At lesa í Svøríki
Kelda: Pisan
Rithøvundur: Marsanna Petersen
Um hvussu tað er at lesa í Svøríki. Greinin stóð í Pisuni 2004.
Valið
Á vári 2002 avgjørdi eg at fara undir víðari lesnað uttanlands. Frammanundan hevði eg tikið eitt ársnám í samfelagsfrøði og mentunarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Har kveiktist mín áhugi at lesa víðari innan mentunarfrøði av álvara, og tí valdi eg at søkja inn á etnologi.
Av tí at rættiliga fá sleppa inn at lesa etnologi við universtitetið í Keypmannahavn, valdi eg eisini at søkja inn á Lunds Universitet. Eg kendi sum so einki til Lund og universitetið har, annað enn at eg hevði lisið onkrar bøkur, sum professarar í etnologi vid Lunds universitet høvdu skrivað.
Á heysti 2002 slapp eg so inn at lesa etnologi bæði í Keypmannahavn og í Lund. Av tí at allar mínar vinkonur úr Føroyum lesa í Keypmannahavn, og eg sum so einki kendi til Svøríki, var tað trupult at avgera, hvat eg skuldi velja. Stórbýurin Keypmannahavn, við føroyingafelagnum, Jacques osv. lokkaði. Samstundis tóktist etnologiútbúgvingin meira spennandi í Lund, og tí fall valið at enda á Lund.
Øðrvísi lestrarskipan
Ein av orsøkunum til at eg havi valt at lesa í Lund er, at lestrarskipanin í Svøríki er øðrvísi enn tann danska og føroyska. Í Svøríki er eitt lestrarhálvár 20 stig. Lestrarhálvárini í einum faki eru býtt upp í ymisk skeið. Tvey ár er soleiðis tað mesta, tú kanst lesa í einum faki. Soleiðis kanst tú í stóran mun sjálv/ur seta saman tína útbúgving. Tú kanst tó har umframt eisini lesa program, sum líkist meira donsku og føroysku útbúgvingarskipanunum. Tá lesur tú eitt fak í 3-4 ár. Hetta er soleiðis ein samanhangandi útbúgving, sum er føstløgd frá byrjan.
Lestrarhálvárið er vanliga býtt upp í ymisk skeið. Hetta merkir, at lestrarhálvárið er býtt sundur í ymisk lið, har tú í hvørjum liði í nakrar vikur hevur um eitt evni. Hvørt av hesum skeiðunum endar so við eini próvtøku, sum á tann hátt eru spjaddar yvir alla lestrarhálvuna.
Tað, sum mær dámar við tí svensku lestrarskipanini, er, at hon er meira fleksibul enn tann, sum vit kenna úr Danmark og Føroyum. Við tað, at tú kanst lesa ymisk skeið innanfyri ymisk fak, fært tú eina breiðari útbúgving. Eg sjálv lesi nú eitt tvøvísindaligt skeið um Internationala Migratión og Etniskar Relatiónir við universitetið í Malmø, sum eitt ískoyti til mína endaligu útbúgving. Universitetið í Malmø er rættiliga nýtt - bert 6 ár - og har hava tey lagt seg eftir tvørvísindaligum útbúgvingum, sum eru eitt sindur øðrvísi og kanska meira tíðarhóskandi.
Tillagingartíðin
At byrja at lesa uttanlands er altíð ein stór avbjóðing. Tann fyrsta tíðin er merkt av, at tað er nógv nýtt at seta seg inn í. Man skal venja seg við eina nýggja skipan, nýtt umhvørvi og nógv nýggj fólk. Tá eg hugsi aftur á tíðina, tá ið eg byrjaði at lesa í Lund, minnist eg hana sum eina rættiliga ørkymlandi tíð. At eg fekk so góða móttøku bæði á universitetinum og á kollegiinum, sum eg búgvi á, hevur lætt ómetaliga nógv um tillagingartíðina.
Í byrjanini var tað eitt sindur trupult við málinum. Tað var ikki so torført at skilja undirvísararnar, men verri var við teimum lesandi, sum koma úr øllum landinum og tosa ymsar dialektir. Tað var eisini trupult hjá mær at orða meg á svenskum. Eg føldi mangan, at eg ljóðaði bæði býtt og barnslig. Málsliga hevur tað verið ein stór hjálp, at sviar sum heild eru ógvuliga tolerantir. Bæði undirvísarar, lesandi og vinfólk hjá mær gjørdu sær stóran ómak við at royna at skilja meg. Frá byrjan kendi eg ein ógvuliga positivan hugburð um tað, at man kemur sum útlendingur til Svøríkis og roynir at tosa svenskt. Tey flestu halda tað eisini vera sjáldsamt og stuttligt, at man kemur úr einum fjarskotnum landi til Svøríkis at lesa.
Eg vil siga, at málið kemur ógvuliga skjótt. Um tú roynir at tosa nógv, kemur tú rættiliga væl inn í tað longu tann fyrsta mánaðin At skriva uppgávur á donskum er vanliga heldur eingin trupulleiki.
Lestrarumhvørvið
Lund er ein ógvuliga hugnaligur býur við nógvum gomlum og stásiligum bygningum. Niðri í sjálvum býnum er tað rættiliga tætt millum bygningarnar og húsini, sum gevur býnum ein serstakan og á ein hátt eldri og hátíðarligan dám. Deildirnar hjá universitetinum eru spjaddar runt um allan býin, sum er ógvuliga sermerktur av studentalívi. Studentar síggjast við fúkandi ferð á súkklum, og caféirnar eru sum oftast stúgvandi fullar í døgurðatímanum og eftir skúlatíð.
Øll lesandi í Svøríki skulu melda seg inn í eitt næmingafelag fyri at blíva skrásett á universitetinum. Í Lund eru 13 ymisk næmingafeløg, natiónir, sum tey verða nevnd, at velja ímillum. Hesi skipa fyri ymsum tiltøkum, bæði veitslum og meira álvarsligum tiltøkum sum pallborðsfundum, fyrilestrum o.s.fr. Í frítíðini kanst tú eisini ganga til ymisk ítriv alt eftir, hvat natiónin, sum tú ert limur í, hevur á skránni. Eisini kunnu limirnir bjóða seg fram at arbeiða á natiónini. Hetta er sjálvboðið arbeiði uttan løn.
Býar- og náttalívið í Lund er rættiliga sermerkt av teim ymsu natiónunum. Tað eru ikki so nógv onnur støð, sum eru opin um náttina.
Til universitetið í Lund hoyrir eisini ein ítróttarmiðstøð, Gerdahallen, har lesandi vid Lunds universitet kunnu venja fyri ein sámuligan prís. Har er møguleiki at styrkivenja, ganga til aerobic, teamsúkkling, yoga, tennis o.s.fr.
Bústaðarmøguleikar
Í Lund er tað sum í flest øðrum lestrarbýum trupult at fáa bústað. Universitetið hevur sína egnu bústaðarskipan ,AFB, sum umsitur lestrarbústaðirnar. Tú kanst ikki gerast aktivur á bíðilistanum hjá AFB, fyrr enn tú ert sloppin inn á universitetið. Bíðitíðin til at fáa ein lestrarbústað sigst at liggja um eitt ár.
Tó er vantandi bústaður ikki nakað, sum skal forða einum í at fara til Lund at lesa. Trupulleikin tykist ofta at vera møguligur at loysa. Natiónin, sum tú meldar teg inn í, kann eisini veita tær eina hjálpandi hond. Universitetið hevur eisini lestrarbústaðir til útlendsk lesandi studentar, International Housing, sum tú kanst seta teg í samband við. Tað er ikki at verða smæðin, men at liggja framvið og ringja og maila allastaðni, so kanst tú skjótt vera heppin og fáa okkurt. Tað er sjálvandi eisini eitt gott hugskot bara at fara avstað, hóast tú ongan bústað hevur, og síðani at leita sjálvur í Lund.
Tað er eisini møguligt, sum onkrir føroyingar gera, at búgva í Keypmannahavn og koyra ímillum við oyrasundstokinum. Tað tekur uml. ein tíma millum Keypmannahavn og Lund við toki. Tó er tað uttan iva lættari at læra svenska málið og at fáa vinfólk her, um man eisini býr í Svøríki.
Av tí at eg ikki fekk bústað í Lund av fyrstani tíð, valdi eg at búseta meg í Malmø. Eg fann ta størstu bústaðarfyritøkuna í Malmø, MKB, á internetinum, og ringdi til tey og kærdi mína neyð. Eg fekk so bústað beinanvegin, og havi verið so glað fyri at búgva her, at eg nú havi avgjørt ikki at flyta til Lund. Lund er ein ógvuliga hugnaligur býur, har er tó ógvuliga studentasermerkt, og nøkur troyttast av tí og flyta til Malmø.
Tað tekur bert uml 20 min. við bussi og toki millum Malmø og Lund. Eitt mánaðarkort til buss og tok kostar 550 SEK, so tað er yvirkomiligt. Eg búgvi í lestrarbústaði, har vit hava egna 1-rúmsíbúð við køki og wc. Síðani hava vit eitt felagsrúm, har vit kunnu hyggja at sjónvarp o.s.fr. Tá eg flutti inn, vóru vit rættiliga nógv, sum fluttu inn samstundis, og tey flestu búgva her enn. Her havi eg fingið mínar føstu vinir, og vit ganga inn til hvønn annan so gott sum hvønn dag. Tað minnir um har heima, her noydist tú ikki at ringja áðrenn, men bankar bara uppá og fer á vitjan. At búgva á henda henda hátt er ógvuliga hent, tá man kemur til eitt fremmant land. Tað er gott fyri tann málsliga partin, men eisini fyri trivnaðin sum lesandi í útlandinum. Eg eri mest saman við svium, men vit eru uml. sjey føroysk lesandi í Lund, sum hittast av og á. Talið á føroyingum, sum leita sær til Lund at lesa, tykist vera vaksandi, so hví ikki umhugsa at koma hendavegin at lesa !.
Viðmerking: Freistin at søkja inn á universitet í Svøríki er 15. apríl til várhálvuna og 15. okt. til heysthálvuna. Tað eru ikki øll skeið, sum koyra bæði um várið og heystið.