Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Mannagongd, Góð ráð, Tjekklistin og 5 viðurskifti, sum skulu kannast
Mannagongd fyri umsókn til útbúgving og stuðul í ÚSUN-skipanini - í londum uttan fyri Norðurlond

1. Finn útbúgvingina - kanska fleiri - sum tú kundi hugsað tær at søkja inn á. Nýt t.d. hesar heimasíður:

2. Søk inn á útbúgvingina í góðari tíð áðrenn seinastu freist. Kanna umsóknarfreistina. Hon kann vera ógvuliga ymisk frá staði til stað. Summa staðni skal søkjast eitt heilt ár frammanundan, summa staðni nakrar mánaðir, áðrenn lesturin byrjar, og onkra staðni er møguleiki fyri at søkja avlopspláss, beint áðrenn lesturin byrjar!

3. Søk samstundis SU-styrelsen í DK um góðkenning av útbúgvingini; tú skal nýta eitt umsóknarblað, sum eitur: "Godkendelse til SU af uddannelse i udlandet". Tað kannst tú fáa á: www.ask.fo undir "Oyðubløð". Minst til at leggja skjalprógv frá kommununi fyri, at tú innan fyri tey seinastu 10 árini hevur búð í minst tvey samanhangandi ár í Føroyum/DK, við umsóknini. Um tú ikki hevur danskt Cpr.nr., skalt tú eisini leggja avrit av passi við umsóknini og fylla út oyðublaðið: "PÅ TRO OG LOVE". Tað fært tú eisini á www.ask.fo. Viðgerðin kann taka einar 6-9 vikur!

4. Søk um stuðul frá SU til livikostnað á oyðublaði, ið eitur: "Videregående uddannelse - Udland". Tað fært tú eisini á www.ask.fo undir "Oyðubløð". Legg avrit av upptøkubrævinum frá útbúgvingarstovninum og avrit av góðkenningini frá SU-styrelsen við umsóknini. Tað ber ikki til at søkja um SU við afturvirkandi kraft. Seinasta freist at søkja um Su í einum mánaði er seinasti dagurin í mánaðinum. Byrjar útbúgvingin eftir 20. í mánaðinum so fært tú ikki stuðul fyrr enn mánaðin eftir. Seinasta freist at søkja um SU ella broyta SU í einum kalendaraárið er 1. desember. SU letur stuðul í 4 ár og Stuðulstovnurin við ÚS í upp til 2 ár aftrat.

5. Søk um stuðul frá ÚSUN (Stuðulstovnurin) til skúlagjaldið (Tuition Fees) på oyðublaðnum: "ÚSUN- Umsóknarblað". Tað fært tú eisini á www.ask.fo. Legg avrit av upptøkubrævinum frá útbúgvingarstovninum og avrit av góðkenningini frá SU-styrelsen við umsóknini. Hesi bæði seinastu umsóknarbløðini verða viðgjørd innan fyri eina viku. Minst til at søkja um ÚSUN áðrenn endan á fyrstu lestrarhálvu, td. áðrenn 1. desember hjá teimum, sum byrja um heystið - Eisini um tú ikki hevur fingið SU góðkenningina til útbúgvingina.

6. Søk um ferðastuðul í 2. semester.

7. Góða eydnu við leitingini og umsóknini til útbúgvingina.




Nøkur góð ráð í samband við lestur í útlandinum
  • Byrja altíð fyrireikingarnar í góðari tíð undan einum útbúgvingar-skeiði í útheiminum, t.v.s. helst eitt heilt ár, kanska hálvt-annað, áðrenn tann útvalda útbúgvingin er ætlað at byrja.
  • TING TAKA TÍÐ. - Bæði fyri teg eins væl og onnur, ið skulu hjálpa tær og góðkenna tína umsókn.
  • Tú skal hava umhugsað gjølla, um hetta er tað rætta fyri teg.
  • Pappírini - t.e. próvtøkur, viðmæli og onnur tílík skjøl - mugu vera í lagi.
  • Tú skal hugsa um tað fíggjarliga - leggja fíggjarætlan.
  • Tú skal finna út av bústaðar-umstøðunum -og viðurskiftunum.
  • Hvussu við tí málsliga?
  • Skal eg á skeið her ella har?
  • Skal eg flyta eina tíð áðrenn útbúgvingartíðarskeiðið byrjar?
  • Tú mást yvirhalda umsóknarfreistirnar og hava allar upplýsingarnar til reiðar í váttaðum avriti.
  • Leita upp hjálp og stuðul á leiðini.
  • Spyr á rætta stað fyri at fáa vissu fyri, at tú ger tað rætta, tá ið tú ivast.
  • Fá avtalur og tilsagnir uppá skrivt.
  • Skriva niður kontakt-adressur -og persónar (tlf., e-post, o.s.fr.), sum tú hevur verið í samband við.



5 viðurskifti, sum tú eigur at hugsa um, kanna og aftur hugsa um áðrenn tú fert undir hægri lestur í útlandinum:

1.Spyr teg sjálva/n: Hví fari eg til útlandið at lesa?
  • Er tað ævintýrið?
  • Er fortreytirnar fyri málinum, fígging í lagið og klárar tú at vera fyri teg sjálvan??
  • Er hetta nakað sum er bráddliga íkomið? Ella er tað neyðugt?
  • Er hetta ein sniðgøta ella ein umvegur til tað sum tú ætlar tær við yrkisleið (karriera) tíni?
2. Kanna gjølliga hvat verður lisið í lestrinum, hvussu undirvísingin fer fram, hvussu nógv verður lisið av hvørjum og hvussu próvtøkurnar vera skipaðar
  • Hugsa um allar kombinatiónsmøguleikarnar sum oftani eru!
  • Um tú ivast, so spur á útbúgvingarstovninum áðrenn tú tekur endaligu avgerðina!
  • Samskift við studentar umvegis teldupost, um tú ikki kan fara sjálv/ur at vitja á staðnum!
  • Send altíð umsóknina avstað í góðari tíð!
3. Send umsókn um scholarship, grunnar og legat!
  • Kannað um útbúgvingin hevur serliga stuðulsmøguleikar, summir skulu sendast saman við umsóknini summir aftaná
  • Send umsókn til dankar og útlendskar grunnar, teir eru at finna í ymsum databasum, millum annað Kraks Fonds-og Legatvejviser.
4. Kann útbúgvingin brúkast har sum tú ætlar tær?
  • Ætlar tú at brúka útbúgvingina í landinum har tú tekur hana ella í Føroyum
  • Fært tú góðskriva (meritoverført) alla útbúgvina ella partar av henni, so at tú ikki verður noydd/ur at taka eyka skeið, tá ið tú ert komin uppá pláss?
5.Missir tú nakað, tá ið tekur útbúgvingina í útlandinum?
  • Eru fyrimunirnar størri enn vansarnir?
  • Ein nýggj norsk kanning vísir at 4 ár eftir at prógvið er tikið, er arbeiðsloysið millum akademikarar, sum hava tikið útbúgving sína í útlandinum størri enn hjá teimum sum hava norska útbúgving. 2,7% móti 1,3 fyri norskt lærdar akademikarar, men lønin hjá teimum við útlendskari útbúgving er hægri, tá ið teir fáa arbeiðið
  • Fært tú hildið sambandið við tað heimliga netverkið samstundis sum tú byggir tær nýtt í útlandinum?



Tjekk-listin tá ið tú velur útbúgving
  • Hvat er endamálið og bygnaðurin við útbúgvingini?
  • Hvørjir eginleikar og hvørjar fortreytir krevjast?
  • Kan eg gera lesturin lidnan á fleiri stigum/"niveau'um"?
  • Hvørjar møguleikar havi eg fyri eftir-útbúgving?
  • Hvørjir frálæru-hættir verða nýttir og "hvor valgfrie former er der"?????
  • Hvørjir eru próvtøku-hættirnir og hvussu kunnu teir veljast?
  • Hvussu langt er innleiðsluskeiðið og er tað tvinnað inn í frálæruna tað fyrsta árið?
  • Eru lesandi sett í starv til at hjálpa og vegleiða, partvís við lestrarbyrjan, partvís gjøgnum útbúgvingartíðarskeiðið?
  • Verða nýttir lesi-bólkar, lestrarferðir og tvør-fakligar verk-ætlanir?
  • Hvørji eru tey útbúgvingar-serstøku upptøku-krøvini (atgongds-gevandi eksamin, meðal-úrslit, lærugreinir)?
  • Hvørjir møguleikar eru fyri upptøku, um mítt meðal er ov lágt?
Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it