Sjúrður Hammer úr Havn greiðir frá hvussu tað er at lesa á Universitetinum í Aberdeen, hann tók HIF í 2002.
Sjúrður Hammer, fyrrverandi næmingur:
Av tí at Fiskivinnuskúlin er ein lítil skúli koma næmingar og lærarar at kennast væl, og vit eru fegin um at frætta frá teimum, sum hava gingið á skúlanum.
Sjúrður Hammer tók HIF-prógv á sumri 2002, og byrjaði at lesa lívfrøði á universitetinum í Aberdeen árið eftir.
Sjúrður letur væl at lestrinum og lestrarumhvørvinum. Hann sigur, at við próvnum frá Fiskivinnuskúlanum er hann fakliga væl fyri samanborið við tey lesandi, sum hann lesur lívfrøði saman við.
Hann greiðir frá, at studentar úr øðrum londum, ("international students") hava rættuliga góðar sømdir. M.a. nevnir hann, at tey lesandi hava eitt slag av bústaðartrygging. Henda skipan tryggjar øllum studentum bústað fyrsta lestrarárið, og tað kemur sera væl við ikki at hava henda trupulleika at dragast við, tá man byrjar eina útbúgving í einum fremmandum landi.
Lesið meira á síðuni hjá
Fiskivinnuskúlanum