Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Grein

Tarin dróg hana til lívfrøðina

Kelda: Fjølnir
Rithøvundur: Doris Bjarkhamar

Grein um Agnes Mols Mortensen sum lesur lívfrøði, hon hevur bæði lisið á Fróðskaparsetrinum og á Universitetinum í Keypmannahavn
Tarin dróg hana til lívfrøðina!
Tey flestu kenna væl kensluna av, ikki at hava ánilsi fyri, hvat ein yvirhøvir kann brúka útbúgving sína til í Føroyum. 28 ára gamla Agnes Mols Mortensen lívfrøðilesandi ivast ikki, hvat hon kundi hugsað sær at arbeitt við eftir loknan lesnað Havlívfrøðin liggur fremst á ynskilistanum hjá Agnes, og í løtuni fyrireikar hon seg til spesialið um føroysk tarasløg. Fjølnir hevur hitt tvørágentuna, ið brennir fyri føroyskum tarasløgum.

Hví lívfrøði?
Agnes greiðir frá, at áhugin fyri lívfrøðini kom meðan hon gekk á HF í Vági. Henni dámdi væl lærugreinina lívfrøði, og tá tey skuldu gera eina kanning av vistfrøðini á Vágsfirði, fann Agnes útav, at hetta var akkurát nakað fyri hana. Hon og ein vinkona vórðu so hugtiknar av hesi kanning, at tær, av egnum áhuga, fóru undir at samla tara á Trongisvágsfirði fyri at samanlíkna vistfrøðina á Vágsfirði og Trongisvágsfirði.

Eftir eitt sabbatár í Ghana (Afrika), og ymiskum ævintýrum, slapp Agnes inn at lesa lívfrøði í Keypmannahavn. Hon fór inn við tilganginum, at dámar mær ikki, so gevist eg, men royna, tað skuldi hon so.

Agnes sigur seg ongantíð seinni hava ivast í, at lívfrøði var tann rætta leiðin fyri hana. Tvey tey fyrstu árini vóru rættuliga strævin, og hugurin var ikki altíð so góður, tí hon eisini skuldi hava øll tey ”keðiligu fakini”. Tað, sum fekk Agnes at halda áfram var, sum hon sjálv kallar, møtið við hennara ”My dreams come through” Ruth Nielsen, ið er kend í Føroyum í samband við ”Biofarprojektið”. Agnes luttók á einum summarskeiði í Frederikshavn, har Ruth Nielsen undirvísti í tarasløgum. Her sá Agnes møguleikan at sleppa at arbeiða við tara, ið júst var tað sum av fyrstani tíð dróg hana til lívfrøðina.

Eitt gevandi ár á Fróðskaparsetrinum.
À 3. ári avgjørdi Agnes at lesa á Setrinum í 1 ár. Her fann Agnes veruliga útav, hvussu spennandi og stuttligur lívfrøðilesnaðurin var. Hon fekk nú møguleika at lesa lívfrøði við støði í føroyska umhvørvinum, og tað vóru serliga tey havlívfrøðiligu og havfrøðiligu fakini, ið vóru sera spennandi. Agnes møtti nógvum sera áhugaverdum undirvísarum, bæði føroyskum og útlendskum á Setrinum, og hon metir sjálv, at undirvísiningin var á rættuliga høgum støði. Styrkin á Setrinum var tó heilt avgjørt tað góða sambandið millum undirvísarar og tey lesandi, ið Agnes ikki var von við á KU. Agnes sigur, at ein føldi veruliga, at undirvísararnir tóku sær av einum, og tað var ein stór hjálp hjá Agnes, tá hon fór í holt við BA-ritgerðina.

Fann tvey óvanlig tarasløg í Føroyum.
Agnes møtti aftur taraserfrøðinginum, Ruth Nielsen, á Setrinum, og hon játtaði at verða ein av vegleiðarunum í samband við BA-ritgerdina. Agnes hevði eisini føroyskar vegleiðarar, ið vóru rættuliga gevandi og inspirerandi í arbeiðsgongdini. Arbeiðsumráði hjá Agnes var sum sagt tarasløg, og hon arbeiddi við at kortleggja, hvørji tarasløg finnast í Føroyum. Agnes fann m.a tvey sjáldsom tarasløg, so arbeiðið var rættuliga spennandi og gevandi fyri hana. Spurd um hon nakrantíð sá tað sum ein vansa at arbeiða við føroyskum viðurskiftum, sigur Agnes, nei tvørtur ímóti. Tað føroyska havumhvørvið er eitt satt paradís fyri lívfrøðingar, og mentaliteturin á Setrinum hevur eisini gjørt arbeiðið lættari fyri Agnes. Her hugsar Agnes serliga um, at hon í samband við innsamling av tara til BA-ritgerdina fekk loyvi til at kava, nakað hon nokk ikki hevði sloppið á KU hóast hon hevur certifikat, og harumframt fekk hon mest sum fríðar hendur til at brúka alla útgerð á Setrinum.

Meðan Agnes var í Føroyum, fekk hon veruliga roynt seg úti í feltinum. Hon minnist, løturnar hon sat í Fámjin, og bíðaði eftir, at ætt og rák skuldi fella saman soleiðis, at tilbar at kava á hesum aldubarda staði. Hetta var rættuliga møtumikið, men samstundis fekk ein eyguni upp fyri, hvussu trupult tað kann vera at gera kanningararbeiðið úti í náttúruni. Agnes leggur tó afturat, at løturnar í Fámjin eisini vóru góðar tí her fekk hon møguleika at fáa nøkur lærurík og hugnalig prát við teir gomlu á keiðini.

Kava eftir tara í Grønlandi, og skipa fyri taraútferð í Fámjin
Í samband við lesnaðin á KU hevur Agnes havt fleiri relevant studiearbeiðið, har hon eisini fær gjørt brúk av sínum frítíðarítrivum- kavingini og myndatøkum. Hon hevur td tikið myndir av soppasløgum, og í summarfrítíðini var hon í Grønlandi og kavaði eftir tara. Agnes er við í ”Nordic seaweed project”, ið kannar møguleikan fyri at brúka tara til djórafóður í sudur Grønlandi. Projektið hevur eitt meira praktiskt endamál enn tann akademiska tilgongdin til taran sum Agnes er von við á universitetinum, og tað sær Agnes sum enn eina inspiratión til framtíðina.

Kunningarstovan í Suðuroy skipaði fyri eini taraútferð til Fámjins síðsta summar, har Agnes, saman við gamla lívfrøðilæraranum í Vági, legði lag á. Hetta helt Agnes vera sera stuttligt, og tað var eisini her, at Agnes fann útav, hvussu sermerkt júst hennara áhugaøki í veruleikanum er. Fólk hava sum heild stóran áhuga fyri arbeiðinum hjá Agnes, men hon hevur eisini møtt nógvum, ið seta spurnartekin við, hvussu áhugaverdur tari kann vera? Agnes flennir eitt sindur. Tá tú arbeiðir við nøkrum heldur tú ofta, at tað bara er tað mest áhugaverda, og tí er torført at skilja, at nakar kann seta spurnartekin við tað tú gert.

Føroyar – eitt granskingarparadís fyri havlívfrøði.
Agnes er, sum sagt, í gongd við fyrireikingararbeiðið í samband við spesialið, har hon fer at arbeiða við taraslektini ”Porphyra” (tað sum man brúkar til sushi-rullurnar.). Kanningararbeiðið verður gjørt í Føroyum, og hon hevur, enn einaferð, fingið játtan frá Setrinum at brúka alla útgerð hon hevur tørv á, og Setrið vísir arbeiðinum stóran áhuga.



Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it