Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Málið hjá Elsu er egin fyritøka

Kelda: Dimmalætting
Rithøvundur: Eyðgerð Kruse

Útbúgving: Elsa Wraae úr Havn hevur fingið eina bachelor útbúgving innan marknaðarføring í Aberdeen. Í løtuni arbeiðir hon hjá Skipafelagnum sum skrivstovufólk, men komandi ár verður hon væntandi í Avstralia ella Ný Sælandi. Hon ætlar at taka eina master útbúgving innan marknaðarføring. Sjálv heldur hon, at tað enska málið hevur størri týdning nú, tí at verðin gerst minni og minni.
Elsa Wraae úr Havn er 25 ára gomul. Í løtuni arbeiðir hon hjá Skipafelagnum sum skrivstovufólk, men hon hevur eina bachelor útbúgving í marknaðarføring.
Elsa fór eftir fólkaskúlan í Handilsskúla og eftir hetta hevur hon verið í skrivstovulæru hjá Tórshavnar býráð.
Men hon vildi nakað annað og áhugin var innan marknaðarføring, men spuringurin var bara, hvar hon skuldi fara. Í Føroyum kundi hon ikki taka útbúgvingina og í byrjanini var hugurin fyrst og fremst at fara til Danmarkar.

Allar vinkonurnar vóru har og hon dugdi málið.
Men hugurin at fara til Stóra Bretlands var til staðar og familjan hjá henni í Aberdeen royndi at fáa allan iva burtur, sum Elsa hevði. Hon visti ikki, helt seg duga ov illa enskt, men mostir hennara sum hevur búð í Aberdeen í tjúgu ár, helt at hon átti ikki at hugsa so nógv. Hon skuldi bara loypa út í tað. Hóast Elsa var ivingarsom, so søkti hon og slapp inn á Robert Gordon university í Aberdeen. Men av tí at hon helt seg duga so illa enskt, fór hon á skeið í enskum og fann út av, at hon var nógv betri fyri í enskum enn hinir altjóða næmingarnir sum eisini luttóku á skeiðnum. Hóast tað enska tú lærir í Føroyum ikki bert er handilsmál, so hevur tað gingist væl hjá Elsu.

Av tí at hon hevði skrivstovuútbúgving frammanundan, slapp hon inn á triðja árið í eini útbúgving sum tekur fýra ár. Var hon farin til Danmarkar hevði ein tilsvarandi útbúgving tikið trý ár.

Avstralia ella Ný Sæland á kortinum
Elsa hevur útbúgving sum skrivstovukvinna, eina bachelor í business administration og í løtuni arbeiðir hon á skrivstovuni hjá Skipafelagnum, men hugurin er til at fáa sær eina hægri útbúgving longri burtur frá Føroyum. Elsa hevur søkt inn á tveir skúla í Avstralia og somuleiðis tveir í Ný Sælandi. Hon vil hava eina master útbúgving innan marknaðarføring og útbúgvingin tekur millum eitt til hálvt annað ár.

Elsa heldur, at tað enska málið hevur stóran týdning í altjóða samfelagnum og somuleiðis heldur hon tað hevur týdning at koma at kenna aðrar mentanir.
Umframt hetta gongst tað væl handilsliga í Avstralia og Ný Sælandi og tað dregur eisini, tá ið mann skal nema sær kunnleika innan handil.

Vil klára seg sjálv
Orsøkin til at Elsa heldur valdi Aberdeen í staðin fyri Danmark var tann, at hon vildi gerast ein partur av samfelagnum. Hetta helt hon fór at vera munandi torførari í Danmark, har hon kendi nógv fólk frammanundan og sum sagt vóru allar vinkonurnar har.
men ætlanin riggaði bert partvíst.

Í Aberdeen vísti tað seg eisini at vera nógvir føroyingar og tey savnaðust eisini til tiltøk og ymiskt annað. Tá ið farið var í biograf vóru tey ofta eini tíggju sum fylgdust, men á universitetinum var Elsa noydd at tosa enskt. Av tí at hon búði heima hjá mostur síni, fekk hon heldur ikki fatanina av, hvussu tað er at klára seg sum lesandi.
Men tað fái eg at kenna nú, sigur Elsa og flennir. Hon greiðir frá, at hon altíð fekk góðan døgurða frá mostir síni og í mun til hini lesandi sum hon kendi, hevði hon tað sum blomman í egginum. Partur av avgerðini at fara hinumegin jørðina til víðari lesnað er eisini, at Elsa vil kenna, hvussu tað er at klára seg sjálv. Samstundis vil hon eisini royna at búgva á -Campus- (studentabústaður) og ætlanin er at fara at ferðast í einum av hesum londum í frítíðini.

Elsa Wraae heldur, at tað er eitt pluss at fara aðrastaðni at lesa og á hendan hátt fáa vitan úr ymiskum pørtum av heiminum. Ynskir mann at vera ríkur, so má mann arbeiða uttanlanda, sigur Elsa, sum heldur, at tá ið mann er í Føroyum fer alt niður í fyrsta kervi.
Verðin er vorðin minni og minni og Elsa heldur, at tað kann saktans lata seg gera at hava eina altjóða fyritøku í Føroyum sum arbeiðir innan marknaðarføring.


Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it