheries Management’ umfata evnir so sum fiskivinnu umsiting, fiskivinnu lívfrøði, fiskivinnu tøknifrøði, alivinnu, innovatión, organisatión, leiðslu, virkisbúskap og marknaðarførslu.