Ein øðrvísi lestrarleið
Kelda: Pisan
Rithøvundur: Nicolina Lamhauge
Nicolina Lamhauge lestur í Kanada og hevur gingið á altjóða studentaskúla í Noregi. Her greiðir hon frá lestrarleið síni. Greinin stóð í Pisuni 2004
Nicolina Lamhauge er úr Lamba og lesur landafrøði og búskap á “Simon Fraser Universitetinum” í Vancover, Canada.
Á studentaskúla í Noregi
Eftir at eg hevði gingið eitt ár á Studentaskúlanum á Kambsdali, gekk eg tvey ár á altjóða studentaskúlanum hjá Reyða Krossi í Noregi. Meðan eg gekk har, søkti eg inn á tvey universitet í Bretlandi, men av tí at skúlagjaldið var so stórt á teimum báðum universitetunum í Bretlandi, umleið 120.000 kr, og Stuðulsstovnurin tá bara lat 60.000 kr. um árið, valdi eg at søkja inn á eitt universitet í Vancover, Canada. Hetta kom eisini av tí, at fólk komu frá hesum universitetinum og vitjaðu á skúlanum í Noregi, og tað ljóðaði áhugavert. Talan var um eitt universitet tætt við býin Vancover, og skúlagjaldið var niðanfyri tær 60.000 kr., sum Stuðulsstovnurin gav tá, so eg valdi at fara har. Ferðastuðulin kemur eisini væl við, tí so fái næstan ferðast heim til Føroya eina ferð um árið.
Til Canada at lesa
Tað gjørdi tað eisini lættari, at trý onnur frá skúlanum í Noregi eisini fóru á sama universitet sum eg, og vit hjálptust at við tí øllum pappírarbeiðinum, tá vit komu yvir til Canada. Hóast rættiliga nógv pappírarbeiði skuldi til, so hevur tað verið lætt hjá mær sum føroyingur at fáa lestrarvisum í Canada, sammett við lesandi úr øðrum londum sum eitt nú Turkaland. Ìbúðarviðurskiftini í Canada eru góð. Tvey tey fyrstu árini høvdu vit møguleika at búgva á universitetinum, og eg búði saman við tveimum canadiskum gentum. Nú havi eg búð í tvey ár á universitetinum, so tá eg komi yviraftur, verði eg noydd at finna mær okkurt annað at búgva í.
Fakliga gjógvin
Studentaskúlin, sum eg gekk á í Noregi sigst vera eitt gott skifti til universitetið. Fakliga gjógvin hevur ikki verið serliga stór, og er ein av orsøkunum eisini tann, at høvuðsmálið á studentaskúlanum var enskt. So tað hevur verið mær ein góð hjálp. Hinvegin haldi eg ikki, at tað skuldi verið nøkur forðing, um man ikki er so vanur við enskt, tí man venur seg skjótt við tað.
Tá eg byrjaði á universetinum í Vancouver, valdi eg at lesa landafrøði sum høvuðsfak og búskap sum síðufak. Hetta valið kemst av, at tá eg gekk á skúlanum í Noregi, hevði eg eitt fak, sum æt menningarfrøði, har søga, politikkur og búskapur vóru blandað saman. Tað fakið dámdi mær væl!
Tann landafrøðin, eg lesi, er ikki bara um fjøll, vøtn og mold, men eisini um politisk og búskaparlig viðurskifti. Eg havi síðani valt at síðustilla bæði fakini landafrøði og búskap, soleiðis at bæði fakini verða høvuðsfak. Tað eru umleið 20.000 lesandi á Fraser Universtetinum, sum eg gangi á. Eg eri væl nøgd við lærustovnin og útboðið av fakum er stórt.
Frítíð
Tað fer nógv tíð við skúlatingum, og restin av tíðini fer til at keypa inn mat og klæði. Eg havi havt eitt lestrararbeiði, sum snúði seg um at hjálpa einum professara á universitetinum. Náttúran er ótruliga vøkur rundan um býin. Her eru nógvar vakrar parkir, har eg renni eitt sindur, tá eg havi tíð til tað. Í Vancouver er eitt ríkt mentanarlív við eitt nú nógvum ymiskum biografum bæði við amerikanskum og evropeiskum filmum. Eisini ganga vit nógv á kafé og fara út at eta.
Til Turkalands at lesa
Tá eg hevði lisið í tvey ár á Universitetinum í Vancover, vildi eg royna okkurt nýtt. Eg fekk at vita, at eitt universitet í Istanbul í Turkalandi undirvísti á enskum, og ljóðaði tað áhugavert. Tað gjørdist ikki verri av tí, at hetta universi-tetið í Istanbul hevði eitt gott útboð av búskap-arligum fakum. Tí valdi eg at taka eina lestrar-hálvu í Istanbul.
Eg dugdi als ikki at ímynda mær, hvussu tað fór at síggja út í Turkalandi. Tað einasta, eg visti um Turkland, áðrenn eg fór avstað, var, at tað var eitt ferðamannaland, har havið og luftin vóru turkisblá.
Í Turkalandi var ótruliga lekkurt. Býurin Istanbul, har eg las, var ótruliga vakur og fullur av lívi. Tað var sera áhugavert at ganga runt í býnum. Ofta var alt ein stórur hurlivasi, men ein hurlivasi, sum er spennadi. Fólkini vóru fitt og blíð, kanska ikki minst tí at eg var einasti útlendski studenturin á universitetinum.
Sjálvt um Turkaland skal eitast at vera eitt muslimskt land, merkti eg ikki so nógv til tað. Innkalling til bøn hoyrdist, men fólk tók tað róligt.
Bumbubrestir
Uppihaldið í Istanbul endaði ikki serliga væl. Tá eg hevði verið har í tveir mánaðir, brustu tvær bumbur í býnum. Báðar bumburnar sprongdust uttanfyri tvær synagogur, og var tað øgiliga skelkandi fyri øll. Serliga tí at hetta minti um bumbuspreingingar fyri ellivu árum síðani í Istanbul, sum høvdu verið uttan fyri somu synagogum. Tá so tær næstu bumburnar brustu seks dagar seinni við ein altjóða banka og ta ensku sendistovuna, kendu fólk seg enn ótryggari. Hesi støðini vóru mitt inni í býnum. Fáar dagar eftir bumbuspreingingarnar valdi eg at fara heim til Føroya.
Tíðin á universitetinum í Istanbul er sum so farin til einkis, tí eg fái ikki góðskrivað nakað av tí, sum eg lærdi har. Tað leggi eg tó ikki so nógv í, tí túrurin í Turkalandi var góður. Tað var eitt stórt upplivilisi, og eg fari heilt víst aftur til Turkalands sum ferðafólk einaferð seinni. Tað, sum eg havi misti í Istanbul, kann eg heinta innaftur í summar á universitetinum í Vancouver, so tað fer nokk at ganga.
Sum nú er, fari eg at taka BA liðugt í Vancover og verði sostatt liðug um tvey ár. Eftir tað vænti eg, at eg nærkist Føroyum aftur fyri at gera útbúgvingina lidna. Hvar og nær veit eg tó einki um enn.