Reykjavík – mentanarháborg Íslands
Kelda: Pisan
Rithøvundur: Lív Patursson
Lív Patursson skrivar úr Reykjavík um býin og Íslands sum lestrarland. Greinin stóð í Pisuni 2004
Hví Ísland? Íslendingar eru vinartjóð hjá føroyingum. Tí er vert at seta stórt spurnartekin við, hví ikki fleiri føroyingar fara til Íslands at nema sær útbúgving. Tað átti at verið sjálvsagt, at vit leitaðu okkum meira hendan vegin. Bara ein tíma er flogferðin úr Føroyum, bara ein mánað tekur tað hjá tær at skilja íslendska málið, og fólkið her er sera líkt føroyska fólkinum.
Høvuðsstaðurin Reykjavík er ein sera framkomin modernaður býur. Her er alt frá hundafrisørum til stórar handilsmiðstøðir. Kaffihús, barrir og diskotek í hópatali. Stórar ítróttarmiðstøðir og uttandura svimjihyljar, listasøvn, sjónleikarhús, biografar og skoytihallir. Reykjavík hevur alt, ið ein stórbýur eigur at hava.
Okkurt um 280.000 fólk búgva í Íslandi, tveir triðingar búgva í Reykjavík. Hóast lutfalsliga stóra fólkatalið er ikki neyðugt at kenna seg sum eina ørkymlaða sál í øllum meldrinum. Íslendingar gera nógv burturúr, so fólk, ið kemur hendan vegin, kennir seg væl. Og ikki ger tað støðuna verri, um tú ert føroyingur. Beinanvegin verður tú hálsfevnd, og so fara tey at tosa um ólavssøkuna, sum, eftir øllum at døma, flest allir íslendingar hava verið á.
Virkið føroyingafelag er eisini í Reykjavík. So ætlar tú tær til Danmarkar, bara tí at so nógvir føroyingar eru har, so eru eisini nógvir føroyingar í Reykjavík. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, so eisini her ber til at skemta sær saman við landsmonnum, kann ein ikki liva uttanlands tað fyriuttan.
Ísland haldi eg vera eitt gott val, av nógvum góðum orsøkum. Ein teirra er, at vit føroyingar kunnu læra sera nógv av fólkinum her. Fyri næstan hundrað árum síðani vóru teir í somu støðu ríkisrættarliga, sum vit eru nú ár 2004. Arbeiðsemið teirra er eitt, ið eyðkennir íslendingin. Sagt er, at íslendingar noyðast at hava tvey arbeiði, skulu teir klára at lívbjarga sær. Hetta er einki annað enn lygn. Grundin til, at nógvir teirra hava tvey arbeiði, er tann, at teir vilja hava møguleikan til at t.d. ferðast minst einaferð um árið, fara út at eta, keypa sær klæðir og annað.
Háskóli Íslands
Mitt í Reykjavík er University of Iceland - Háskóli Íslands. Í hesum skúlanum ganga heilir 9.000 næmingar. Ellivu deildir eru í skúlanum, og allar hava tær størri útbúgvingar. Allar útbúgvingar hava sítt egna felag. Feløgini, sum eru knýtt at útbúgvingunum, hava tey flestu sínar egnu heimasíður. Har ber til at fáa kunning um útbúgvingarnar, síggja myndir og tílíkt.
Allar deildir skúlans húsast á sama øki, so tað ger sosiala lívið eitt sindur skemtiligari enn eitt nú í Keypmannahavn, har fakultetini sløðast um allan býin. Umframt undirvísingarhøli eru aðrir bygningar á Háskólaøkinum. Eitt nú Norræna húsið, sum er sera gott hjá okkum føroyingum, tí har ber til at lesa føroysku tíðindabløðini. Filmshús og biografur eru eisini á skúlanum. Banki, matvøruhandlar, svimjihylur, ítróttarhøll og venjingarhøll eru á økinum. Eisini er ein studentabarr, kallað Stúdentakjallarinn, kaffihús um dagin og barr og diskotek um kvøldið. Har eru ofta konsertir. Herfyri var t.d. Eivør Pálsdóttir í Stúdentakjallaranum. Eisini er størsta bókasavnið í Íslandi, Landsbókasafn Íslands, á campus. Á háskúlaøkinum eru nógvar íbúðarlonir og nøkur skúlaheim. Meira um hetta fæst at vita á www.studenthousing.is
Hvussu?
Tað kann kanska tykjast eitt sindur trupult at leita sær til Íslands at lesa, men hetta nýtist ikki at vera so. Lætt er at finna upplýsingar á heimasíðu Háskólans á heimasíðuni www.hi.is Eisini er Altjóða Skrivstovan ein ótrúliga góð hjálp, um tú ætlar tær aðrastaðni enn til Danmarkar at lesa. Til ber at skriva henni teldupost á ask@ask.fo
Umsóknarfreistin at søkja er 4. juni. Møguleki er eisini at taka summarskeið í íslendskum máli og mentan, áðrenn tú byrjar at lesa. Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðu skúlans.
Skerpikjøt og tollarar
Sum sagt, er Ísland bara ein tími við flogfari úr Vágum mitt í Reykjavík. Flogfarið setir seg næstan í túnið hjá Háskóla Íslands. Hóast matur kostar nógv í Íslandi, er ikki skilagott at falla fyri freistingini at taka ein turran bógv ella báðar tveir við sær til Reykjavíkar at piða myrkastu kvøldini. Tí tað fyrsta, og ofta tað einasta, tollararnir í Reykjavík airport spyrja um, er kjøt! Íslendingar gera alt fyri at forða djórasjúkum í at sleppa inn í landið. So rátt kjøt er bannlýst. Tað nyttar einki at halda uppá, at ráa kjøtið er tjóðarrættur okkara.
Myrkastu kvøldini, ja. Veturin í Íslandi er myrkari og longri enn okkara vetur, tí Ísland er norðari enn Føroyar. Men tað er eingin neyð. Streymurin er bíligur, so tað er bara at tendra øll ljós. Neyvan nakra staðni eru so nógvar littar perur uttandura um jóltíðir sum í Reykjavík. Veðurlagið siga vit minni um. Men í skrivandi løtu er lýggjari í Reykjavík enn í Keypmannahavn og Århus. Og fyri alt tað ber til at klæða seg móti øllum veðri. Úlpurnar eru trendy, og tær eru fjálgar, tá "frost er á Fróni".