Vaksandi eftirspurningur á heimsins størsta stuðli til útbúgving
Kelda: Sosialurin og PRnewsMedia.com
Rithøvundur: Búi Tyril
Grein um kunningatiltak, sum Altjóða skrivstovan skipaði fyri í 2004. Greinin umrøður royndir hjá 4 studentum sum hava lisið uttanfyri Danmark.
»Slepp streyminum, fylg dreyminum,« skal Sjúrður Skaale hava sagt í einari pisurøðu. Orðini vórðu endurtikin á Kambsdali týskvøldið tá Holger Arnbjerg frá Altjóða skrivstovuni, saman við lestrarvegleiðarum við miðnámsskúlarnar har skipaði fyri einum kunningartiltaki um møguleikarnar at nema sær hægri útbúgving uttan fyri Danmark.
Tilsamans umleið 50 fólk, harav meginparturin næmingar frá miðnámsskúlunum á Kambsdali, vóru komin saman hetta kvøld at hoyra boðskapin um tær óvanliga rundhandaðu skipanir ið útgera karm um lestrarstuðul til føroyingar.
Tað var einki at taka feil av at tiltakið sum heild var væl fyriskipað, ikki minst takk veri einum væltalandi Holger Arnbjerg, ein maður ið dugir at tala sína søk.
Fyrst varð hitað upp við »real life experience« søgum: næmingar ið hava tikið, ella eru í ferð við at taka sær, útbúgving í Svøríki, Bretlandi og Italia. Hesir næmingar høvdu ógvuliga ymiskar fortreytir bæði hvat lestri og aldri viðvíkur, men felags fyri Eiler Fagraklett, 24, Ásu Johannesen, 20, Maiken Poulsen, 43, og Ditte M. Joensen, 23, er júst teirra royndir við lestri uttan fyri Danmark, royndir sum eingin teirra sigur seg angra, tvørturímóti.
Tey fýra skuldu sambært skránni hvør í sínum lagi siga frá um sínar tankar og ætlanir við at fáa sær útbúgving uttanlands; greiða frá mannagongdini tá tey søktu og um fíggjarlig viðurskifti í sambandi við lesturin; harafturat skuldu tey siga eitt sindur um ta fyrstu tíðina í lestrarlandinum, um sosialt og lestrarliga góð so væl sum trupul viðurskifti undir lestrinum og um hugsanir í sambandi við at flyta heim aftur til Føroyar.
Stundisligir sviar
At mentanin á lestrarstaðnum er ein týðandi tráður í øllum hesum, kom skjótt fram, ikki minst í tí fyrsta innlegginum, nevniliga tí frá Maiken Poulsen úr Havn, sum á Fróðskaparsetri Føroya og við Stockholms Universitet hevur lisið norðurlendskt, serliga føroyskt mál og bókmentir.
»Sviar eru nógv meira stundisligir og organiseraðir enn føroyingar,« var ein av hennara eygleiðingum.
»Men hetta er eingin trupulleiki,« legði hon afturat, »tí kanst tú venja teg við at koma seint so kanst tú eisini venja teg við at koma tíðliga.«
»Eitt av evnunum eg las var retorikkur og tá ið næmingar høvdu framløgur vórðu hurðarnar læstar stundisliga fyri at forða fyri órógvandi elementum.«
Um enn tað svenska málið sjáldan umboðar nakran trupulleika í sjálvum sær fyri ein føroying, so eru tó málsligir tættir at taka til eftirtektar.
»Vit hava ofta ein tendens til at halda svenskt vera nakað tað sama sum danskt men tað er tað altso ikki. Har eru til dømis nøkur orð vit halda merkja nakað ávíst men tá kanska tey merkja nakað annað. Hinvegin vildi eg meint at svenskt mál yvirhøvur líkist meira føroyskum enn hvat danskt ger.«
Blíðir bretar
Ása Johannesen úr Havn hevur í eina tíð lisið BSc (Hons) Animal Behaviour & Welfare á Myerscough College við University of Lancashire í Preston, England. Hennara motivatión til at fara tann bretska vegin var stutt og greitt at ‘Danmark er keðiligt’ meðan England var nakað heilt annað og samstundis ikki so fjart frá okkum sum USA ella Australia.
Men tað tók langa tíð at søkja inn á skúlan, nakað ið onnur sum hava lisið í Bretlandi eisini hava fingið staðfest. Men ein stovnur sum UCAS, Universities and Colleges Admission Service, gevur eina framúr góða tænastu fyri øll ið vilja hava bretska útbúgving.
»Rokna við einari umsóknarfreist sum liggur eitt ár undan lestrarbyrjan,« segði Ása Johannesen millum annað.
»Og brynja teg við góðum toli meðan tú bíðar eftir svari,« legði hon afturat.
Ása Johannesen fegnaðist annars um ta góðu móttøkuna hon fekk á skúlanum. Hon helt at fólk vóru sera fyrikomandi og hjálpsom, ikki minst móti útlendingum.
»Ein ‘International Officer’ tók ímóti mær klokkan fýra um morgunin tá eg kom, og tað sigur rættiliga nógv.«
Tað vanliga í Englandi er at universitetið tryggjar bústað tað fyrsta lestrarárið; tá fær næmingurin tíð til at innrætta seg, byggja sítt kontaktnet og finna ein hóskandi bústað. Og bústaður vísir seg ikki at vera nakar trupulleiki tað er, aðrastaðni enn í stórbýum sum London.
»At búgva á ‘campus’ er OK í eitt ár og tú fært lættliga nógvar vinir har eisini,« helt Ása Johannesen fram.
»Tó verður tað í longdini kanska heldur strævið at búgva so kollektivt.« Ása Johannesen vísti víðari á at tað ber væl til at arbeiða í frítíðini, tí lesturin er ikki altíð so intensivur.
Gróthørð kapping
Hetta við arbeiði aftur við lestri í Bretlandi var tó ikki nakað ið tiltalaði næsta framleggjara. Eiler Fagraklett, úr Kollafirði, hevur nevniliga eisini lisið har, tó ikki í Preston men í Lancaster; hann hevur tikið prógv sum BA (Hons) Advertising and Marketing.
»Skalt tú arbeiða meðan tú lesur í Englandi so loysir tað seg betri at flúgva til Føroya og arbeiða her í eitt skifti,« helt Eiler Fagraklett.
»Láglønarmarkið liggur so langt niðri at tað gevur onga meining fyri ein føroying við tílíkum arbeiði; tá fært tú meira burturúr at arbeiða í Føroyum tá feria er.«
Eiler Fagraklett var annars imponeraður av tí stóra bretska útboðnum av útbúgvingum.
»Møguleikarnir eru jú óavmarkaðir, tú kanst lesa tey evnir tú vilt. Tær upp til 120 túsund krónurnar sum ÚSUN letur dekka allan kostnaðin av at kalla av øllum útbúgvingum.«
Tað sosiala lívið við universitetið hugtekur eisini mong.
»Við University of Lancaster eru 10 000 næmingar og næmingaráðið hevur tí ráð til eitt og annað, til dømis eina kirkju har rúmd var fyri øllum religiónum og mentanum. Síðani kann ein og hvør stovna eitt sokallað ‘society’ við støði í áhugamálum so sum ítrótti, tónleiki ella átrúnað.«
Ein tvey ára bachelor útbúgving ella ‘graduate’ stig sum tað ofta verður kallað, verður vanliga roknað sum ein holl útbúgving í vinnulívinum nógvastaðni. Tó er tað ikki bara sum at siga tað at finna sítt dreyma arbeiði.
»Eg vil helst fáa yrkisligar royndir í Englandi ella aðrastaðni áðrenn eg flyti heim aftur til Føroyar, upplýsti Eiler Fagraklett. Hann staðfesti samstundis at tað ikki vísti seg at vera lætt at koma inn á tey stóru reklamuvirkini.«
»Vónandi fái eg høvi til at arbeiða við marknaðarføring á strategiskum stigi, men kappingin er gróthørð og nógv vilja framat. Tað ræður um at ikki geva upp men halda á.«
‘Fantastiskt høvi’
Tað eru eisini nøkur ið útbúgva seg í londum sum Italia. Ein teirra, Ditte M. Joensen, úr Vestmanna, hevur útbúgvið seg á designskúlanum Academia Italiana, Firenze, í Graphic Design & Visual Communications.
Tað málsiga var ein avbjóðing fyri Ditte M. Joensen sum hon tó kláraði betur enn hon hevði torað at vóna.
»Tann lærarin eg hevði mest dugdi ikki eingilskt og tað sama við vinkonuni eg búði saman við,« greiddi Ditte M. Joensen frá.
»Eg slapp soleiðis ikki undan at læra italienskt og tað gekk ikki serliga leingi fyrr enn eg kláraði meg so dánt málsliga. Nú er tað eisini so at júst design krevur ikki altíð so nógv reint málsliga og tað var heppið fyri meg.«
Design er nakað ið italienarar eru kendir fyri og tað merkti Mette eisini á mentanini í Firenze. Hinvegin er attitudan millum fólk yvirhøvur, til dømis tá tað snýr seg um tíðir, meira avslappað enn norðureuropearar eru vanir við.
»Eg eri ógvuliga glað fyri at eg fór til Firenze og tók hesa útbúgvingina.«
At enda greiddi Holger Arnbjerg frá møguleikunum at lesa partvís ella burturav uttan fyri Danmark og gjøgnumgekk mannagongdir og forteytir yvirhøvur í sambandi við umsóknir til lestrarstovnar so væl sum stuðulsstovnar. Hann greiddi týðiliga og effektivt frá tí hann kallaði ‘heimsins størsti stuðul til útbúgving’ sum føroyskum lesandi stendur í boði.
Eitt annað hann nevndi, og sum eisini kom fram í tí eina innlegginum, er at tað ikki altíð er karakterirnir sum avgera um tú sleppir inn á eitt universitet í Englandi, fyri ikki at tala um USA. Tað ræður um at greiða frá um seg sjálvan, um royndir, evnir, ætlanir og so framvegis.
»Nú hava føroyingar eitt fantastiskt høvi við heimsins størsta stuðli til útbúgving,« segði Holger Arnbjerg.
»Míni ráð skulu vera at gagnnýta møguleikarnar.«
Og sambært seinastu hagtølum frá Altjóða Skrivstovuni, so er talið á teimum ið velja at útbúgva seg uttan fyri Norðurlond eisini meira enn tvífaldað hesi seinastu trý árini og liggur nú um 70.